mikudagur 11. november 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 216 • 11. november 2009
MIÐvIkaN
27
Johan fer ein dagin út til
døgurða, beint tá eg var komin
til handils. Eg stóð og bíðaði
og bíðaði uttan fyri diskin, men
eingin spurdi, hvat eg skuldu
keypa. Eg var um 8-9 ár. At enda
fekk eg maktarloysi og setti
meg út á trappuna. Nú kemur
Johan aftur frá døgurða. Hann
hevði verið leingi burtur. So
sigur hann: “Á, góða, hví situr
tú her?” “Ja, men eg havi einki
fingið at keypa.” Hann fór inn
í krambúðina, og hann deildi
genturnar: “Hendan genta stóð
her, táið eg eg fór til døgurða. Nú
er tríggir tímar gingnir, og tit hava
ikki givið henni enn.” Men tá
gekk tað eisini skjótt fyri seg.
Vøruna fekk mann annars
einaferð um vikuna, Vit bíløgdu
vøruna, og tá var tað Sleiparin, ein
bátur hjá Mortensen, sum sigldi
við henni inn á bedingsbrúnna, har
vit búðu. Eg minnist serliga upp
undir eini jól, at vit vóru serliga
spent at bera hesa kurvina frá
brúnni og yvir í Puntabyrg. Vit
skundaðu okkum at pakka út, tí tað
var altíð ein lítil posi við onkrum
góðgæti í til óvitarnar. Hetta var
sera stuttligt. Tá vóru børn heldur
ikki so forvand.
Tað var nokk so langt at fara
um í sóknini, tí var ofta farið við
báti. Vit gingu heldur ikki út á
kajuna, sum tá skip komu niðri
frá. Hetta var ein stórhending
á Tvøroyri eins og í Havn. Abbi
plagdi at rógva okkum út.
Hann tók okkum eisini út á
fjørðin at fiska seið. Petur Emil,
son Nikolinu mostir, plagdi at
vera við okkum. Eg minnist
einaferð, at vit fingu 95 seiðir.
Abbi róði, og vit bæði dyrgdu.
Hetta var eisini gott ískoyti til
húsarhaldið.
Tað var eisini kastað nógv nót,
og tá kundi heilt nógv vera fyri.
So bleiv man sendur við einum
fati av seiði runt til ymisk hús at
geva teimum.
Eg minnist bedingsmeistaran,
sum var úr Vestmanna. Hann var
beint komin til bygdina. Sum kona
hansara var glað, tá ið eg kom við
einum fati av seiði til teirra. Tá
var man glaður fyri lítið.
Tað sama var, tá ið grind var. Tá
syrgdi teir, sum vóru heima, altíð
fyri at koma við grindini til teirra,
sum vóru til sjós. Hetta fekk eg
eisini sjálv roynt, tá maður mín var
til sjós. Soleiðis er tað enn dagin í
dag. Tað var sera gott samband og
samanhald millum fólk.
Søgan um AT
Tað vóru nógv virkir og nógv
arbeiði á Tvøroyri. Men fyrra
partin av 1930-unum var heims-
kreppu. Hon rakti eisini Føroyar
og ikki minst Tvøroyri, sum var
so heft av tí, sum sjógvurin gav.
Her gekk eisini niður á bakka hjá
nógvum. Í 1936 fer A/S J. Morten-
sens Eft. á húsagang. Hetta var
ein tann størsta fyritøkan í bygd-
ini, eisini í landinum. Teir høvdu
nógv skip og stóran handil við ikki
færri enn 21 úthandlum úti um
landið. Hetta var ein vanlukka fyri
Tvøroyri og arbeiðandi fólkið har.
Var einki arbeiði var heldur eingin
inntøka.
Hetta fekk so hugskotið fram,
at nú máttu arbeiðararnir sjálvir
taka um endan. Tað endaði eisini
við, at búgvið hjá Mortensen varð
keypt av Arbejdernes Trawlerdrift,
AT, sum Fylking og Fiskepigernes
Fagforening stóðu aftanfyri.
Hesa søguna greiðir Jóannes
Dalsgaard gjølla frá í sín bók
Fylking og skal her bert takast
okkurt fram.
Eftir nógv millumspæl og ting-
ingar keypa feløgini ognirnar úr
búnum hjá J. Mortensen.
AT varð stovnað 3. juni 1936.
Tað varð stýrt av nevnd við fimm
limum, sum var kallað driftsráð,
sum vist hevði meira at siga
enn ein vanlig nevnd. Stjóri
gjørdist Hjalgrim á Heygum úr
Vestmanna. Stovnandi feløgini
áttu hvør sínar tveir limir í drifts-
ráðnum og kommunan tann fimta.
