hósdagur 29. november 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 231 - 29. november 2001
Nr. 231 - 29. november 2001
11
Ólavur Rasmussen
Tað er við vilja, eg skrivi
hesa
viðmerking
eftir
fólkatingsvalið. Í Sosial-
inum, dagfest 17. no-
vember 2001, skrivar tú
eina agitatiónsgrein, ið ber
heitið: Í hjørtum
okkara
býr frælsi… Í hesi grein
skýrir tú undirritaða – og
øll onnur tjóðveldisfólk,
umframt sjálvstýrisfólk í
Fólkaflokkinum – fyri at
vera nazistar ella national-
sosialistar.
Sjálvur havi eg verið
prestur í Norðurtýsklandi
ella Suðurslesvík og stóri
hópurin av teimum gomlu
sóknarbørnunum hjá mær
vóru offur fyri Hitlerstýr-
inum í Týsklandi.
Eg havi kent og jarðað
nógvar gamlar týsk/danska
vinmenn, sum hava sitið í
týskari fangalegu, og sum
vóru merktir á lív og sál av
hesum upplivingum. Felags
fyri teir allar var, at teir
vóru góðir við Danmark og
ta
donsk/norðurlendsku
hugsjónina um demokrati,
meðan teir ræddust tankan
um, at ein statur tekur
kvørkratak um ein annan
stat og eitt annað fólk –
sum er eyðkent fyri na-
tionalsosialistiska
hug-
burðin.
Góði Johan Dahl. Vit
hava øll loyvi til at vera
ósamd um eina sak. EIisni
ríkisfelagsskapin. Vit eru
øll eins góðir føroyingar
hvørt vit vilja loysing ella
samband. At skýra tíni
mótstøðufólk
national-
sosialistar er líka so nógv
burturvið, sum tað hevði
verið av mær at skýrt teg
ein quisling. Vit liva í
einum
demokratiskum
landi og eiga at duga at
vera ósamd um eina sak –
og at virða tað, at onnur
fólk hugsa øðrvísi enn ein
sjálvur.
Um
tú
innihaldsliga
hevur so lítið at borðreiða
við politiskt, at tú ikki
megnar
annað
enn
at
samanbera tíni mótstøðu-
fólk við nazismu og tale-
banismu, so hevur tú ikki
nóg nógv argument fyri
tínum egna politikki. So
ansa eftir eina aðru ferð
ikki at lata kenslurnar fara
avstað við tær, men nýt vit
og skil, tí tað hevur tú
ovmikið av.
Loksins eitt sindur av
suðuroyarhumor í sárið:
Um tær manglar argument
fyri at vera sambands-
maður ert tú vælkomin at
ringja til mín!!!
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Nakrir huldumenn eru í loyndum farnir at leggja ætlanir
um tveir berandi stólpar í føroysku fiskivinnuni –
Fiskasøluna og Fiskavirking. Hetta spælið í loyndum fer
fram, uttan at leiðslurnar í hesum feløgum vita nakað stór-
vegis um ætlanirnar. Og landsstýrismaðurin í vinnumálum
er bara leysliga kunnaður, sigur hann.
Men tað loyva vit okkum at ivast í. Letur hann ikki bara
sum um hann einki veit? Er kanska talan um onkran
politiskan tvangstanka – kanska eina ætlaða privatisering
– nakrar fáar mánaðir undan einum møguligum stjórnar-
skifti í landinum?
Veit landsstýrismaðurin einki um ætlanirnar hjá Fram-
taksgrunninum, sum eigur Fiskavirking og Fiskasøluna, er
spurningurin álvarsamur og prinsipiellur, tí leiðslan í
Framtaksgrunninum er jú bara tann longdi armurin hjá
landsstýrismanninum! Hinvegin hava vit áður sæð, at
embætismenn í Vinnumálastýrinum hava stoypt hug-
sjónarligar ætlanir, sum eru víttgangandi og borgarligar so
tað forslær.
Vit hava nú havt eina rættiliga støðuga javnvág – stabilitet
– í føroysku fiskivinnuni við rættiliga góðum úrsliti. Men
slíkt hulduspæl, sum nú er komið undan kavi, er alt annað
enn gagnligt. Hesi ódámligu »signal« hava longu elvt til
afturljóð úr útlondum. Fólk í útlendskari fiskivinnu spyrja
longu nú, hvat hendir í Føroyum. V.ø.o. er hulduspælið hjá
Framtaksgrunninum – og kanska eisini Vinnumálastýrin-
um – signal um óstabilitet og meira ella minni totaliter
fyribrigdi!
