Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 231 - 29. november 2001 Nr. 231 - 29. november 2001 3 Sum faðir so sonur Um dagarnar kom út ein øðrvísi ævisøga enn tær, vit vanliga síggja. Ikki um ein av hesum úrmælingun- um, sum tað gongur væl hjá, uttan um ein, hvørs leið gekk hin- vegin. Hann rýmdi undan ringum korum heima í Føroyum, men beyð ikki sínum egnu petti betri sømdir í Brasil BÓKAÚTGÁVA Edvard Joensen Søgan um Sofus Severin Strømsten av Oyri, sum endaði í Rio de Janeiro í Brasil, er bersøgin og við- hvørt harður kostur, har einki verður fjalt. Ein øðr- vísi søga, har nøvn verða nevnd líka nógv fyri tað ringa sum fyri tað góða. Sofus Severin Strømsten stakk av heiman í frá undan pápanum, sum hann í bók- ini lýsir sum eitt bartrog, ið hann als einki gott hevur at bera. Og kortini verður lesarin skjótt varugur við, at ym- iskt er, sum eftir vanligari mannahugsan ikki sam- svarar heilt. Sum nú, at Sofus Severing hevur kallað elsta sonin upp eftir pápanum, sum hann annars niðurger sum ein sannan húsbøðil. Men eftir at hava lisið bókina, situr ein eftir við teirri áskoðan, at høvuðs- persónurin er ikki petti mætari sjálvur. Søgan, hann sigur frá um egið lív og levnað, har alt og øll verða sett til síðis fyri hor og drykkjuskap, er ikki við til at lyfta hann petti hægri, enn hann sjálvur setir pápan. Bókin »Horvin føroying- ur«, sum kom út um dagar- nar, er um eina ferð til Brasili, har høvundurin saman við myndamanni og beiggja Sofusar Severins fer at hitta rýmda oyrar- mannin. Lagt verður upp til, at leitað verður eftir Sofusi Severini í Rio de Janeiro. Men rættiliga skjótt skilst kortini, at teir hava vitað rættiliga væl, hvar teir skuldu fara. Mesta leitanin skilst hava verið eftir hús- unum, hvørs nummar teir kendu. Mannin finna teir, og vit fáa eina rørandi søgu um tveir brøður, sum hittast aftur eftir 54 ár. Ein søga, sum ikki hevði verið betri, um hon var gjørd. Men hon er púra sonn. Í so máta ein sólksinssøga mitt í allari neyðini, sum týðuliga er høvuðstátturin í bókini. Tí tað er eingin stuttlig søga, vit fáa. Men hon er spennandi og eg las hana á tamb við tað sama. Kanska gjørdi tað mun, at eg kendi part av henni frammanund- an. Sofus Severin Strømsten greiðir í bókini frá baldruta lívi sínum, sum, alt frá tí hann var smádrongur, hev- ur verið øðrvísi enn hjá teimum flestu. Um hvussu hann eins og restin av familjuni varð kúgaður av pápanum, sum bert hugsaði um at koma sær sjálvum fram og vinna pening. Tað bóru hini so kostnaðin av. Um hvussu hann stakk av frá tí heila, og um hvussu tað gekk honum longri fram á leiðini. Um hvussu illa hann spældi síni kort, tá hann sambært honum sjálv- ur sat við rættiliga góðari hond. Men skilliga sæst, at hann kundi sjálvur havt betrað um elendigheitina, um hann var nakað frægari sjálvur. Hann sigur eisini søguna um, hvussu hann sjálvur bar seg at, eftir at hann hevði fingið familju í Brasil. Tað var heldur eing- in vøkur søga. Kortini fáa vit meira enn einaferð borið fram, at hann nú á gamalsaldri er fegin um at kunna siga søg- una, so hon kanska kann fáa onkran annan at hugsa seg eitt sindur um. Grækaris Magnussen er djarvur at geva hesa bókina út. Tað er skjótt at særa onkran, tá ein heil familja soleiðis verður løgd víð- opin fyri