Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 231 - 29. november 2001 Nr. 231 - 29. november 2001 5 – Kunnu skiparar og stýrimenn ikki fáa nóg góða løn undir føroyskum flaggi, er tað betri at skipini eru undir útlendsk- um flaggi, sigur Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatør- felagnum VERKFALL Áki Bertholdsen – Føroyskir sjómen fáa betri sømdir undir út- lendskum flaggi, enn teir fáa við at sigla undir før- oyskum flaggi. Hetta staðfestir Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfe- lagi. Samráðingarnar um at gera sáttmála fyri naviga- tørarnar, sum sigla við skipum í oljuvinnuni eru slitnaðar og verkfall er nú á økinum. Stjóran í Thor í Hósvík, Gunnbjørn Joensen, sum hevur sjey veitingarkskip, sigur at krøvini hjá Skipara- og Navigatørfe- lagnum eru so hørð, at hann skilir tey ikki. Hann sigur, at Skipara- og navigatørfelagið hevur tikið tað besta úr norska sáttmálanum og tað besta úr danska sáttmálin um og lagt krøvini saman og lagt tey fyri reiðararnar. Hesum krøvum hava reiðararnir ongan møgu- leika at ganga á møti. – Avleiðingin av støðuni er, at skip, sum skuldu undir føroyskt flagg í næst- um, varð skrásett á San Vinsent ístaðin. Harafturat fara skip, sum eru undir føroyskum flaggi, nú undir útlendskt flagg. Og tað fer so aftur helst at føra við sær, at tey fara at verða mannað øðrvísi og sostatt fara føroyingar at missa størv umborð við tað, at fleiri útlendingar fara at sigla við. Ikki verri fyri Ellintur Abrahamsen váttar, at teir hava brúkt bæði danska og norska sáttmálan sum grundarlag fyri teirra krøvum. Tó vísir hann aftur, at tað er ikki rætt, at krøvini eru løgd saman, áðrenn tey eru løgd fyri reiðarafelagið. – Men støðan er tann, at danir sigla fyri nettolønir, tvs, at manningin betalir ikki skatt. Og tá ið vit so skulu til at rokna danskar nettolønir um til føroyskar bruttolønir, sum manningin skal betala skatt av, er tað skilligt, at tølini blíva nógv hægri Harumframt er tann danski sáttmálin bygdur á trýskiftisvakt, men vit høvdu gjørt eitt uppskot, sum gav okkum 12 tíma arbeiðsdag og tað er ein rættiliga stórur munur. Ellintur Abrahamsen sigur, at í Noreg eru brutto- lønirnar nógv hægri enn tær donsku. – Samanumtikið er nið- urstøðan, at eru føroyskir sjómenn við fremmandum skipi, havateir nógv meiri eftir, enn teir hava við føroyskum skipi. Hann sigur, at tað, sum er avgerandi, er, hvat menn- inir hava eftir tá ið skatturin er betaltur. – Skipara- og Navigatør- felagið kann ikki góðtaka ein sáttmála, har menninir høvdu verið verri fyri, enn teir eru, nú teir sigla undir útlendskum flaggi. – Vit ætla ikki at virka fyri, at Føroyar verða eitt hentleikaflagg til hýrur. Og veruleikin er, at føroysku sjómenn fáa munandi meiri við at sigla við skipum undir útlendskum flaggi, enn teir fáa við skipum undir føroyskum flaggi. – Eru vit ikki kappingar- før á hesum økinum, er bara at ásanna tað. Og so er tað betri fyri teir, at teir sigla undir útlendskum flaggi. Tí heldur hann, at talan er líka nógv um eitt politiskt mál, har spurningurin er, hvussu nógvan skatt før- oyskir sjómenn skulu gjalda av hýruni. – Vinningurin