Enn vita vit so lítið um hulduspælið hjá Framtaks-
grunninum og Vinnumálastýrinum. Men gitt verður, og
tað skilst av nógvum brøgdum, at Fiskasølan og
Fiskavirking skulu leggjast saman. Fyribils eru nevndirnar
samskipaðar, men tað løgna er, at bara ein nevndarlimur í
gomlu nevndini hjá Fiskasøluni er í tí nýggju samskipaðu
nevndini. Henda nýggja nevnd hevur fingið ein nýggjan
formann, stjóran í Formula, sum eisini eigur Vestmanna
Timburhandil og sum eisini er nevndarformaður í Kalli,
óivað óførur, men eingin sigur seg av álvara kenna henda
mann, sum knappliga verður tikin fram at stjórna
»lokomotivinum« í føroyska búskapinum! Virkar tað
álitisskapandi? Skuldi hann ikki havt arbeitt seg upp í
skipanini, og hvør er grundgevingin fyri at seta ein
løgfrøðing og ikki ein persón við fiskivinnuútbúgving ella
búskaparfrøðing?
Verða Fiskavirking ella Fiskasølan løgd saman í eina
risastóra fyritøku – ein mastodont – fer tað óivað at elva
til órógv í fiskivinnuni. Sum er selja fleiri privat fiskavirki
gjøgnum Fiskasøluna. Hvussu verður, tá tann nýggja
fyritøkan – fiskavirkis-sølufyritøkan – bæði skal kappast
um ráfisk við onnur virki, og samstundis skal selja fyri
hesi virki?
Í hesi atløgu skulu vit ikki koma inn á ætlanir ella møgu-
leikar at privatisera Fiskasøluna ella Fiskavirking. Vit
kunnu bara staðfesta, at í løtuni fer eitt ódámligt og
ófrættakent hulduspæl fram við landsins ognum – við
ognunum hjá tær og mær – samstundis sum fólksins
tænari – landsstýrismaður – bara er kunnaður! Hvat er á
vási og verða atgerðirnar framdar, tí tað stendur so illa til
hjá Fiskasøluni og Fiskavirking?
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Ódámligt hulduspæl
við landsins ognum
VIÐMERKINGAR
Gamla Sjálvstýri
Tann aktuella støðan í (Elli)gamla Sjálvstýrinum
kann samanfatast í hesi lítlu yrking:
Formansvalið hevði skund
Helena fær ei í eyguni blund
hatar Sámal Petur í Grund
heldur hann vera ein dumman hund
Heilsan
Heri Eysturlíð
Helena og Hanus
Samuelsen
Í Hoyvík 17. nov. 2001
So hendi tað aftur. Lands-
sjúkrahúsið, sum kom inn á
Eirargarð 14 við eini
sjúkradeild, er nú eisini
flutt inn á 16. Nú eru tvær
sjúkradeildir á Eirargarði
14-16, ið eru samanbygd
hús.
Dóttir okkara hevur búð á
Eirargarði 16 síðan 1980, tá
hetta hús var bygt at hýsa
fólki, ið tørvaði pedagog-
iska hjálp og stuðul. Tað er
so løgið, at sjúkrahúsið
flytur inn á somu adressu,
og eingin spyr tey, ið búgva
har frammanundan, um
onnur kunnu koma inn til
tey at búgva. Vóru tey
spurd, áttu vit at vita tað, tí
dóttir okkara er ómyndug-
gjørd, so vit eru ikki bara
hennara foreldur, men eis-
ini hennara verjar.
Nú spyrja vit, hvør hevur
ábyrgdina av tí, sum hent
er:
landsstýrismaðurin
í
almanna- og heilsumálum?
sjúkrahússtjórin/-leiðslan?
stjórin fyri serforsorgini?
onnur?
Til kunningar: Sjúkradeild-
in, ið var tikin í nýtslu nú,
15. nov. 2001, er í sunnara
enda á Eirargarði 16B
norður, sum er heimið hjá 5
fólkum.
Og vit spyrja, hvør okk-
ara er so hjartagóður, at
hann hevði loyvt gjøgnum-
gongd til sjúkradeild ígjøg-
num sítt heim dag og
dagliga og fleiri ferðir um
dagin? Hetta er tað, sum
verður álagt teimum at tola,
sum ikki eru før fyri at
mótmæla.
Hans Dalsgaard, sáli,
gjørdi einaferð eina yrking,
tá hann helt toruna ganga
ov nær. Yrkingin ljóðar:
Góði Johan Dahl…
Landssjúkrahúsið flutt inn á Eirargarð 16
Meg hugbítur mangan,
at her kom ein profetur
í Jeramiasar líki,
við hevjaðum hondum
og logandi eygum,
at skelka samvitsku teirra,
ið gloyma skaparans minstu –
sum siga í háfloygdum røðum,
til handaklapp
og hurrá:
»Tað er ikki produktivt,
at byggja borgir
til býtt børn.«
Ár 2001 verður »borgin« tikin frá teimum. Tey 15
fólkini kunnu nú flýggja saman. Hvar skulu tey fara?
