Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 231 - 29. november 2001 Nr. 231 - 29. november 2001 13 C M Y K Bert 12% av føroysku fyritøkunum hava fingið fulla úrtøku burturúr oljuvinnuni í Føroyum. Vinnu- húsið hevur gjørt eina kanning, sum kannar eftir, hvat føroyskar fyritøkur hava fingið burturúr oljvuvinnuni. Enn eru trøini ikki heilt voksin inn í himmalin OLJURÁÐSTEVNA Heri á Rógvi Tann fyrsti av teimum seks, sum skuldu siga eitt sindur um luttøkuna hjá føroysk- um vinnulívið í oljuvinn- uni, var Jan Mortensen, stjóri fyri Vinnuhúsið hjá Føroya arbeiðsgevarafelag. Hann bygdi sína fram- løgu á eina kanning, sum Vinnuhúsið hevur gjørt. Kanningin byggir á spurn- ingar í sambandi við lut- tøkuna hjá føroyskum virkjum í oljuvinnuni í Før- oyum. Spurnarbløð vórðu send út til 72 fyritøkur. 45 av hesum somu fyritøkum ella 63% svaraðu spurnarblað- num frá Vinnuhúsinum. Hetta sigur so mikið sum, at tey, ið svaraðu, kanska ikki geva eina fullfíggjaðu mynd, men eru ein hampu- lig umboðan. Leys svør Av teimum 45 fyritøkunum hava 30 latið oljuvinnuni útbúnað ella vøru. Tann størsti parturin av fyritøk- unum hava latið heilsølu- vøru og tænastur. Tann størsti parturin av hesum veitingum fara til stóru veitarinar hjá oljufeløgun- um og eitt sindur minni fer til oljufeløgini sjálvi. Til spurningin um, hvussu tað gekk við at fara í holt við oljuvinnuna. 40% av halda, at tað gekk væl. Hinvegin siga 17%, at tað gekk ikki væl. Tann størsti parturin, 43%, siga, at tað gekk soleiðis nøkulunda. Tað er torført at siga júst hvat, ið hetta sigur. Spurningurin er rímiliga leysur, og spurn- ingartekin kunnu setast við, hvat størsti parturin, sum hevur svarað rímiliga væl meinar við hesum. Tað er sjálvsagt bert tey, ið hava tikið lut í oljuvinnuni, sum hava svarað hesum spurn- inginum. Kanningin spyr eisini, hvørjum fyritøkurnar hava havt trupulleikar av. Størstu trupulleikararnir hjá fyri- tøkunum hava verið við út- lendskari kapping og sam- skifti. Tað økið, sum før- oyskar fyritøkur hava stað- ið seg best sambært kann- ingini, er innanfyri compe- tence ella førleika. Allar fyritøkurnar vórðu spurdar henda spurning. Góðska og Heilsa og umhvørvi hava givið fyri- tøkunum eitt sindur av trupulleikum. Størsti part- urin av trupulleikunum koma undir bólkin eitt sindur av trupulleikum ella nógvir trupulleikar. Ivasamt Ein lítil triðingur av teim- um føroysku fyritøkunu, sum hava verið við at veita til oljuvinnu, hava latið fyri yvir eina millóin krónur. 37 % av fyritøkunum hava latið vørur, tænastur og annað fyri undir hundrað- túsund krónur, og 23% hava latið fyri millum hundraðtúsund og fimm- hundraðtúsund krónur. Á ráðstevnuni varð tað eisini ført fram av einum olju- felag, at umsetningurin ímillum føroyskar fyritøk- urnar hevði verið ógvuliga stórur, men hetta er eftir øllum at døma smábýtt. Omanfyrinevnda svar ger tað kanska eisini lættari at skilja tann næsti spurningin í røðini. Spurninguri ljóðar, um fyritøkurnar hava fing- ið tað, ið tær høvdu væntað burturúr oljuvinnuni. Tær 45 fyritøkurnar geva eina ikki stórvegis positiva mynd. 12% havi fingið tað burturúr, ið tær høvdu væntað sær, áðrenn olju- vinnan kom til landið. 24% siga harafturímóti bein- leiðis nei til spurningin, um hetta nýggja ævintýrið gav teimum tað, ið tey høvdu miðja ímóti. Tann stóri parturin, 64%, verða saml- aði undir tí allýsandi svar- inum: To some extent ella eitt sindur. Bryggjukanturin 11 av teimum 45 fyritøkum siga beinleiðis eisini, at lóggávum um, at alt skal um føroyskan bryggjukant hevur als ongan týdning havt. 22 fyritøkurnar meta hetta lógarverk hava havt sera stóran týdning, og hinar 12 liggja einastaðni mitt ímillum. Fyritøkurnar hava heldur einki gott at bera lóggávuni, tá ið tað verður spurt, um hetta hevur økt um teirra førleika og møguleikan. Ein meiri- lutir av fyritøkunum, ið tóku lut kanningini, siga, at lógin hvørki hevur betra um teirra møguleikar held- ur ikki teirra egna førleika. Hinvegin vilja so at siga allar fyritøkurnar varðveita lógarregluna um bryggju- kantin. Tað stutta av tí langa má vera, at trøini kanska ikki heilt náddu vegin fram nið- an í himmalin í hesum um- farinum. Hvussu framtíðin háttar verður sjálvandi spennandi at vita. Føroyskar fyritøkur