skal ikki liggja í, at manningarhýr- urnar skulu lækkast niður um støði aðrastaðni, leggur hann afturat. Sumbingar fara ní í rættin við Landsverk- frøðinginum fyri at fáa hann at halda eina avtalu, sum eir siga at hann hevur gjørt við kommununa SUMBA OG LOPRA Áki Bertholdsen Træta ímillum Sumbingar og vágbingar um, hvør av teimum skal eiga grótið, sum varð sprongt úr Sum- biarbergholinum, endar nú í rættinum. Talan er um grótið, ið varð sprongt úr berghol- inum ímillum Sumba og Lopra og sum nú liggur á goymslu í Lorpanseiði. Spurningurin er nú, hvør hevur tættin til at fáa grótið, tí nú gera tvær kommunur, Vágs- og Sum- biar, krav uppá grótið Og nú er málið komið so langt, at Sumbiar Bygdaráð hevur gjørt av at fara í rættin við málinum. Orð ímóti orði Landsverkfrøðingurin hev- ur játtað Vágs kommunu grótið til at brúka til kommunalar útbyggingar, eitt nú til at fylla út framvið sjónum fyri at gera havn- arlagið størri. Men Sumbiar Kommuna tvíheldur um, at Lands- verkfrøðingurin hevði longu frammanundan játtað Sumbiar kommunu rættin til grótið. Bygdaráðið heldur, at Landsverkfrøðingurin kundi ikki lova grótið burtur tvær ferðir, men av tí at avtalað varð gjørd við Sumbiar Kommunu fyrst, er tað tann avtalan sum er galdandi og ikki avtalan, sum seinni er gjørd við Vágs Kommunu. Jacob Vestergaard, for- maður í Sumbiar komm- unu, sigur, at Landsverk- frøðingurin hevur eisini altíð havt tað siðvenju, at í sambandi við tunnilsgerðir eigur kommunan, sum arbeitt verður í, eisini grót- ið, sum er sprongt burtur. Men tað er orð ímóti orði, tí Landsverkfrøðing- urin sigur, at hann hevur ikki lovasð okkum grótið, sigur borgarstjórin. Fyri at fáa málið endaliga avgreitt, hevur Bygdaráðið í Sumba gjørt av at royna málið í rættinum. Har fer bygdaráðið at krevja, at Landsverkfrøðingurin heldur avtaluna, hann hevur gjørt við kommununa. Har fara væntanti bæði bygdaráðslimir, sum eru nú, og bygdaráðslimir, sum hava sitið áður, at vitna í rættinum. Somuleiðis fer bygdaráð- ið helst eisini at leggja fram gerðarbøkur hjá komm- ununi, har Bygdaráðið hevur tikið avgerð útfrá tí, at avtala var við Lands- verkfrøðingin um grótið. Fáa 20.000 kubikk Mett verður, at tilsamans eru tað eini 100.000 kubikk av gróti, sum liggja í Lopranseiði. Fyribils hevur Sumbiar Kommuna fingið skrivligt loyvi frá Landsverkfrøð- inginum at taka 20.000 kubikk, til at fylla upp á havnalagnum í Lopra, har brúk er fyri størri keiøki. Men kommunan hevur brúk fyri øllum grótinum, tí metingar vísa, at skal alt tað fyllast út, sum komm- unan ætlar, verða tað brúk fyri 120.000 kubikkum av gróti, tí tað er rættiliga djúpt ov víðført. Jacob Vestergaard sigur, at tað er brúk fyri at gera havnalagið størri, fyri at skapa møguleikar til at byggja virki, um áhugi er fyri tí. Føroyskir sjómenn betri sømdir undir útlendskum flaggi Sumbingar í rættin við Landsverkfrøðinginum – Vit fara ikki at virka fyri, at Føroyar gerast eitt hentleika- flagg til manningarhýrur, sigur Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelag Í Lopra liggur ein stór rúgva av gróti, sum rættiligt stríð hevur tikið seg upp um. Nú er tað komið