Næsta ár verður
skattaprosentið í
Havn óbroytt, men
minnilutin í Býráð-
num vil hava barna-
frádráttin hækkaðan
TÓRSHAVN
Áki Bertholdsen
Næsta ár verður skatta-
prosentið í Havn tað sama,
sum tað er í ár, tvs 18,75%.
Tað er greitt, nú Býráðið
leggur seinastu hond á
fíggjarætlanina fyri kom-
andi ár.
Jan Christiansen, borg-
arstjóri, sigur, at Havnin
stendur í sera stórum
vøkstri og tí stendur á at
fylgja við at byggja skúlar,
vegir, barnaansing og alt
annað út, sum krevst fyri at
kunna hýsa øllum hesum
fólkunum.
Harumframt hevur Bý-
ráðið sett sær fyri at gera
eitt ordiligt hál fyri at fáa
skuldina hjá kommununi
niður.
Næsta ár er ætlanin at
betala 18 milliónir í av-
dráttum, men harumframt
koma so 16 milliónir í
rentum. Sostatt skal komm-
unan betala 34 milliónir
næsta ár í rentum og av-
dráttum.
Í ár hevur kommunan
betalt 20 milliónir í av-
dráttum
Næsta ár fer skuldin hjá
kommununi sostatt beint
niður um 200 milliónir og
tað er minni enn ein hálv
álíkning, tí komman fær
400 milliónir inn í skatti
Sostatt er kommunan
rættiliga væl fyri í so máta
og tað gevur henni eisini
eitt størri, fíggjarligt frælsi.
Hækka
barnafrádráttin
Á
býráðsfundi
herfyri
boðaði minnilutin frá, at
sum heild tók hann undir
við fíggjarætlanini fyri
komandi ár.
Minnilutin tekur eisini
undir við, at skattaprosent-
ið skal vera óbroytt. Minni-
lutin er samdur í, at tað er
óráð at lækka skattin, sam-
stundis sum kommunan
hevur lutfalsliga stóra skuld
at dragast við og sam-
stundis sum stórar upp-
gávur liggja fyri framman
at loysa
Hinvegin eru minnilutin
og meirilutin ikki samd um,
hvussu stórur barnafrá-
drátturin skal vera komandi
ár
Meirilutin mælir til at
varðveita barnafrádrattin
upp á 3.500 krónur fyri hørt
barn undir 18 ár, men
minnilutin mælir til at
hækka hann 500 krónur,
upp í 4.000 krónur fyri
hvørt barn.
Á Býráðsfundi herfyri,
upplýsti Leivur Hansen, at
hetta fer at kosta komm-
ununi 2,7 milliónir.
Minnilutin mælir eisini
til at seta 400.000 krónur av
til eina vitjunartænastu til
eldri fólk.
Hann helt, at ein stór
kommuna sum Havnin,
eigur at hugsa nógv um tey
eldru og at veita teimum
eina hjálpandi hond. Hetta
var eisini í samsvari við
eldrarálitið hjá Býráðnum
um eldrapolitikkin í komm-
ununi tey komandu árini
Á býráðsfundi herfyri
greiddi Elin Lindenskov
frá, at hetta er ein skipan,
har sjúkrasystir eina ella
tvær ferðir um árið kann
fara heim til øll yvir 75 ár
at kanna heilsustøðuna.
Hon heldur, at hetta kann
hava eina stóra fyribyrgj-
andi ávirkan, so at ymsir
trupulleikar verða uppdag-
aðir so tíðliga sum gjørligt.
Næsta ár skulu stórar
útbyggingar gerast í
høvuðsstaðnum, men
tað verður tann bleyti
pakkin, sum fer við
teimum størstu
upphæddunum
TÓRSHAVN
Áki Bertholdsen
Næsta ár skulu útbyggingar
gerast í Tórshavnar Kommu
fyri 84 milliónir krónur.
Hetta sæst á fíggjarætl-
anini, sum Býráðið hevur
til viðgerðar.
Fíggjarætlanin skal verða
liðug í hesi vikuni og í
kvøld fer Býráðið at leggja
seinastu hond á hana,
áðrenn hon verður send
Landsstýrinum til góð-
kenningar.
Fíggjarætlanin hjá Tórs-
havnar Kommunu verður
næsta ár upp á 406,5
milliónir.
Byggja út fyri 85
milliónir
Tað nógva av útreiðslunum
eru ásettar við lóg.
Men ætlanin er eisini at
gera rættiliga stórar út-
byggingar í høvuðsstaðnum
næsta ár.
Jan Christiansen, borgar-
stjóri, sigur, at ætlanin er at
byggja út fyri góðar 84
milliónir í Havnini næsta
ár. Av teimum er ætlanin at
byggja Tórshavnar Havn út
fyri góðar 20 milliónir, men
hinar 64 milliónirnar fara
til aðrar útbyggingar í
kommununi.
