Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 231 - 29. november 2001 Nr. 231 - 29. november 2001 7 Spurningar um konfirmatiónina verða tiknir upp í nýggjari bók hjá Peter O. K. Olofson BÓK Eyðun Klakstein Peter O. K. Olofson hevur skrivað eina bók um kon- firmatiónina. Bókini, sum kallast »Jeg vil følge Jesus – hele livet. Konfirmand- ens løfte« er júst komin út, og tala er um eina bók til tey, sum vilja skilja týdn- ingin av konfirmatiónini til fulnar. – Tá vit hava gjørt eitt- hvørt arbeiðið, kunnu vit siga, at nú er hatta ikki eftir, og so kunnu vit leggja tað aftur um. Tá tað snýr seg um konfirmatiónina, er tað ikki nakað, sum er yvir- staðið. Tað er beint øvugt, tí konfirmatiónin er ein váttan fyri, at vit vilja halda fram, sigur Petur O.K. Olofson í innleiðingini til bókina. – Við dópinum vórðu vit doypt til at hoyra til Jesus, og við konfirmatiónini vátta vit, at vit framhald- andi vilja tilhoyra Jesusi og fylgja honum. 20 talur og spurningar Peter O. K. Olofson hevur í tíð síni í Føroyum skrivað fleiri bøkur og bóklingar um andalig viðurskifti. Fyrr í ár kom bók, har hann greiddi frá lívinum til sjós, og hann hevur eisini skriv- að bókling um fosturtøku í hesum árinum. Í nýggju bókini hevur Olofson savnað 20 av talunum, sum hann helt til konfirmatiónir í kirkjuni í Fuglafirði í árunum, hann var prestur har. Gjøgnum hesar talur greiðir Olofson frá, hvat konfirmatiónin merkir. Hann vónar eisini, at bókin kann minna tey, sum vóru konfirmerað, fyri nógvum árum síðani á lyftið, sum tey góvu. Kann bókin gera tað, hevur hon tænt sínum endamáli, sigur hann. Umframt talurnar eru eisini spurningar, sum hann hevur nýtt í sambandi við konfirmatiónirnar hjá sær. Bókin er givin út á OK- Forlagnum og kostar 130 krónur. Tekniska trygdin fyri at fáa stór útlendsk tónleika- nøvn til Føroya hvørvur, tá ADJ Sound selir sína útgerð í allar ættir fyrst í desember mánaðis LJÓÐ TIL SØLU Eyðun Klakstein Størsta ljóðannleggið í Føroyum er sett til sølu. Og við hesi sølu er vandi fyri, at tekniska trygdin fyri, at stór útlendsk nøvn kunnu koma til Føroya at spæla, er burtur. Orsøkin er, at eingin keypari er áhugaður í at keypa alla útgerðina hjá ADJ Sound samlaða, og tí verður hon seld í pørt- um til ymiskar keyparar. Hetta fer at gera tað trupult, at hava eitt stórt og gott ljóðannlegg tøkt til konsertir í Føroyum. Útlendskir bólkar krevja nógv av teknisku út- gerðini til konsertir, og seinastu árini hevur SDJ Sound verið trygdin fyri, at hesir bólkar hava spælt í Føroyum. Verður selt hvør sær Høvuðsmaður í ADJ Sound er Petur Jacob- sen, sum eisini er stjóri á Rás 2. Nú ætlar hann at sleppa sær av við ljóð- útgerðina, tí hann hevur ikki hug at halda fram við hesum virksemi. Hetta virksemi er oft- ast um vikuskiftini og á náttartíð kring landið. Hetta setir stór krøv til felagið, sum skal hava manning tøka so at siga árið runt. ADJ Sound hevur roynt at funnið ein keyp- ara, sum kann keypa útgerðina samlaða, men hetta hevur ikki eydnast. Tí verður útgerðin sett til sølu frá 3. desember, og tá ber til at ogna sær alskyns útgerð í hesi teknisku jólasøluni uttan sín líka. Petur Jacobsen, sum er høvuðsmaður í ADJ Sound, sleppir sær nú av við sína ljóðútgerð, og hon fer eftir øllum at døma í allar ættir, tí eingin keypari er áhugaður í einum samlaðum keypi av útgerðini ADJ selir útgerðina Olofson skrivað bók um konfirmatiónina Í nýggju bókini hevur Olofson savnað 20 av talunum, sum hann helt til konfirmatiónir í kirkjuni í Fuglafirði í árunum, hann var prestur har Íslendingurin Siggi Bjørnsson