hartil,at tað endar í rættinum, har Landsverkfrøðingurin verður stevndur fyri avtalubrot Føroya Pedagogfelag umhugsar í løtuni, um tað skal taka tey undantaksloyvir, ið eru givin, aftur. Spurningurin er, um verkfallið rakar nóg meint, nú fleiri stovnar sleppa at virka, hóast verkfall er lýst. Annars er einki samband mill- um partarnar í løtuni VERKFALL Stefan í Skorini – Tað er uppá tal, at taka tey undantaksloyvi, ið vit hava givið, aftur. Vit viðgjørdu málið týskvøldið saman við álitsfólkum, og tað verður tikið uppaftur á nevndar- fundi seinnapartin miku- dagin, sigur Carita Bjørk- lund, formaður í Føroya Pedagogfelag. Orsøkin, til at pedagog- arnir nú umhugsa støðuna í sambandi við undantaks- loyvir, er, at verkfallið eftir øllum at døma ikki hevur tað ávirkan, ið ætlanin hjá pedagogunum er. Carita leggur tó dent á, at nevdin ikki hevur tikið nakra endaliga avgerð við- víkjandi undantaksloyvum, men hon ásannar sam- stundis, at verkfallið kanska ikki er nóg effek- tivt, tá so nógv undantaks- loyvi verða givin. Farið bara í verkfall – Vit fingu at vita frá okk- ara mótparti, at tað hevði ongan týdning, um vit fóru í verkfall ella ikki, tí nóg nógvir tænastumenn vóru at røkja okkara starvsøki, sigur Carita. Formaðurin sigur, at felagið hevur givið nøkur undantaksloyvi, har talan er um fólk við breki, og sum eru illa fyri. Tey tola tí ikki stórar broytingar, og tað hevur felagið tikið hædd fyri. Tilsamans hava eini fimm stovnar fingið undan- taksloyvi at hava nøkur starvsfólk afturat, ið annars høvdu verið í verkfalli. Hon ásannar, at størri trýst hevði verið lagt á kommunurnar og fíggjar- málastýrið, um einki und- antaksloyvi varð givið. Kanska kann tað fáa part- arnar aftur til samráð- ingarborðið. Sambært Caritu er tað mótparturin, ið hevur brot- ið eina avtalu, men tó eru tey altíð fús at samráðast. Pedagogarnir hava arbeitt uttan sáttmála í níggju mánaðir, og støðan er ótolandi. – Limir okkara eru í eini ótolandi støðu og eru farnir at ótolnast. Tí mugu vit kanska herða verkfallið, sigur Carita Bjørklund. Seinast pedagogarnir høvdu samband við sem- ingsfólkini var sunnudagin, og síðani hava tey einki hoyrt. Samskiftið er tí ikki stórt millum pedagog- felagið og kommunalu ar- beiðsgevarafeløgini. Næstformaðurin í flokkinum Venstre, Lars Løkke Rasmus- sen, ið hevur før- oyska konu, verður innanríkis- og heilsumálaráðharri RÁÐHARRI Stefan í Skorini Í seinastu viku skrivaðu vit um Sólrun Jákups- dóttir Rasmussen, ið er gift næstformanninum í Venstre, Lars Løkke Rasmussen. Tey vórðu bæði aftur- vald til valini, ið vóru 20. november. Hon varð afturvald í býráðið, með- an hann varð afturvaldur til amtsborgarstjóra í Fredriksborg á Norður- sælandi. Sessin sum amtsborgmeistari skal onkur annar nú røkja, tí Anders Fogh Rasmussen hevur sent boð eftir Lars Løkke. Hann skal nevniliga verða innanríkis- og heilsumálaráðharri í nýggju stjórini, sum Anders Fogh hevur sett saman. Hetta er ein nýggjur sessur, tí eingin hevur havt júst hesi bæði málini undir sær. Lars Løkke Rasmussen hevur verið aktivur í politikki síðan 1986, tá hann varð valdur inn í býráðið í heimbýnum. Í 