Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-11, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. november 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 11. november 2009 – Nr. 216 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23 21 ára gamal heimsmeistari Joe Cada vann í gjár heitið sum heimsins besti pokerspælari. Í finaluni tók tað honum 86 hendur, áðrenn Darvin Moon mátti geva skarvin yvir, og har við vann Cada alla puljuna, sum var upp á 8.547.042 dollarar. Á seinastu hondini hevði Cada tvey níggjur, meðan Moon fór all-inn við rútar-damu og –dreingi. Tá tey fimm kortini á borðinum vórðu vend, hevði Cada tvey pør, meðan Moon ikki hevði nakað brúkbart. Fleiri vilja hava Morten Frank Arnesen, danski ítróttarstjórin í Chelsea, sigur við BT, at Morten Olsen ikki sleppur at ganga arbeiðsleysur, um hann ikki leingir sín sáttmála við DBU. – Morten er ein fantastiskur venjari, og hann hevur fingið sera góð úrslit við danska landsliðnum. Tað er nakað, sum stóru feløgini hava lagt til merkis, og eg skilji væl, at DBU roynir alt tað, sum teir eru mentir, fyri at fáa nýggjan sáttmála við Morten, sigur Frank Arnesen. Eftir meira enn átta mánaðir óvissu kann Gunnar Guillermo Nielsen sova trygt aftur um næturnar. Í fyrsta umfari ljóðaðu boðini frá danska uttanríkisráðnum uppá, at hann skuldi av landinum. Nú hevur hann fingið eitt tveyára uppihaldsloyvi Tað hevur ikki verið lætt hjá Gunn- ari Guillermo Nielsen seinastu átta mánaðirnar. Hetta viðgongur Gunnar Guillermo Nielsen sjálvur, men í gjár varð ein tung byrða tikin av herðum hansara. Danska uttanríkisráðið hevur givið honum uppihaldsloyvi í Dan- mark. Hetta loyvi gongur tvey ár fram í tíðina. Hevur verið bangin Gunnar Guillermo Nielsen letur als ongan iva vera um, at hetta er nakað, ið frøir hann almikið. – Tú kanst ætlað hetta kennist væl. Loksins eri eg ein glaður maður aftur, eftir at hava bíðað so leingi, sigur høvuðs per sónurin sjálvur um málið, sum hevur fylgt fleiri síður í donskum ítróttar bløð- um. Hann leggur aftrat, at málið hevur givið honum nógvar svøvn- leysar nætur. – Men nú kann eg sova trygt og gott aftur, sigur Gunnar Guillermo Nielsen. Ringur svøvnur saman við nógv um spekulatiónum og einari óhuga ligari óvissu, hava kravt nógv av Gunnari Guiller mo Nielsen seinastu mongu mánaðirnar. – Hetta hevur verið sera hart. Síðani málið fór í gongd, havi eg einki slopp- ið at gjørt, greiðir Gunnar Guillermo Nielsen frá. Kortini hevur hann verið noyddur at fyrihildið seg til, at hann brádliga skuldi siga farvæl við øll tey bond, hann hevði knýtt í Danmark. – So tað er ikki frítt, at eg havi kent meg bangnan viðhvørt. Eg visti jú einki og eingin dugdi at siga, hvar eg fleyt, greiðir Gunnar Guillermo Nielsen frá. Fegin um ovurstóran stuðul Tey eru eisini mong, sum hava stúrt og krossað fingrar fyri Gunnari Guillermo Nielsen. Tá tað kom fram tíðliga í 2008, at hann eftir øllum at døma skuldi sendast av landinum, varð ein stuðulsbólkur gjørdur á Facebook. Í dag hevur hesin bólkur omanfyri 2200 limir, og tað fegnast Gunnar Guillermo Nielsen um. – Tað eru eisini nógv sum hava skrivað til mín og stuðlað mær. Tað