mikudagur 11. november 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 11. november 2009 – Nr. 216
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 11. november 2009
Met rakk til fimta-pláss
Pál svam sína bestu tíð á 400 metrum, men tað
rakk ikki til heiðursmerki á World Cup-stevnuni í
Stockholm
Tað gongur skjótt hjá Pál Joensen í hesum døgum. Eftir gullmerkið í
Moskva leygardagin, var hann aftur í World Cup-finalu í dag. Hesa
ferð á 400 metrum í stevnu í Stockholm.
Við tíðini, 3.40,16 setti Pál nýtt føroyskt met á teininum, men í
samlaðu støðuni rakk hetta ikki til heiðursmerki.
Mads Glæsner úr Danmark vann gull í dag, og setti hann
norðurlendskt met við tíðini 3.38,78
-mørk
Týskur landsliðs-
málverji deyður
ára gamli Robert Enke, sum átta ferðir hevur vart
týska málið, doyði í dag, tá hann varð ákoyrdur av
einum toki
Í týsku miðlunum verður sagt, at talan mest sannlíkt var um
sjálvmorð, tá Enke, sum dagliga spælir við Hannover 96, varð
ákoyrdur av einum toki í fullari ferð.
Enke, sum var millum biðlarnar um eitt pláss í HM-hópinum hjá
Týsklandi, hevur havt eina virus-sjúku í búkinum, og tí hevur hann
ikki verið partur av týska hópinum seinastu tríggjar landsdystirnar.
Men hann var nú veruliga at koma fyri seg aftur.
Enke misti dóttur sína, Lara, fyri trimum árum síðani, tá hon tapti
dystin móti eini sjáldsamari hjartasjúku. Eftir Robert Enke situr
einkjan, Teresa, og átta mánaðar gamla dóttir teirra.
-mørk
Portugal uttan Ronaldo
Cristiano Ronaldo verður ikki við, tá Portugal um vikuskiftið spælir
fyrra play-off dystin móti Bosnia/Herzegovina. Seinastu dagarnar
hava portugisiska fótbóltssambandið og Real Madrid togast um
spælaran, sum hevur verið skaddur seinastu vikurnar. Í Real Madrid
hevur metingin alla tíðina verið, at Ronaldo ikki er førur fyri at spæla,
men kortini hevur Carlos Queiroz, landsliðsvenjari, alla tíðini hildið
fast um vónina.
Men á tíðindafundi í gjár staðfesti Queiroz, at Ronaldo verður ikki
við. Og aðra viðmerking enn tað sama hevði hann ikki.
-mørk
Joan Bláfoss rann átta
minuttir undir føroyska
marathon-metinum. Men
undan hesum hevði hon
svomið 3,8 kilometrar og
súkklað 180 kilometrar
Leygardagin luttók Joan Bláfoss í
síni fyrstu kapping á Ironman-
teininum, sum er 3,8km svimjing,
180km súkkling og at enda 42,2km
renning.
Joan tók lut í sterka elitu-
bólkinum í kappingini, sum fór
fram við Panama City Beach í
Florida, so kappingin um plássini
var hørð.
Svimjingin fór fram í hampuliga
stórari aldu, og hetta argaði, sigur
Joan.
- Aldurnar gjørdu, at tað var
trupult at finna eina rútmu, men eg
stríddi meg kortini ígjøgnum, og
kom á málið sum nummar 10 eftir
einum tíma og fýra minuttum.
Á súkkluni helt Joan plássið allan
vegin, og kenslan í beinunum var
alla tíðina góð, sigur hon. Eisini
hóast tað argaði nakað, at ein
bólkur av mannfólki tóktist hava
gloymt alt um, at tað í Ironman ikki
er loyvt at »drafta«. Altso at liggja
upp á hjól hjá hvørjum øðrum.
Endin varð tó, at ein av hesum
slapp ein túr í revsiboksina at bíða,
meðan Joan koyrdi víðari við vullari
ferð.
Met á marathon
Renningin er sterkasta greinin hjá
Joan, og hesa ferð gjørdist talan
eisini um eitt framúr marathon.
- Eg fann skjótt eina góða rútmu,
og hóast beinini vóru tung, joggaði
eg bara spakuliga avsatð. Eg ætlaði
at renna í eini ferð, sum svaraði til
4,30 min/km fyrsta strekkið, men tá
eg fann útav, at eg bert nýtti fýra
minuttir um fyrsta kilometurin, setti
eg ferðina nakað niður.
- Og so gekk annars væl, hóast
tað var eitt sindur strævið, tá eg ikki
ánaði, hvussu langt tað var fram til
næstu kvinnurnar. Eg var nærum
byrjað at missa mótið, tá venjarin
hjá mær, Jens, segði, at eg nú var á
einum sætta plássi, og at tað bara
vóru fýra minuttir upp til
fimtaplássið.
- So koyrdi eg bara á, og einar
tveir-tríggjar kilometrar undan
málinum rann eg meg upp á fjórða
plássið, skrivar Joan Bláfoss á
heimasíðu sínari.
Samlaða tíðin hjá Joan gjørdist
9.21.11, og eitt fjórða pláss í
elitubólkinum má metast sum
framúr úrslit, tá hugsað verður um,
at hetta var fyrstu ferð, at hon tók
lut í heilum Ironman.
Setti marathon-
met á Ironman
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Tað krevur sína jarnkvinnu, um tú skalt seta føroyskt met á marathon, eftir at hava svomið 3,8
kilometrar og súkklað 180 kilometrar