1998 gjørdist hann amts- borgarstjóri sum tann yngsti í søgu Danmarkar. Hann er í dag 36 ára gamal og hevur m.a. skrivað eina kjakbók um eldrapolitikk. Ráðharrarnir eru allir úr Venstre og Konserv- ativa flokkinum. Átjan ráðharrar eru tilsamans. Formaðurin í Venstre, Anders Fogh Rasmussen, verður forsætisráðharri, og formaðurin í Konserv- ativa flokkinum, Bendt Bendtsen, verður búskap- ar- og vinnumálaráðharri. Venstre eigur tólv ráðharrar, meðan kon- servativi flokkurin hevur seks. Undantaksloyvir møguliga tikin aftur Formaðurin í Føroya Pedagogfelag hóttir nú kommunalu arbeiðsgevarafeløgini og fíggjarmálastýrið við at taka undantaksloyvir aftur og harvið herða verkfallið MYND: Jens Kr. Vang Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen úr Føroyum verður nú ráð- harrafrúa, tí maður hennara, Lars Løkke Rasmussen, verð- ur ráðharri í nýggju donsku stjórnini Lars Løkke verður ráðharri Heðin Mortensen, formaður í menta- málanevndini, sigur, at býráðið ikki hevur umrøtt málið, hvørt foreldur skulu lata fult ansingargjald til dagstovnarnar, hóast tey einki fáa aftur fyri VERKFALL Stefan í Skorini – Enn hevur býráðið einki krav fingið frá nøkrum, sum ikki ætlar sær at gjalda fult ansingargjald. Um eitt slíkt krav kemur, fara vit at taka málið upp politiskt, sigur Heðin Mortensen, ið er formaður í mentamála- nevndini, ið hevur barna- ansing undir sær. Hann vísir tó á, at foreldur altíð hava goldið, hóast verkfall hevur verið. Hann heldur ikki, at foreldur fara víðari við málinum, um verkfallið endar brátt, men um tað verður drúgt, so er tað sjálvandi ein spurningur, ið býráðið skal taka sær av. Enn hevur býráðið tó ikki viðgjørt henda spurningin. Mugu tosa saman Heðin heldur annars, at tað er burturvið, at partarnir als ikki tosa saman. Tað stend- ur nógv á arbeiðsmarknað- inum, tí foreldur sleppa ikki til arbeiðis vegna verk- fallið. Eitt stendur fast, og tað er, at so leingi partarnir ikki samskifta, verður eing- in loysn. Borgarstjórin í Klaksvík segði í Útvarpi Føroya í týsdagin, at kommunan sparir einar 50.000 krónur um dagin, meðan peda- gogar ikki eru til arbeiðis. Heðin vil als ikki tosa um at spara pening í hesum førinum. – Vit spara einki. Vit hava fleiri ónøgdar borgarar, ið ikki fáa børnini ansaði og sleppa tí ikki til arbeiðis. Eisini hava vit eitt vinnulív, ið ikki fær virka til fulnar, so har er eingin sparing, tí eingin fyrimunur er við verkfallinum, sigur Heðin Mortensen. Hann sigur seg tó skilja tey foreldur, ið ikki eru sinnað at gjalda fyri nakað, tey ikki fáa, tí í longdini ber tað als ikki til. Um verk- fallið ikki dregur út, verður neyvan gjørt meira við málið, men um tað hin- vegin verður drúgt, má okkurt gerast hesum við- víkjandi, og tað verður tikið upp politiskt. Hann tekur undir við, at foreldur hava rætt at spyrja, hvat hendir, tá tú rindar fyri nakað, tú ikki fært. Býráðið ikki tikið støðu Heðin Mortensen væntar ikki, at foreldur fara at krevja at sleppa undan ansingargjaldinum, um verkfallið endar skjótt. Um tað hinvegin verður drúgt, so má spurningurin takast upp, tí hvat hendir, tá fólk gjalda fyri nakað, tey ikki fáa C M Y K 5 4