og bretin Keith Hopcroft fara at spæla kendan tónleik úr fimti- og sekti- árunum í Altantis fríggjakvøldið KONSERT Eyðun Klakstein Klaksvík: Tveir útlendskir tónleikarar fara at spæla kendan tónleik í Atlantis fríggjakvøldið. Annar av tónleikarunum kemur úr Íslandi og hin úr Onglandi. Teir fara at spæla fólkatónleik, blues, country og rock úr fimti- og seksti- árunum. Siggi Bjørnsson er ætt- aður av Fleteyri í Íslandi. Hann var útróðrarmaður til 1988, tá hann gjørdi av at fara at ferðast kring knøttin við gittar síni á bakinum. Hann hevur ferðist kring heimin tríggjar ferðir, og hann hevur spælt og sungið í fleiri enn 30 londum. Millum tey kunnu nevnnast Australia, New Zealand, Hong Kong og Fiji-oyggj- arnar. Siggi hevur givið seks fløgur út og býr nú í Dan- mark. Vikuskifti í Klaksvík Fyri nøkrum árum síðani hitti hann bretan Keith Hopcroft, sum spælir gittar. Keith er ættaður í Birm- ingham, men flutti til Dan- markar fyri 15 árum síðani. Keith fann sær unnustu í Danmark, og flutti tí hagar. Siggi og Keith hava spælt nógv saman seinastu árini, og nú fara teir at royna seg í Atlantis. Konsertin við teimum báðum verður fríggja- kvøldið kl. 22.00. Teir fara eisini at spæla í Klaksvíkar Klubba og á Barok um vikuskiftið. Spanskir sangir og tónleikur eru á skránni, tá konsertir verða á Gamla Meiaríinum í Havn hósdagin og leygardagin TÓNLEIKUR Hósdagin 29/11 kl. 21.00 og leygardagin 1/12 kl. 17.00 verða forkunnugar konsertir á Gamla Meiarí- num í Havn. Talan er um eitt samstarv millum Tórs- havnar kamarkór, gittar- leikarin Ólavur Jakobsen og Grímu. Høvuðsverkið til kon- sertirnar verður Romancero Gitano (1951) sum merkir Sigoynarakvæðið. Tón- leikin hevur italienarin Mario Castelnuovo- Tedes- co skrivað til yrkingar, sum navnframa spanska skaldið Federico Garcia Lorca skrivaði í fyrru helvt av farnu øld. Tað serliga við hesum verkinum er, at talan er um kórtónleik saman við virtuosum gittartónleiki. Umframt nevnda høvuðs- verkið, sum kórið og gittaristurin framføra, fara sangarinnan Unn Paturson og Ólavur Jakobsen at framføra spanskar sangir, sum Lorca eisini skrivaði løg til. Eisini á føroyskum Yrkingarnar hjá Lorca bera dám av einum persónligum myndamáli, sum tó altíð stendur neyvt í sambandi við spanska mentan og søgu, og við flamenco mentaninna, sum serliga hevur sín uppruna hjá sigoynarunum í Suður- spania. Í tónleikinum, sum verður at hoyra, er tí altíð ein klárur spanskur fólka- tóni og serlig flamenco stíleyðkenni, blandað saman við klassiskan, miðaldarligan og suður- europeiska traditión. Sanginir sum vera fram- førdir eru á sponskum máli. Sjónleikarin Hans Tórgarð fer at bera yrkingarnar fram á føroyskum, soleiðis at áhoyrararnir vita av, hvat sungið verður um. Til konsertina er eisini ljós- pallur settur upp, og fram- førslan, sum heild, er væl løgd til rættis. Tað verður alt meira vanligt hjá Norðbúgvum at fara suðureftir til tey heitu londini, tá dagarnir styttast. Tiltakið niðri á Meiaríinum hesar dagarnar, er kanska ein roynd at draga eitt sindur av suðureuropa — Spania — norðureftir til Føroyar á hávetri. Siggi og Keith í Klaksvík Spanskir tónar á Meiaríinum Sernámsdepilin fær eina meirjáttan komandi ár, sum ger, at umstøðurnar hjá teim deyvu og avvarðandi teirra verða munandi betri DEYVAØKIÐ Turið Kjølbro Deyvaøkið, sum hevur ligið í andaleypi í eina tíð, fær nú betri umstøður. Lands- stýrismaðurin í mentamál- um, Óli Holm, hevur gjørt av, at Sernámsdepilin fær 400.000 krónur í meirjáttan komandi ár. Peningurin er oyramerktur til deyvaøkið. – Tískil verður rúm