Tá var Gunnar Petersen,
mammubeiggi, longu virkin
í Fylking, og hann var ein av
teimum, sum skrivaði undir
viðtøkurnar hjá AT vegna Fylking.
Avgerandi at
hava skip
Tað ráddi um at fáa skip til
fyritøkuna, og hetta endaði við
keypi av Leivi Øssurson. Tað var
mett, at felagið hevði gjørt ein
góðan handil. Trolarin var bygdur
í 1924 og var í góðum standi.
Nú komu fakfeløgini eisini at
gerast arbeiðsgevarar. Hetta kom
eisini at merkjast, tá ið AT bað
um ymisk frávik frá tí sáttmála,
sum hevði verið. Tað var heldur
ikki uttan trupulleikar at reka skip
tá heldur enn nú.
AT rak í fyrsta umfari reiðara-
og fiskavirkisvirksemi. Leivur
Øssurson var á saltfiskaveiðu.
Fiskurin var landaður og turkaður
hjá AT. Hetta gav nógv arbeiði á
landi eisini.
Men tað var eisini nógv annað
virksemi. Her var eisini ein stórur
handil. Í uttasta rúminum vóru
kolonialvørur, í mittasta rúminum
var ísinkram og tílíkt og so ein
gott fylt toystova. Handilin var
har sum Telebúðin er nú. Og so
vóru øll hesi pakkhúsini. Umframt
hetta vóru tað sethúsini, sum
hoyrdu til virkið. Eg skilji ikki, at
tey ikki vórðu varðveitt.
Tað varð eisini bakarí, kolasøla
og ymsar goymslur við útgerð hjá
trolarunum.
Seinni, tá virksemið var í hædd-
ini, hevði AT eisini timburhandil,
trolvirki og trolskúla. Hetta man
hava mint eitt sindur um støðuna
hjá Kjølbro í Klaksvík.
Um heystið 1936 vóru stórir
trupulleikar við fígging av rakstri-
num hjá Leivi Øssurson. Men tað
eydnaðist at fáa hetta greitt í
fyrsta umfari.
Roynt var at fáa fólk at keypa frá
AT við at lova teimum arbeiði í mun
til tað, tey keyptu í handlinum.
Tað vóru tey sum hildu, at hetta
minti nakað nógv um støðuna, sum
førdi til krav um løngjaldsstovu.
Á heysti 1937 vóru trupulleikar
við sølu av saltfiski, og umhugsað
varð at leggja um til isfiskaveiðu,
sum mótsatt saltfiski lítið og
einki arbeiði gav fólkinum á landi.
Hildið varð tó fast við saltfiska-
veiðuna samstundis, sum turki-
húsið skuldi nútímangerast.
Nú fór at ganga framá, og AT
gjørdist størsta arbeiðspláss á
Tvøroyri. Tað varð eisini arbeitt
við at fáa ein trolara afturat, men
hetta hendi ikki fyrr enn aftaná
kríggið.
Tað var eydnaðist AT at minka
munandi um arbeiðsloysið á
Tvøroyri og harvið at lætta um
gerandisdagin hjá arbeiðara-
húskjunum í bygdini.
Í 1938 hevði AT goldið 127.000
kr í lønum í hýrum og lønum um-
framt lønir til jarnsmiðir, bilførar-
ar og timburmenn. Hetta var ein
sera stór upphædd tá í tíðini.
Petur Mohr Dam
ringir
Eg hevði onkuntíð verið vikarur
sum lærari fyri Petur Mohr Dam,
tá ið hann var burturstaddur.
Í 1939 hevði eg ætlað mær
niður á studentaskúla og skuldi
eg búgva hjá mostir míni Dagmar,
sum var ógift. Hon vildi orðna
alt fyri meg, um eg kom. Hetta
var freistandi í eini tíð, tá nógvar
gentur vildu royna lívið úti í heimi
við at fara til Danmarkar eina tíð.
Men ein dagin ringir Petur
Mohr Dam. Eitt systkinabarn
mítt, sum hevði arbeitt
hjá AT, var deyð. Dam
Puntabyrgi liggur í Trongisvági. Her sæst eisini bedingin
Krambúðin hjá a/s J.Mortensen, sum AT keypti í 1936
Esmar Fuglø á Brúnni á Leivur Øssurson
➘
Aftast Niels Juel Thomsen. Frammanfyri f.v. Solveig Samsonsen, Niels
Niclassen, hjá Carl og Alexandra Hansen