Sostatt er útbyggingar-
kvotan, sum Tórshavnar
Kommuna hevur fingið frá
landsstýrinum næsta ár,
spent á tamb.
Útbyggingarkvotan hjá
Tórshavnar Kommunu er
upp á 75 milliónir næsta ár.
Men av tí, at Landsstýrið
góðkennur, at bara helvtin
av
havnarútbyggingum
verða taldar uppí, skulu
bara helvtin av teimum gott
20 milliónunum, sum skulu
brúkast upp á Tórshavnar
Havn, teljast við og sostatt
gongur roknistykkið akku-
rát upp.
Jan Christiansen sigur, at
tað, sum serliga krevur
stórar útbyggingar í Tórs-
havnar Havn, er, at tvey,
stór, nýggj ferðamannaskip
fara at sigla á Havnina
næstu árini, í 2003 kemur
nýggj Norrøna og í 2004
kemur eisini nýggjur Smyr-
il og tí er tað neyðugt at
byrja upp á útbyggingarnar
beinanvegin.
Annars krevur Býráðið,
at Landsstýrið betalir tann
partin av havnaútbygg-
ingini, sum krevjast fyri at
Smyril skal kunna leggja at.
Ein bleytur pakki
Borgarstjórin,
at
nú,
karmarnir eru lagdir fastir,
skal
kommunan
undir
arbeiðið at raðfesta tær
útbyggingar, sum skulu
gerast.
Tí er tað ikki endaliga
gjørt av, hvat tær gott og
væl 64 milliónirnar, sum
annars eru settar av til
útbyggingar, skulu brúkast
til.
– Men tað er í øllum
førum greitt, at ein munndi
partur av teimum skulu
brúkast til at byggja skúlar
fyri.
– Nýggja skúlalógin setir
sera stór krøv til skúlahøli
og tí er tað alneyðugt at
leggja stóra orku í tað
arbeiðið.
Jan Christiansen sigur, at
Tórshavnar
Kommuna
noyðist at brúka einar 200-
300 milliónir tey komandu
árini til skúlarnar í býnum.
– Neyðugt er at byggja
nýggjan skúla í Hoyvíks-
haganum. Men harumframt
er tað eisini neyðugt at
byggja bæði skúlan á Argj
um, í Kollafirði og í Kald-
bak,
umframt
Komm-
unuskúlan og Eysturskúlan,
munandi út og at gera
ábøtur á teir.
Men somuleiðis er tað
esini greitt, at ein munandi
upphædd skal brúkast til at
byggja barnaansingarstovn-
ar næsta ár.
Sostatt er tað tann “bleyti
pakkin”, sum verður rætti-
liga stórur komandi ár.
Ringveg og
vatngoymslu
Umframt hetta, er tað
neyðugt at byggja nýggja,
stóra vatngoymslu í Kolla-
firði í sambandi við upp-
sjóvarvirkið, sum verður
bygt har, tí tað krevur sera
nógv vatn.
Og afturat tí er tað
neyðugt at halda fram við
Marknagilsvegnum út á
Argir.
Somuleiðis skal ein ytri
ringvegur gerast av Sand-
víkahjalla, úr Hvítanesveg-
num við Brennistøðina,
omanfyri allan býin, heilt
yvir í Oyggjarvegin, har
Meinhardt Arge selir bilar.
Hetta er eitt arbeiði sum
er mett at kosta næstan 50
milliónir og tað skal gerast
tey næstu fimm árini.
Men hetta er partvís
landsvegur og tí er avtala
gjørd við Landsstýrið um at
betala helvtina av tí.
Næsta ár er ætlanin at
Kommunan skal seta fýra
milliónir av til hetta ar-
beiðið og so fimm milliónir
um árið tey næstu fýra
árini. Landsstýrið skal so
seta somu upphædd av.
– Hetta eru stórar upp-
hæddir, men tær eru neyð-
ugar fyri at spjaða ferðsl-
una, tí sum er, verður øll
ferðslan, sum gongur inn í
Havnina, kroyst oman í
býin og tað taka vegirnir
ikki ímóti, sigur borgar-
stjórin.
Byggja út í Havn fyri
84 milliónir næsta ár
Havnin stendur í stórum vøkstri og tað setir stór krøv. Eitt nú verður neyðugt at byggja skúlar
fyri 200-300 milliónir tey komandu árini, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri
Skattaprosentið í Havn lækkar ikki
Minnilutin í Tórshavnar Býráð skjýtur upp at seta eina vitjunartænastu á stovn fyri eldri, har
sjúkrasystir vitjar heima hjá teimum eina ella tvær ferðir um árið at vita, hvussu til stendur
Savnsmynd
C
M
Y
K
11
10