fyri einum fulltíðarstarvi afturat tí hálva, sum er normerað frammanundan. Hvat starv- ið inniber, tekur leiðslan á Sernámsdeplinum avgerð um, men hugsandi er, at starvið verður til teknmáls- ráðgeva, sigur Óli Holm. Í summar segði tekn- málsráðgevin á Sernáms- deplinum, sum sat í hálvum starvi, seg úr starvi, tí ar- beiðsumstøðurnar á stovn- inum vóru ótolandi. Deyva- økið er eitt stórt og umfat- andi økið, sum í minsta lagi krevur tvey fólk í starvi. Í kjalarvørrinum á, at við- komandi fór úr starvi, eru øll skeið og øll ráðgeving farin fyri bakka. Foreldur og avvarðandi at deyvum hava tískil ikki havt møgu- leika at fara á skeið, sum ger tey før fyri at tosa við síni børn. Felagið Hoyrnin hevur fleiri ferðir gjørt vart við ótolandi viðurskiftini hjá teim deyvu og avvarð- andi teirra, og tað hevur eftir øllum at døma loyst seg. – Hóast tað ikki altíð sær soleiðis út, er fatanin í landsstýrinum fyri deyva- økinum og undirvísingar- verkinum sum heild stór, sigur landsstýrismaðurin. Játtanin til Sernámsdep- ilin komandi ár økist um- framt við góðum tveimum miljónum krónum, sum eru oyramerktar til sernáms- frøðiliga virksemið í fólka- skúlanum. Umframt er lagt upp fyri lønarhækkingun- um. Virkandi stjórin á Ser- námsdeplinum vísti í blaðnum týsdagin á, at um stovnurin ikki fær eina munandi størri meirjáttan til alt virkisøkið, enn tað sum stendur í fíggjarlógar- uppskotinum fyri næsta ár, verður leiðslan á stovninum noydd at taka avgerð um, hvørjar tænastur skulu nið- urleggjast og hvørjar halda fram. Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur onga viðmerking til hesa útsøgn. – Í mun til játtanina í ár, fær stovnurin eina munandi meirjáttan, sigur hann. – Vit mótmæla harð- liga, at Pedagogfel- agið verður gjørt til syndabukk í stríðn- um, siga pedagogar í mótmælisskrivi VERKFALLIÐ Turið Kjølbro Limir í Føroya Pedagogfel- ag hava skrivað undir bræv, sum átalar, at Pedagogfel- agið í níggju mánaðir hevur ligið í sáttmálaloysi. – Vit mótmæla harðliga, at Fíggjarmálastýrið leypir frá skrivligum avtalum, og at teir í hesum stríði gera Pedagogfelagið til synda- bukk, siga pedagogarnar, sum vísa til avtaluna, sum báðir partar í stríðnum hava undirskrivað. Vandamikið Í einum øðrum skrivi, sum álitisfólk á bústovnum og døgnstovnum hava skrivað undir, verður heitt á Al- manna- og heilsumálastýr- ið um at halda tær avtalur, sum eru gjørdar við Peda- gogfelagið. – Støðan er í løtuni ótol- andi. At nóg mikið av tæn- astumonnum eru, sum kunnu arbeiða, ið Fíggjar- málastýrið vísir á, er mis- skilt. Tað er púra burtur við at flyta tænstumenn millum stovnarnar. Vandi kann standast av tí bæði fyri brúkara og starvsfólk, tí all- ir tænastumenn kenna ikki ein og hvønn brúkara. – Á teimum flestu bú- stovnunum eru fá fólk til arbeiðis, nógv arbeiða 24 tímar døgnið, har eitt fólk er einsamalt alt døgnið. Út frá hesi støðu er vandi fyri, at starvsfólk verða sjúk bæði likamliga og sálarliga. Eftir standa brúkararnir hjálparleysir í teirra egna heimi, siga álitisfólkini, sum inniliga heita á Al- manna- og heilsumálastýr- ið um at taka støðuna í álv- ara. Í februar verður aftur latið gávugóðs úr Grunni Torvald Poulsens av Steinum til ungt listafólk MENTAN Turið Kjølbro Nevndin í Grunni Torvald Poulsens av Steinum hevur havt fyrsta fundin í heyst, og ætlar at lata gávugóðs úr grunninum á føðingardegi Torvalds tann 8. februar 2002. Í ár fekk Rannvá Kunoy, myndlistafólk, gávugóðsið, sum stavar frá rentunum av peninginum, sum Torvaldur setti í grunnin. Í nevndini fyri grunnin eru Elsa Birgitta