Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 231 - 29. november 2001 Nr. 231 - 29. november 2001 9 OLJULEITING OG FØROYSK LUTTØKA Jan Müller Lemjandi atfinningarnar hjá Gunvør Balle móti oljufeløgunum og út- lendsku kontraktarum teirra um, at teir ikki hava gjørt sær nóg góðan ómak at liva upp til andan í før- oysku lógini um at brúka føroyskar vørur og tænastur hevur verið eitt av aftur- vendandi málunum á olju- ráðstevnuni í Norðurlanda- húsinum týsdagin og miku- dagin. Í gjár varð spurn- ingurin reistur, hvussu føroyskir myndugleikar kunnu fáa útlendsku fe- løgini at brúka føroysku vinnuna meira. Roberto Lorato, stjóri í Agip í Bretlandi segði, at felagið sjálvandi fór at viðgera tær atfinningar, sum høvdu verið í sam- bandi við fyrstu boringar- nar og hava hetta í huga, tá Agip sum einasta felag fer at bora næsta ár, men hann vísti samtíðis á, at vit enn bert eru í eini leitifasu. Tí verður tað kanska fyrst tá lønandi fund eru gjørd og tey verða útbygd, at mun- andi tørvur verður á at nýta føroyskar vørur og tæn- astur. Hann helt tað eisini vera ein spurning um at hava tol, tí verulig gongd fer at koma á, tá lønandi fund verða gjørt. Sofus Poulsen, føroyskur umboðsmaður í Bretlandi, helt, at oljufeløgini, sum vilja arbeiða á føroyska landgrunninum, eiga at gera brúk av føroyskum vinnulívi, eisini hóast talan bert er um eitt leitiskeið, sum kanska ikki hevur so nógv avleitt virksemi við sær. – Tað er eisini av týdningi skulu tit tryggja tykkum leitiloyvi her í framtíðini, og tit tá skulu troyta ein føroyskan ídnað, sum er kappingarførur, at tit tá hava verið við til at menna henda ídnað og geva honum avbjóðingar. Og í hesum førinum helt Sofus Poulsen, at tað kundi verið eitt gott hugskot hjá feløgunum, sum arbeiða vestan fyri Hetland, at brúka føroyskar vørur og tænastur. Mælir feløgunum til at brúka vinnuna Uppá fyrispurning um hann ikki vildi mæla oljufeløg- unum og stóru kontraktar- unum, sum framhaldandi ynskja at virka á føroyska landgrunninum, eitt nú Transocean og Smedvig, ið eiga boripallar og skip, til at brúka føroyskar vørur og tænastur uttan fyri Før- oyaøkið eisini, svaraði Herálvur Joensen, stjóri í Oljumálastýrrinum játt- andi. Hann kundi avgjørt mæla feløgunum til at brúka føroyskar vørur og tæn- astur, um hesar vóru kapp- ingarførar. Men hann vísti samtíðis á, at tað er ikki “trendurin” í dag, tvs. tíðin er búgvin longur til at reka verjupolitikk á vinnuøkin- um í Europa og hetta ger seg eisini galdandi í Før- oyum. Tí høvdu føroyskir myndugleikar eisini valt at orða seg varðliga í krøv- unum til feløgini men kortini latið tey skilja, at tað er eitt ynski frá før- oyskari síðu, at føroyska vinnan kemur við í menn- ingina av hesi nýggju vinnu, eisini hinumegin markið. Hann helt eisini, at virksemi á landgrunninum átti at verið mett sum ein lopfjøl fyri føroyka vinnu at arbeiða í øðrum økjum og harvið byggja upp ein førleika, sum aftur kann vera til gagn á føroya- økinum. Hann vísti eisini á, at tað longu vóru føroyskar fyri- tøkur, t.d. Thor í Hósvík, sum høvdu gjørt sáttmálar við oljufeløgini, her við BP um at gera uppgávur aðrastaðni. Herálvur Joen- sen var fegin um, at Gunvør Balle hevði borið fram sínar trupulleikar við ikki at verða hoyrd av útlendsku feløgunum og vildi hann í tann mun hetta er møguligt og eigur at gerast, at broyta verandi skipanir og reglugerðir, soleiðis at ein kappingarfør føroysk vinna veruliga sleppur upp í part. Í hesum sambandi nevndi hann eisini, at føroyskir myndugleikar fara at “stramma” upp krøvini, har teir kanska hava verið ov lagaligir at geva undantaks- loyvi. Livið upp til andan Árni Olafsson, ein av the “grand old men” í før- oyskari