Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. november 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 216 - 11. november 2009 bilar Í sendingini Bilradio á Ras2 hós dagin kl. 16.05 er sam­ røða við Naddodd Jacobsen, sum herfyri fylti 70 ár. Nadd oddur fór í læru sum bil mekarikari hjá Frits Jen­ sen í Rættará í 1957. Í 1959 flutti hann við Frits í spildur nýggju Esso­støðina í Gundadali. Naddodd ar beid di hjá Frits Jensen til 1984, tá fekk starv hjá P/F Wenzel Petersen. Í dag eitur fyri tøkan P/F Wenzel, og Nadd oddur er framvegis til ar beiðis har. Í sendingini sig ur hann frá nógvum áhuga verdum og um broyt­ ingarnar hesi 52 árini hann hevur arbeitt í bilbransjuni. Í sambandi við at føroyska deild in hjá donsku útleigu­ fyritøkuni Nordjysk Lift er flutt í nýggjan virkisbygning á Hjalla varð almenn mót­ tøka fríggjadagin 6. nov em­ ber. Samrøður eru við før­ oyska deildarleiðaran Eyð­ un Egholm og við umboð fyri Nordjysk Lift í Dan­ mark. Eisini verður ein Citroën C3 Picasso royndarkoyrdur saman við Magnusi Rem­ berg, sølumanni hjá Ivan Bilar við Hoyvíksvegin. mg SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 bilar Bilradio á Ras2 hósdagin kl. 16.05 Fiat Punto EVO Ein nýggjur Fiat Punto kemur síðst í hesum árinum í eini útgávu, sum nevnist Fiat Punto EVO. Í mun til Grande Punto er Punto EVO nógv broyttur bæði hvat designinum uttan og kabinuni viðvíkur. Allir motorarnir eru sera økonomiskir og lúka tey strongu ES­krøvini til CO útlát, sum koma í gildi í 2015. Punto EVO hevur nógvar innbygdar trygdarskipanir og verður ein tann tryggasti í sínum klassa við t.d. sjey airbag, Hill Holder og ESP sum standard. Kelda: Fiat Group Automobiles Denmark A/S Hálv millión Fiesta Bert eitt ár eftir at nýggi Ford Fiesta kom á marknaðin er longu ein hálv millión bilar seldir. Eftir at nýggi Fiesta, ið er ein heimsbilur hjá Ford, kom á evropeiska marknaðin í oktober 2008, er hann ein av mest seldu bilum í Evropa og tann mest seldi í sínum klassa. Fiesta verður gjørdur í Týsklandi, Spania og Kina, eins og teir eisini skulu framleiðast í Thailandi og Mexico. Ford hava eina ætlan um, at áðrenn fimm ár eru liðin, skulu teir framleiða eina millión Fiesta um árið. Kelda: Ford Motor Company Her er Naddoddur til arbeiðis hjá Frits Jensen í Gundadali. Bilurin er ein Ford Fairlane árgang 1960. Hin maðurin á myndini er Oddmar Rasmussen, sum eisini lærdi til bilmekanikara á Esso- støðini Bilradio á Rás2 hósdagin kl. 16.05 Hálva øld við bilum Ein hálv millión Ford Fiesta eru framleiddir og seldir síðan oktober 2008 Fiat Punto EVO sum kemur á marknaðin síðst í hesum árinum Naddoddur Jacobsen, bilmekanikari hjá P/F Wenzel. Hann er 70 ára gamal og framvegis virkin eftir at hava arbeitt við bilum í samfull 52 ár Magnus Remberg sølumaður hjá Ivan Bilum við nýggja Citroën C3 Picasso