Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Bilaframsýningin Biler for alle 2001 læt upp í Herning Messe- center 15.november. Frá Bilasøluni v. Øss- ur Johannesen vóru Lars Egemose, sølu- maður, og stjórin, Øssur Johannesen, og hugdu nærri at nýggja VW Polo ið kemur á marknaðin í mars/apríl BILAR Magnus Gunnarsson VW Polo, ið fyri nøkrum arum síðan var mest seldi bilur í Danmark fleiri ár á rað, kemur í vár sum ein nýggjur og størri bilur. Í stødd nærkast Polo nú VW Golf og er á leið somu stødd sum Golfarnir vóru fyrr, nú hann er longdur við 15 sentimetrum. Litirnar passa saman Innan minnir hann nógv um VW Lupo og Golf, hvat viðvíkur instrumentborð- inum og setrunum. Litirnir innan passa til lakkeringina av bilinum uttan. Talan er um ein rúmligan bil, ið er bygdur yvir sama plattform sum Skoda Fabia. Polo fæst eisini við klimaanleggi við automatiskari hitastýring. Elektrohydrauliska servostýring Koyrieginleikarnir eru merktir av, at bilurin nú hevur elekrohydrauliska servostýring sum standard. Hetta hevur við sær, at bilurin er lættur at koyra, og stýringin tillagar seg ferð- ina, og hvussu bilurin er lastaður. Bremsur og fjaðraskipan virka heilt optimalt, og koyrieginleik- arnir eru sera góðir, og lítið hoyrist til motorin inni í bilinum. Viskarar úr gummi Sum nakað heilt nýtt eru viskararnir gjørdir úr gummi, t.v.s. eisini tað sum viskaragummiið er heft í. Hetta hevur við sær at viskararnir larma lítið, eisini tá ferðin er nógv. Frá Bilasøluni hjá Øssur Johannesen vænta teir sær nógv av nýggja Polo, sum verður her hjá okkum í mars ella apríl. Nr. 231• hósdagur • 29. november 2001 • 75. árg. Motorskráin Bensinmotorar 1.2 ltr. 3 syl. 55 hk 1.2 ltr. 12V 3 syl. 65 hk 1.4 ltr. 16V 4 syl. 75 hk 1.4 ltr. 16V 4 syl. 101 hk Dieselmotorar 1.9 ltr. SD 4 syl. 64 hk 1.4 ltr. TDI 3 syl. 75 hk 1.9 ltr. TDI 4 syl. 101 hk Seinni næsta ár kemur ein nýggjur VW bensinmotorur við beinleiðis innspræning (FSI) og 85 hk. VW Polo 2002 – verður ein størri bilur Lars Egemose og Øssur Johannesen við nýggjasta VW Passat. Teir hava hugt nærri at nýggja VW Polo, sum teir vænta sær nógv av Nýggi VW Polo líkist tí minna VW Lupo framman, men er blivin ein væl størri og rúmligari bilur Polo verður gjørdur við 3 og 5 hurðum Innan er alt í besta VW stíli. Litirnir á betrekkinum passa til lakkeringina á bilinum uttan 14 Nr. 231 - 29. november 2001 Nývaldu grønlendsku fólkatingslimirnir vilja hava ávirkan í Fólkatinginum, og tíhava teir gjørt tingbólk saman við Høgna Hoydal úr Tjóðveldisflokkinum. Saman standa teir sterkari, og økt sjálvstýri er ovast á dagsskránni hjá ⁄tnorðurbólkinum, sum hann verður róptur. SJÁLVSTÝRI Magnus Dam Keypmannahavn Lars Emil Johansen og Kuupik Kleist eru nýggju fólkatingslimirnir hjá Grønlandi, sum skulu liva upp til lyftini ívalstríðnum um at arbeiða fyri øktum sjálvstýri í Grønlandi. Teir báðir umboða ávika- vist Siumut og Inuit Ataqa- tigiit, men teir fara ikki á sama hátt sum áður at sam- starva við donsku systur- flokkarnar. Teir vilja vera óheftir, so teir ístørri mun kunnu leggja fram síni egnu sjónarmið í Fólka- tinginum. Á tíðindafundi týsdagin løgdu teir fram sín boð- skap, har tað verður sagt, at Grønland nú noyðist at fara undir arbeiðið at gera seg meira óheft av Danmark og danska blokkstuðlinum. - Næsta stigið í grøn- lendskum politikki er sjálv- stýri. Ikki eftir einum degi, sjálvandi. Men