oljuvinnu, hann var leingi formaður í Olju- ráðleggingarnevndunum, samráðingarleiðari í mark- nasamráðingunum við bretar og í dag ráðgevi hjá føroyskum oljumyndug- leikum, tók fult undir við stjóranum í Oljumála- stýrinum. Hann vísti á, at nú myndugleikarnir høvdu valt ta nútímans leiðina við ikki at krevja av feløg- unum, at tey skuldu brúka alt sum er føroyskt fyri ein hvønn prís, so eiga feløgini harvið eisini at skilja andan í lógini. –Vit vóna sjálvandi, at oljufeløgini skilja bókstavin og lesa hann rætt um, hvønn týdning tað hevur fyri framtíðar vinnuna her hjá okkum, at feløgini brúka føroyskar vørur, læra upp og halda føroyskum arbeiðsfólki til. Hann vísti á, at tá føroyingar fara undir at bjóða út egið tilfeingi til oljufeløgini at fáa lut í, so eiga tey eisini at skilja føroyska boðskapin um, at menningin ikki skal liggja í Rotterdam, Sta- vanger ella Aberdeen men í Føroyum. Tá BP stjórin Michael Schilly varð spurdur, um hann metti Føroyaøkið sum eitt øki fyri seg og økið vestan fyri Hetland sum eitt fyri seg ella metti bæði økini sum eitt, nevniliga Atlantsmótið, svaraði hann, at hann sá alt økið millum Føroyar og Hetland sum eitt og sama øki. (Lesið í morgin um góðu úrslitini, sum Thor í Hósvík hevur fingið í fyrsta leiting- arumfarinum, og har tað hevur góðir royndir at vísa á í samstarvinum við olju- feløgini.) Umboð fyri føroyskar oljumyndugleikar við oljufeløgini: – Brúkið føroysku vinnuna Tveir av teimum tungu “dreingjunum” í føroyskum oljuhøpi, Árni Olafsson og Herálvur Joensen mæltu báðir staðiliga stóru oljufeløgunum og konktraktarafeløgum teirra til at gera brúk av føroyskum vinnulívi Sofus Poulsen, umboðsmaður í Aberdeen heitti á oljufeløgini - fyri at tryggja sær sjálvum framhaldandi rættindi í Føroyum - um at brúka føroyska vinnu eisini í virksemi sínum aðrastaðni -Vit eru vónsvikin av fyritøðufeløgunum og halda ikki, at tey hava livað upp til okkara vónir og til tær serligu almennu reglarnar um at taka lokala ídnaðin við í arbeiðið. Tað er mín hugsan, at oljufeløg- ini hava ikki verið serliga heppin við at fáa sínar høvuðskon- traktarar til at brúka føroyskar vørur og tænastur, har hetta er møguligt segði Gun- vør Balle frá PAM Offshore Service á oljuráðstevnuni OLJUVIRKSEMI Jan Müller Oljufeløgini, sum arbeiða í Føroyum, tvs. bæði fyri- støðufeløg fyri boringunum og stóru útlendsku kon- traktarafeløgini, eitt nú tey, sum eiga boriskip og –pallar, fingu bæði rís og rós at oljuráðstevnuni í Havn týsdagin. Eftir at Jan Mortensen, stjóri í Vinnu- húsinum í framløgu síni hevði víst á ónøgdina hjá føroyskum fyritøkum við oljufeløgini, tí tey hildu ikki, at tey vóru sloppin nóg nógv upp í part í arbeiðinum, legði Gunvør Balle, stjóri í PAM Off- shore Service, sum er ein av teimum fáu føroysku fyritøkunum, sum arbeiðir burturav í frálandavinnuni, legði í framløgu síni sera hart út móti somu olju- feløgum. Hon var avgjørd og sera ónøgd við føroysku luttøkuna í fyrstu leiting- unum og gav oljufeløgun- um einki minni enn dumpi- karakter fyri hetta fyrsta árið við veruligum virk- semi á Føroyaøkinum. Gunvør Balle, sum hevur staðið á odda fyri frálanda- virkseminum hjá Tórshavnar Skipasmiðju seinastu fimm árini og hevur brúkt nógva orku og kreftir uppá at menna fyritøkuna og dótturfyri- tøkur til at kunna vera við í komandi oljuvirkseminum, vísti á, at PAM Offshore hevði ongan sáttmála finið við fyristøðufeløgini (operatørarnar), áðrenn boringarnar byrjaðu – eins og onnur feløg høvdu tað. Hon var tó fegin um at hava verið partur av tí lut- takarapakkanum, har oljufeløgini – í teirra føri Amerada Hess - hava verið við til at fíggja eina uppgradering av tí lokala ídnaðinum, tvs. at gera vinnuna búnað