almenninginum, sum her verður gjørt. Ikki minni djarvur er beiggi Sofusar Severins, sum var við á ferðini og veit, hvat fer at verða givið út. Bókin er sett upp í pørt- um. Byrjar við eini krimi- søgu, sum fer yvir í barna- árini hjá Sofusi Severini og soleiðis aftur og fram. Mitt í tí heila fáa vit eina frásøgn um ferðina hjá teimum trimum, sum fóru til Brasil at hitta mannin. Nakað av brasilskari søgu er eisini í bókini. Og so aftur í dagbókaformi frá- greiðing um, hvussu ferðin í Brasil gekk. Bókin, sum er skrivað í greinastíli - jorunalistiska bakgrundin hjá høvund- anum kemur til sjóndar - er løtt at lesa. Stuttir partar, sum eru lidnir, áðrenn tú fært tíð at keða teg. Og nógvar rættiliga góðar myndir eru í bókini. Tær flestu teirra hevur beiggi høvundan, Magnus Magnussen, tikið á ferðini niðri í Brasil. Bókin »Horvin føroying- ur« er umleið 150 blaðsíður og kostar 285, - krónur. Kann væl verða, at hon verður líka væl móttikin, sum SOS Knúkur, ið Græk- aris Magnusen gav út til jóla í fjør, varð. Hon er bygd upp á nakað sama hátt. Er prentað í Danmark og bundin inn í stíva permu. Sofus Severin Strømsten er gamal og sjúkramerktur eftir eitt langt og buldrasligt lív Mynd: Magnus Magnussen Í danska blaðnum Politiken 25. november skrivar Jens Lenler um nýggja føroyska tjóðveldismannin á Fólkatingi, Torbjørn Jacobsen. Torbjørn Jacobsen sigur við Jens Lenler, at hann ætlar sær at verða føroyska umboðið fyri fullveldi, sum situr í Danmark. Torbjørn sigur eisini, helst í spølni, at eftirsum hann hevur verið skipari í 20 ár, so væntar hann, at fólkið fer at gera tað, sum hann sigur. Ætlanin hjá Torbjørn er at halda seg uttanfyri danskan innanríkispolitikk, tí tað líkist ongum, at føroyingar blanda seg uppí donsk viðurskifti. Eisini er ein viðmerking frá einum fiskimanni inni á Skálafjørðinum. Hann sigur, at tryggasti mátin at fáa føroyskt fullveldi uppá er at senda Torbjørn til Danmarkar. Hann er vísur í, at Torbjørn fer at verða blakaður úr Fólkatingið. At enda í samrøðuni við danska blaðmannin sigur Torbjørn Jacobsen, at Føroyar vilja verða viðurkendar sum ein tjóð. Hann vil ikki »dumpa« Danmark, men berjast fyri líkarætti. -ib Torbjørn Jacobsen: Ein ribbaldur Nývaldi formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, Eyðun Elttør, vil sleppa burtur úr støðuni, flokkurin er komin í, við at fáa lokalu kreftirnar aktivar aftur í floks- arbeiðinum FORMANSSKIFTI Edvard Joensen Eyðun Elttør, landsstýris- maður, varð týskvøldið valdur til formann í Sjálv- stýrisflokkinum. Hann vil sleppa burtur úr vanlukku- ligu støðuni, flokkurin er í, við hjálp frá fótfólkinum úti í lokalfeløgunum. – Vit mugu vera savnandi og leggja tað gamla aftur um, sigur Eyðun Elttør, sum eins og Paulus gamli ásannar, at tað gamla er far- ið, og alt er vorðið nýtt. Ella eigur helst at verða nýtt, tekur hann aftur í aft- ur. Tí hóast vit oftast siga tað og fegin vilja tað, er ringt at gloyma sovorðið, sum tað Sjálvstýrisflokkur- in hevur verið ígjøgnum seinnu tíðina. Men nú er bara eitt at gera, og tað er at koma upp eftir aftur, sigur Eyðun Elttør. Men hann ásannar í sama andadrátti, at tað verður øgiliga tungt, so- leiðis sum flokkurin liggur í løtuni. Uppskriftina hevur hann bara ta einu. Tað er at fara út at fáa