hevur stóran týdning í slíkum støð- um, sigur Gunnar Guillermo Nielsen, sum kortini er fegnast mest um stuðulin, sum hann hevur fingið frá Morten Bruun, fyrrverandi danska landsliðsleikaranum og núverandi fótbóltsviðmerkjaranum hjá Kanal5. – Hann var lærari hjá mær, tá eg gekk á Ítróttarháskúlanum í Århus, og í hesum málinum her hevur hann hjálpt ótrúliga nógv og hevur hálvavegna virka sum eitt slag av advokati, sigur Gunnar Guillermo Nielsen. Sambært Gunnari Guillermo Nielsen eigur Morten Bruun stóran part av æruni av, at hann sleppur at verða verandi í Danmark í tvey ár. Hesi bæði árini ætlar Gunnar Guillermo Nielsen at brúka saman við dóttur sínari, at spæla fótbólt og arbeiða. Málið í stuttum: Gunnar Guillermo Nielsen 26 ára gamal. Hann kemur úr Argentina, men abbi hansara, sum æt Gunnar Nielsen, var dani. Orsaka av hesum ættar- bondum fekk Gunnar Guiller- mo Nielsen eitt fyribils uppi- haldsloyvi og kom til Dan- markar í 2002. Her umboðaði hann fyrst FC Kolding og síðani FC Århus, tá hann gekk á ítróttarháskúla í Århus. Eftir hetta gekk leiðin til Føroya, har hann var í fýra ár og um boðaði fyrst ÍF, síðani GÍ og at enda KÍ. Síðani mars 2008 hevur Gunnar Guillermo Nielsen búð og spælt fótbólt í Dan- mark. Tað var eisini um tað mundi, tá Gunnar Guillermo Nielsen kom til Danmarkar úr Føroyum, at hann søkti um varandi uppihaldsloyvi í Danmark. Eitt lítið ár eftir kom svarið frá danska uttanríkisráðnum. Gunnar Guillermo Nielsen fekk 30 dagar at sleppa sær úr landinum. Danskir og føroyskir fjøl- miðlar tóku síðani málið upp og lýstu tað. Umframt donsku ættarbondini, so tosar Gunnar Guillermo Nielsen bæði danskt og føroyskt, og hann hevur eina dóttir við eini før- oyskari kvinnu. Samstundis hjálpti fyrr ver- andi landsliðsleikarin og nú - verandi fótbóltsviðmerkjarin hjá Kanal5, Morten Bruun, ið var lærari hjá Gunnar Guiller- mo Nielsen á Ítróttarháskúl- anum í Århus, honum við trupla málinum. Avgerðin um at senda Gunnar Guillermo Nielsen av landinum varð útsett. Nú er sett eitt fyribils punkt um í málinum. Gunnar Guillermo Nielsen hevur fing- ið eitt fyribilsuppi halds loyvi, sum er galdandi tvey tey næstu árini. Gunnar fær tvey ár í Danmark Innan fyri tíggju dagar skal Gunnar Guillermo Nielsen, sum í fýra ár spældi fótbólt í Føroyum, fara heimaftur til Argentina. Tað krevur danska Uttanríkisráðið, sum sýtir fyri at geva honum varandi uppihaldsloyvi í Danmark FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tað vóru mong, ið undrað­ ust, tá ÍF í 2004 boðaði frá, at felagið hevur knýtt Gunn­ ar G. Nielsen úr Argentina at hópi sínum. Eftir for­ og eftirnavni at døma, kundi maðurin eins væl verið ð Í F loyvda fulltíð væl læ passað væl, føroy knýta nakra – E uppli onku heldu oygg fegin Gunnar tveittur úr Danma Gunnar G Nielsen d tíðina í F og vildi f at roynt føroysku Mynd Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Í Føroyum umboðaði Gunnar Guillermo Nielsen ÍF, GÍ og KÍ. Í dag spælir hann við FC Fredericia, sum liggur triðfremst í næstbestu donsku deildini Savnsmynd 30 dagar fekk Gunnar Guillermo Nielsen til at sleppa sær úr Danmark í mars í ár. Nú hevur hann fingið uppihaldsloyvi