til at kunna bjóða vørur og tænastur javnbjóðis øðrum. –Men hvat skal tú brúka útbúgvið og kvalifiserað fólk til, um vit ikki kunnu tryggja okkara starvsfólki arbeiði spurdi hon? Hon reisti spurningarnar, hvussu føroysk vinna hev- ur dugað at bjóða dygdar tænastur og at selja seg sjálva fyri møguligum kundum – og hvussu fyri- støðufeløg og teirra kon- traktoarar hava dugað at givið føroysku vinnuni ein møguleika at bjóða seg fram við vørum og tæn- astum? Og stjórin í PAM svaraði spurningunum sjálv: -Vit eru vónsvikin av fyritøðu- feløgunum. Vit halda ikki, at tey hava livað upp til okkara vónir og til tær serligu almennu reglarnar um at taka lokala ídnaðin við í arbeiðið. Tað er mín hugsan, at oljufeløgini hava ikki verið serliga heppin við at fáa sínar høvuðs- kontraktarar til at brúka føroyskar vørur og tæn- astur, har hetta er møguligt. Hon segði víðari, at ikki minst tá tørvurin hjá fyri- støðufeløgunum á vørum og tænastum hevur verið heldur avmarkaður, áttu høvuðskontraktararnir, sum jú eru teir, ið skulu keypa vørur og tænastur, og her serstakliga palleigararnir, alla tíðina at verið mintir á at liva upp til føroysku lógarkrøvini. Orð og gerðir fylgjast ikki at Hon helt eitt sindur speisk- liga fyri, at hennara royndir eru, at fyristøðufeløgini fegin vilja tosa. Tey siga seg hava ein góðan vilja, men tá tað kemur so langt sum til handil, so liva tey oftani ikki upp til henda góða vilja og lyfti síni. Sum dømi um hetta nevndi hon, at somu umboð fyri allar operatørarnar fyri bert einum ári síðani stóðu á sama stað her í Norður- landahúsinum og komu við lyftum til føroysku vinnuna at vera við í arbeiðinum. -Vit hava so eisini lært, at kontraktarar eru sera krav- mikil og hørð fólk at samráðast við. Tó er tað sambært loyvisreglunum, fyristøðufelagið, sum hevur ábyrgdina av lokalari lut- tøku, og tí eiga vit ikki bara at góðtaka frágreiðingarnar frá kontraktarunum, tá teir koyra okkum niður. Sjálv skilji eg, at kontraktararnir kenna seg ikki at hava nakra skyldu til at taka føroyska vinnu við, og tí er tað lættari hjá teimum at gera sum teir plaga við teirra fasta starvsfólki, at brúka verandi undirkon- traktarar og keypa vørur og tænastur frá teimum, sum teir eru vanir við. PAM PAM Offshore Service varð stovnað í 1998 sum eitt dótturfelag av Tórshavnar Skipasmiðju. Endamálið er at menna førleikan innan mekaniskar tænastur, bæði framleiðslu, viðlíkahald og umvæling til offshore ídnaðin. Starvsfólkið hjá Pam hevur arbeitt í norsku frálandavinnuni seinastu fýra árini. Í eini alliansu við Aker Maritime hevur fyri- tøkan havt 10 vælútbúnar arbeiðarar á lønarlistanum. Teir hava fingið øll tey neyðugu skeiðini innan trygd o.a. Fyritøkan hevur roynt at fylgt gongdini og tryggjað seg, at hon livir upp til strangastu krøvini, ið vinnan setur slíkari fyritøku. Við hesi gongd ber til at siga, at Pam í dag er eitt av teimum fáu feløgunum í Føroyum, har nærum 100% av umsetn- inginum stavar frá frálanda- vinnuni. Gunvør Balle vísti á, at síðani tey ymsu olju- feløgini hava sett á stovn egnar skrivstovur í Føroy- um, hevur fyritøkan brúkt nógva orku til at hava støð- ugt samband við oljufeløg- ini, sum fingu leitiloyvi. Fleiri ferðir hava tey hitt fyristøðufeløg og kontrakt- arar teirra og upplýst um, hvat tey hava at bjóða. Lítið komið burturúr Hvat er so komið burturúr! Eftir tí sum Gunvør Balle nevndi er svarið, syrgiliga lítið. Onkur umvæling á út- gerðarskipi og okkurt sveisiarbeiði á Sovereign Explorer í ein dag. Har- afturímóti vunnu tey sátt- mála um at byggja ein kon- teynara fyri Amerada Hess. -Fyri tær fyritøkur, sum als ikki hava verið við í nøkrum virksemi, ljóði eg kanska eitt sindur ótakk- som, men eg