skuffaðar av oljuvinnuni Mynd: Jan Mortensen, stjóri fyri Vinnuhúsið, legði á oljuráðstevnuni fram úrslitið av einari frágreiðing, sum Vinnuhúsið hevur staðið fyri. Hini á myndini eru Malan Johansen og Magni Arge Mynd: Jens Kristian Vang Ein av fremstu ser- frøðingunum hjá Amerada Hess, Richard Hardman, tosaði á oljuráðstevn- uni m.a. um, hvussu teir hava valt at satsa upp á Føroyar. Hann segði seg vera ógvu- liga fegin um úrslitið higartil OLJURÁÐSTEVNA Heri á Rógvi Richard F. P. Hardman er rættiliga kendur í Føroyum. Hann hevur í longri tikið aktivt lut í oljuleiting og oljuvirksemi undir Føroy- um eins og hinumegin markið. Hann hevur um- boðað Amerada Hess í Føroyum, har hann starvast sum ráðgevi. Hann hevur 40 ára royndir innanfyri oljuvinnu, og hann situr eisin í fleiri nevndum í Bretlandi. Á oljuráðstevn- uni var hann ein av teimum sokallaðu Key-note Speak- ers, sum fingu eitt sindur meira av tíð til at tosa enn hinir røðararnir. Røðan hjá Richard Hardman bar heitið Hand- ling Exploration Risk. Sum navnið eisin sigur, so snúði ein stórur partur av hansara røðu seg um, hvussu eitt oljufelag metur um vágar og hvussu feløgini so avgera, um leitingin skal fara fram ella teir skulu broyta ætlan. Vági Richard Hardman greiddi í sínari røðu frá, at tað vóru tveir høvðuslutir, sum mann leggur dent á í einari oljuleiting. Tað er kostnað- urin og óvissan. Við at gera kanningar og royndarbor- ingar, so minkar tað sjálv- andi eitt sindur um óviss- una, men hækkar sam- stundis um kostnaðin. Hann greiddi frá, at Før- oyar enn vóru eitt rættiliga óvist øki. Í løtuni verða fleiri og fleiri boringar gjørdar, soleiðis at óvissan spakuliga minkar, men hinvegin hækkar kostnað- urin jú almikið. Amerada Hess ella sam- takið hjá teimum hevur sett góðar 140 mió av til hesar royndarboringarnar, og samanumtikið hevur Ame- rada Hess sett 35 mió. dollarar ella góðar 435 mió krónur. Og, sum Richard so klárt segði, hetta merkir ikki at vita at olja er har, tí so var ikki neyðugt hjá okkum at bora. Amerada Hess nýtir árliga milliardir av krónum til leiting eftir olju og royndarboringar. Tað er Richard Hardman, oljuserfrøðingur: Týdningarmikið at vera við frá byrjan Richard F. P. Hardman er víðagiting kring allan heim í sambandi við oljuvinnuni. Á Offshore Faroes segði hann eitt sindur um, hvat vit føroyingar kunnu vænta okkum Mynd: Jens Kristian Vang sjálvandi ógvuliga ymiskt, hvussu úrslitið verður, men tað er ógvuliga vanligt, at brunnar eru tómir fyri olju. Eisini kemur tað fyri, at hendan oljan ikki kann fáast upp, eitt nú orsakað av goymslugrýtinum. Hjá einum oljufelag sum Amerada kann kostnaður, tá ið tað er klárt til at fara undir boring hava samlað til upp ímóti einari milliard dollarar, vísti Richard Hardman á. Tað kann eisini taka upp ímóti 10 árum ella meira frá tí byrja verður við kanningum til til ein gevandi framleiðslufasa kann fara ígongd. Ikki so nógv olja Í teirri sera áhugaverdu røðuni hjá Richard Hard- man, greiddi hann eisini eitt sindur frá, hvussu tað jarðfrøðiliga hekk saman við Føroyar og hjá Het- landi. Brunnirnar við Het- landi vóru eisini teir, sum fingu oljufeløgini at leita við okkar leiðir. Hann greidd frá, at teir eftir tær seismisku- kanningarnar vóru rættilig væl nøgdir og spentir. Tær vístu, at her væl sagtans kundi vera olja. Ætlaðu boringarnar góvu ikki heilt tað úrslitið, sum teir høvdu væntað, tá ið teir fyri tað nógva raktu seg í sand. Sum øllum kunnugt so boraðu teir longur niður enn ætlað, og har var olja funnin. Tann oljan, sum teir funnu, kunnu teir ikki siga so nógv um sum nú er. Tað er oljan til í reservoirinum, men enn hevur tað ikki eydnast teimum at gera sær eina mynd av goymslu- grýtinum í brunninum. Fleiri royndir vilja siga teimum meira um hetta. Richard Hardman sam- anbar hetta øki við North Viking Graben, sum hann kallaði tað, har teir hava funnið ovurhondsstórar nøgdir av olju. Richard Hardman metir ikki, at jarðfrøðiligu viðurskiftini eru tey røttu til, at ikki meira enn ein góður 1/5 av tí olju, sum er í Víkinga grøvini, er at finna í før- oysku undirgrundini. Í tí jarðfrøðiliga økinum, ið Føroyar eru partur av, væntar Richard F.P. Hardman ikki at finna eins nógva í olju og í Víkinga grøvini høgrumegin C M Y K 13 12