P. Peter- sen, formaður í Føroya Lærarafelag, Oddfríður Rasmussen, formaður í LISA, og Malan Marners- dóttir, rektari Fróðskapar- setursin, sum er formaður grunnsins. Endamálið við gávu- góðsinum er at eggja ung- um fólkum við listarligum gávum at leita sær hægri útbúgving. – Vit eru ómetaliga fegin um, at fleiri pengar verða játtaðir til deyvaøkið og at eitt fólk verður sett afturat, sigur Virgar Hvidbro, skrivari í Hoyrnini DEYVAØKIÐ Turið Kjølbro At deyvaøkið fær størri játtan komandi ár, eru gleðilig tíðindi hjá teim deyvu og avvarðandi teirra. – Vit eru ómetaliga fegin um, at fleiri pengar verða játtaðir og at eitt fólk verður sett afturat. Tað merkir, at vit sleppa á tekn- málsskeið komandi ár, sig- ur Virgar Hvidbro, skrivari í felagnum Hoyrnini. Felagið Hoyrnin fer mið- víst at arbeiða við at seta eina foreldraútbúgving í gongd í Føroyum. Í Noregi fáa foreldur, sum fáa eitt deyvt barn, eina sokallaða foreldraútbúgving, ið er 40 vikur samanlagt í tíðar- skeiðinum meðan barnið er í aldrinum 0-16 ár. Hetta svarar til tvær og eina hálva viku um árið. Umframt fáa foreldur onnur skeið í eitt nú deyvamentan og øðrum viðkomandi. – Foreldraútbúgvingin liggur frammalaga í okkara raðfesting, og vit fara at arbeiða fram ímóti eini slíkari í Føroyum, sigur Virgar Hvidbro. Framstig Yvir fyri myndugleikunum hevur teknmálsráðgevin, sum var í hálvum starvi á Sernámsdeplinum til í summar, boðað frá, at um hon aftur skal taka starvið á seg, skal í minsta lagi eitt fulltíðarstarv normerast afturat. Við meirjáttanini til Sernámsdepilin verður hetta veruleiki komandi ár. – Deyvaøkið er ógvuliga spennandi og avbjóðandi, og eg eri avgjørt ikki troytt av tí. Verður hálva starvið boðið út aftur, fari eg at umhugsa at søkja tað. Ar- beiðsuppgávurnar eru so nógvar, at økið hevur brúk fyri í øllum førum tveimum fólkum. At játtan verður til eitt starv afturat er eitt stig á vegnum fram, hóast tað ikki er nøktandi. So er mín vón, at myndugleikarnir ikki steðga á har, men fylgja økinum upp við bæði størri játtan og við at seta fólk. Vit mugu endiliga ikki setast afturá og halda, at nú er nóg mikið, sigur Edny Poulsen. At deyvaøkið hevur havt so lítla játtan, hevur gjørt, at tað ikki hevur borið til gjørt tær uppgávurnar, sum hava ligið fyri framman. – Játtanin hevur verið so lítil, at fígging hevur ikki verið til tað neyðuga. Tí hopi eg, at pengar ikki bara eru til at seta fólk, men eisini til, at tey kunnu arbeiða. At skipa skeið og gera tilfar kostar pengar, sigur Edny Poulsen. Foreldraútbúgvingin er sera spennandi verkætlan, heldur Edny Poulsen. – Tað er upplagt, at ein slík verður sett á stovn í Føroyum. Nógvar fyrireik- ingar eru gjørdar longu og tað liggur klárt at seta hol á aftur, sigur hon. Færri deyv eru í einum samfelag, størri er tørvurin á einum góðum netverki. – Í øðrum londum, har nógv deyv er, hava tey eitt heilt øðrvísi netverk enn í Føroyum. Her eru tey deyvu í nógv størri mun enn aðra staðni integrerað í samfelagið, nevniliga tí tey eru so fá í tali. Tí setur tað eyka krøv til deyv í Føroy- um, hóast tað sjálvsagt eis- ini er ein fyrimunur fyri tey, sigur Edny Poulsen. Tey deyvu betri sømdir Óli Holm, landsstýrismaður, hevur megnað at útvegað deyvaøkinum eina meirjáttan komandi ár, soleiðis at tey deyvu og avvarðandi teirra fáa betri sømdir Pedagogar mótmæla Gávugóðs í februar Rannvá Kunoy, myndlistafólk, er fyrsta unga føroyska listafólk- ið, sum hevur fingið gávugóðs úr grunninum – Foreldraútbúgvingin liggur frammalaga í okkara raðfesting, sigur Virgar Hvidbro Góð tíðindi C M Y K 7 6