haldi vit hava góðar og kappingarførar vørur at bjóða fram, men tað hevur verið nærum ómøguligt at koma uppí part. Í løtuni hava vit somu trupulleikar, tá vit royna at koma inn á bretska marknaðin. Tá vit so spurdu eigararnar av bori- pallunum, um teir kundu brúka okkara tænastur og okkara fólk á pallunum, fingu vit altíð sama svar: at teir høvdu síni egnu fólk. Hetta hóast ta sannroynd, at vit vistu, at eigararnir av boripallinum og boriskip- inum høvdu sveisarar í arbeiði, sum vórðu leigaðir frá øðrum undirkontraktar- um til at útinna serliga upp- gávur á pallunum. Tá vit so spurdu um tað fingu vit at vita, at hesir vórðu í einum langtíðarsáttmála. Um hetta er so, tá er tað ein langur vegur hjá føroyskum tæn- astuveitarum at slíta ketuna við at veita vælútbúgvið fólk. Tað, sum eg haldi er so ørkymlandi, er, at vit hava kvalifiserað fólk til eitt ávíst arbeiði, men vit kunnu ikki fáa atgongd til arbeiðið. Gunvør Balle segði seg annars vóna, at ráðstevnan ikki einans fór at varpa ljós á hesar trupulleikar men eisini geva sítt íkast til at fáa partarnar at skilja hvør annan betri. Hon segði seg vilja trúgva góðu ætlanun- um hjá oljufeløgunum men helt eisini, at tað fór at taka tíð og at tørvur er á eini hugburðsbroyting bæði hjá loyvishavarum og kontrakt- arum, áðrenn vit síggja nakra munandi føroyska luttøku. –Nú tá kolvetni eru funnin á landgrunninum er sannlíkt, at frálandavinnan fer at halda fram í mong ár, og trupulleikarnir í dag vilja tí helst verða eyg- leiddir sum smáir, saman- borið við tað, sum liggur fyri framman. Fleiri av viðmerkjarunum hildu tað vera skeivt at stara seg blindan uppá hetta fyrsta leitiárið, tí vit fóru at læra av mistøkum og royndum og fóru viður- skiftini at broyta seg heilt, tá eitt veruligt fund var veruleiki, og ein útbygging fór í gongd. Tá fór at verða nokk av arbeiði. Kjartan Kristiansen, stjóri á Menn- ingarstovuni reisti spurn- ingin, hví okkurt fyristøðu- felag sum t.d. BP, gjørdi stóran part av kanningar- arbeiðinum í sambandi við boringina í Aberdeen, með- an onnur feløg, her bæði Amerada Hess og Statoil gjørdu stórsta partin av hesum arbeiði í Føroyum. John Thorogood, leitistjóri hjá BP metti tað hevði verið torført at flutt alt arbeiðið til Føroya í tí støðu felagið var í. Tá vil tað verða øðrvísi í eini útbyggingar- fasu. Tá fara eisini teir stóru kontraktararnir so sum Baker Huges, Halli- burton og Schlumberger at hava skrivstovur í Før- oyum. Umboð fyri Transocean, Asbjørn Olsen varð stutt- orðaður tá hann svaraði aftur uppá kritikkin frá Gunvør Balle. Hann segði, at teir rætt og slætt ikki hava havt brúk fyri nøkrum av tænastunum frá Pam. Halvor Snarvold, sum hev- ur staðið á odda fyri GEM- samvinnuni øll árini og tí hevur gott innlit í bæði føroysk viðurskifti og oljufeløgini helt tað vera gott, at slík misnøgd kom fram á slíkari ráðstevnu. Hann vísti tó á, at talan er um eina langtíðarvinnu og bað til, at lokali ídnaaðurin ikki er ov ótolin, tí tað kann bara skaða. Her er eisini talan um at læra av tí tú ger tvs. »learning by doing«, sum hann málbar seg. Gunvør Balle, stjóri í føroyska frálandafyritøkuni PAM Offshore Services fanst harðliga at útlendsku oljufeløgunum á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum. Føroysk oljufyritøka gevur útlendskum oljufeløgum dumpikarakter 20. november í ár fekk PAM Offshore Service handað ISO9001:2000 certifikat frá Det Norske Veritas. Góðskuskip- anin umfatar: Veitan av vørum og tænastum til oljuvinnuna, herundir: Umvælingar og viðlíkahald av mekaniskum/stál arbeiði. Prefabrikatión/nýbygging av rør- og stálkonstruktión- um Beinleiðis søla frá goymslu og útvegan av vørum og eyka- lutum fyri kundan. C M Y K 9 8