íøllum før- um skulu vit byrja uppá hetta arbeiðið. Eitt sjálv- stýri, sum byggir á kærleika til Danmark og danska fólkið og ikki uppá búskap og danskar pengar, segði Lars Emil Johansen. Føroyar fyrimyndin Fullveldistilgongdin í Før- oyum er fyrimyndin hjá teimum báðum grøn- lendsku politikarunum. Teir vilja ikki bert vera áskoð- arar til hesa gongdina long- ur. Grønland skal eisini til at taka somu stig, sum landsstýrið hevur tikið og ætlar at taka. Fullkomna loysing tosa teir ikki um enn. Teir tosa ístaðin um eitt stigvíst økt sjálvstýri, har Grønland tekur á seg fleiri uppgávur og ísíðsta enda um ein felagsskap við trimum sjálvstýrandi londum, Grønlandi, Føroyum og Danmark. - Í dag er ikki talan um ein felagsskap. Ein slíkan vilja vit gjarna vera við til at seta á stovn, og tað fara vit at brúka okkara orku íFólkatinginum til at virka fyri, segði Kuupik Kleist. Hann sipaði millum ann- að til avtalurnar við USA, sum loyvir amerikansku verjuni at vera íGrønlandi. Hesar avtalurnar ñ eitt nú verjuavtaluna frá 1951 - hava grønlendingar sjálvir onga ávirkan havt á. Tær vóru gjørdar, tá Grønland framvegis var ein koloni - eitt danskt hjáland. - Vit vita ikki so frætt sum, hvat stendur íhesum avtalunum, og tað er ikki nøktandi, segði Kuupik Kleist. Tað finnast frágreiðingar, sum vísa, at Danmark hevur stóran vinning av amerikanska virkseminum íGrønlandi. - Men vit vita ikki, um hetta passar og hava ongantíð fingið at- gongd til avtalurnar, sum liggja ídonsku ráðharra- stovunum, legði Lars Emil Johansen afturat. Støðið undir búskapinum Tað hevði verið meira rími- ligt, um Grønland sjálvt gjørdi avtalur við USA og fekk pengarnar, sum landið møguliga er sinnað at gjalda, halda teir. Hesir pengarnir kundu so verið brúktir til at byggja upp ein sjálvstøðugan grønlendsk- an búskap. Ognarrætturin til jørðina og undirgrundina og tey mineralir, sum møguliga liggja har, verður eisini eitt mál, sum teir báðir fara at taka upp íFólkatinginum. Her liggja eisini inntøku- keldur, sum saman við stóra fiskiríkidøminum kunnu stápla ein sjálvstøð- ugan buskap uppá beinini. Neyvan íhesum umfarinum Grønland er munandi meira heft av danska blokkstuðl- inum enn Føroyar eru. Teir báðir nývaldu fólkatings- limirnir vita eisini, at Grønland verður ikki ein sjálvstøðug tjóð tey fyrstu árini. - Õ valstríðnum settu fleiri sær tað mál, at hetta skuldi verða seinasta fólka- tingsvalið íGrønlandi. Eg sigi ikki, at vit røkka málin- um íhesum umfarinum, men hvør veit - kanska næstu ferð, segði Kuupik Kleist. - Tá vit fóru úr EF á sinni, søgdu øll, at tað fer ongantíð at ganga. Tit kunnu ikki standa uttanfyri henda stóra felagsskapin. Men tað bar til, segði Lars Emil Johansen. - Õ fyrsta umfari vilja teir hava ávirkan og seta Grønland á landkortið í Fólkatinginum. Við at skipa ein felags tingbólk saman við Høgna Hoydal rokna teir við at fáa fleiri nevnd- arsessir, og her eru sessir í Uttanríkinevndini, Heils- unevndini, Evropanevndini og nevndum, ið viðvíkja Grønlandi, serliga av áhuga. Útnorðurbólkurin í Fólkatinginum er farin til verka, og málið er sjálv- stýri. Sjálvstýri á danatingi Grønlendsku fólkatingslimirnir, Kuupik Kleist v.m. og Lars Emil Johansen, hava økt sjálvstýri ovast á dagsskránni fyri arbeiðið íFólkatinginum. Saman við Høgna Hoydal fara teir eftir at fáa ávirkan, og teir tríggir hava gjørt felags tingbólk C M Y K 14