lokalfeløgini at hjálpa sær við arbeiðinum. Tað verður eisini strævið, men hann fer at gera tað, sigur hann. Eyðun Elttør sigur, at tað var í fullari semju á lands- nevndarfundinum, at hann tók við sum formaður í Sjálvstýrisflokkinum. Floksformaðurin, Sámal Petur í Grund, ynskti sjálv- ur at sleppa frá og skeyt upp, at næstformaðurin, Eyðun Elttør, tók við. Hes- um var eingin á fundinum imóti, sigur Eyðun Elttør, og hann tók so uppgávuna á seg. Í løtuni er bygnaðurin ikki heilt í lagi kortini, tí eingin næstformaður er valdur í staðin fyri Eyðun Elttør. Sambært fyriskrift- unum eru bara tveir møgu- leikar í løtuni. Teir eru Sámal Petur í Grund, lands- stýrismaður ella Kári Høj- gaard, løgtingsmaður. Men hetta fer floksleiðslan at viðgera í næstum, sigur for- maðurin. Landsnevndin skipaði seg við Ronaldi Poulsen í Havn sum formanni, og Jyttu Juul í Funningi sum næstformanni. Hetta at hann skuldi taka við sum formaður nú, kom í grundini ikki óvart á hann, sigur Eyðun Elttør. Tí longu beint eftir fólkatings- valið, róði Sámal Petur í Grund fram undir, at hann helst átti at taka seg aftur, nú tað gekk so út av lagi illa við valinum. Serliga hjá honum persónliga. Politiskt verður eingin broyting annars, sigur Eyð- un Elttør. Bæði hann sjálv- ur og Sámal Pettur í Grund fara at halda fram sum landsstýrismenn, og Kári Højgaard er løgtingsmaður floksins. Lokalfeløgini mugu takast við Eyðun Elttør setir álit sítt á lokalfeløgini, sum skulu hjálpa honum at savna Sjálvstýrisflokkin aftur Kristian Magnuss- en, løgtingsmaður, setti í gjár Sámali Peturi í Grund, landsstýrismanni, tríggjar fyrispurn- ingar á tingi. Hann spyr millum annað um virksemið hjá Húsaláns- grunninum FYRISPURNINGAR Edvard Joensen Kristian Magnussen, løgtingsmaður, hevur spurt Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, um viðurskifti hjá Húsa- lánsgrunninum, um van- lukkutrygingarlóg og um høvuðsstevnumiðini í løgtingslógaruppskoti hansara um eftirlønar- skipan. Kristian Magnussen vil hava landsstýris- mannin at svara uppá, hvussu nógv ognin, sum Húsalánsgrunnurin hev- ur keypt til bústovn und- ir Pisuvarða í Havn, hev- ur kostað grunninum higartil, og hvussu nógv kostnaðurin verður mettur til, áðrenn bygn- ingurin kann brúkast til endamálið, hann er keyptur til. Eisini vil Kristian Magnussen vita, hvussu nógv búfólk fara at búgva í húsinum, og nær tey sleppa at flyta inn. Men Kristian Magn- ussen hevur meira at spyrja um viðvíkjandi Húsalánsgruninum. Hann vil eisini hava at vita, hvør lógargrein heimilar Húsaláns- grunninum yvirhøvur at keypa fastar ognir, so- leiðis sum gjørt verður. Eisini spyr Kristian Magnussen landsstýris- mannin við almanna- og heilsumálum, hvussu tað gongur við arbeiðin- um at gera nýggja van- lukkutryggingarlóg. Tað hevur skund, vísir hann á, tí bæði endur- gjaldsábyrgdarlógin og lógin um sjúklingaend- urgjald bíða eftir hesari lógini, vísir Kristian Magnussen á. Og Sámal Petur í Grund fekk eisini tann triðja munnliga fyri- spurningin frá Kristiani Magnussen í gjár. Hann var um ta nógv umrøddu pensiónslógina. Kristian Magnussen spurdi, hvørji høvuðs- stevnumiðini í hesi lóg- ini verða, og nær lands- stýrismaðurin ætlar at leggja eitt slíkt lógar- uppskot fyri tingið. Kristian spyr Sámal Petur C M Y K 3 2