Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-11, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. november 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 28 nr. 216 • 11. november 2009 spyr, um eg kundi hugsað mær at komið at arbeiða á skrivstovuni. So kundi eg síggja, hvussu mær dámdi hetta. Petur Mohr Dam var formaður í driftsráðnum, og hann var eisini limur í kommunustýrinum.Hann hevði tí nógv at siga. Eg helt, at hetta ljóðaði áhuga­ vert og spennandi, og eg tók av tilboðnum. Eg byrjaði hósdagin 8. februar 1939. Longu fyrsta dagin, eg var til arbeiðis, gjørdi eg ein ordiligan bummart. Eg skuldi skriva av úr dagbókini hjá Leivur Øssuron. Tað var eitt ella annað, sum var hent umborð á túrinum. Eg rættaði feilir í rættskrivingini, so hvørt eg skrivaði. Eg fekk tað í høvdið aftrur. Tað skuldi skrivast av, júst sum tað var niðurskrivað. Síðan skuldi avskrivtin sendast niðan til sýslumanskontórið. Tá eg byrjaði í AT var eingin skrivstovuútgerð, sum vit kenna í dag. Roknimaskinan at falda og dividera við var ein sokallaður svingari við einum hondtaki. Hetta var nú eisini snilt. Men annars var tað høvdið, sum var álitið. Hjá mær gjørdist tað ofta skjótari at nýta høvdið enn at rokna við maskinu. Men tað gjørdist sera snilt, tá vit seinni fingu eina elektriska roknimaskinu at telja saman og trekkja frá við. Vit høvdu eina skrivimaskinu. Avrokningarnar vóru skrivaðar á stensil og duplikeraðar. So framkomið var tað kortini. Tá var jú einki fakfelag fyri skrivstovufólk, men Fiskepigernes Fagforening vildi hava okkum konufólkini á skrivstovuni at gerast limir hjá teimum. Men tá vit so møttu á fundi, vóru vit ikki vælkomnar. Vit skuldu ikki koma har og sneyta fyri leiðsluna! Hesum góvust vit tí við. Fór at læra enskt Tá ið kríggið kom, skuldi onkur avrokna eingilskmenninar. Teir vóru nokk so nógvir á Tvøroyri, og teir keyptu hjá AT. Tað var eisini so nógv vøra, sum kom úr Onglandi undir krígnum. Tað manglaði aldri nakað. Tann vøran var sera góð. Vit høvdu jú eisini nógv viður­ skifti við Bretland. Skipini sigldu jú uppá England. Fakturarnir og brævaskifti var á enskum, og hetta mátti so onkur duga. Tí varð eg send til eykaundirvísing í enskum. Tað var ein danskur lærari, og eg gekk tveir vetrar. Tað var eg glað fyri, og kom hetta til nyttu í mínum arbeiði. At byrja við vóru vit fýra fólk á skrivstovuni. Men vit komu upp á átta, sum virksemið í fyritøkuni vaks. Men fyrstu tíðina í AT var einki stuttligt. Tað vóru eingir pengar. Fólk kom ofta við einum seðli frá kommununi fyri arbeiði, tey høvdu gjørt. Tey kundu keypa fyri einar 15 krónur. Eg minnist, tá ið lønirnar byrjaðu at fara eitt sindur upp. Vermamma mín arbeiddi í fiski hjá AT. Tá høvdu tey kontrabøkur. So ein dagin, hon hevði kontrabókina til handils, sigur hon: “Á, Jesus, hvør ið var ungur nú.” Hon átti 2,50 tilgóðar! Eg arbeidi fyrstu tíðina fyri 40 kr. um mánaðin sum lærlingur. Seinni hækkaði lønin við 5 kr., men tá ið kríggið kom fór lønin upp í 65 krónur. Tá helt man seg vera ríkan. Stjórin skrivaði kladdu til brøvini, sum eg skuldi skriva á maskinu. Hann skrivaði talumál, og so var tað mín uppgáva at laga tað til skriftmál. Undir krígnum fór AT at keypa fleiri skip. Millum hesi vóru Vestmanna, Brimnes, Vørðuna, tað var Silver Lining, sum teir bygdu um undir Heygnum. Men Vørðan var so óheppin, at hann lá summarið við skaða í Aberdeen. Tá var sandbáturin Sandslúkur leigaður at sigla við fiski. Vit reiddu eisini út fyri Tre Kroner, sum ein á Sevmýri átti. Tá Føroyar vóru hersettar, var slutt við saltfiski hjá Leivur Øssurson. Tað var ikki møguligt at sleppa av við saltfisk. Hetta minkaði um arbeiðið á landi. At trolarin bert var í ísfiski merkti eisini minni manning í mun til saltfiskaveiðu. Í 1941 lá Leivur Øssurson eitt skifti, tí tað ikki fekst semja millum Suðuroyar Fiskimanna­ felag og fyrst reiðaríið og síðan trolaraeigarafelagið, sum yvirtók málið. Tað endaði kortini við at sáttmáli varð gjørdur. Í 1943 verður Esmar Fuglø skipari á Leivi. Hann kom tá út fyri tí óvanliga hjá einum skipar, at driftsráðið setti fólki. Tó kundi hann koyra mann av, sum ikki kundi brúkast. Men gravgangurin eftir at sleppa við var stórur. Tá vóru upp til 100 umsóknir um kjans. Tað var eisini skipað fyri skifting av fólki, so menn bert vóru við eina avmarkaða tíð út í eitt. Eg minnist, at einaferð var Leivur tríggjar túrur uppí slag í Bretlandi og landaði uttan at koma heim ímillum. Tað var besta árið hjá teimum. Teir fiskaðu 882 tons hetta árið. Menn vildu fegnir sleppa við, tí inntøkan var góð. Tað var ongantíð mangul uppá fólk. AT hevði eisini ein tann fyrsta trolskúlan, sum hevur verið. Hann var omanfyri bakaríið hjá AT. Endamálið við trolskúlanum var at venja ungar menn á Tvøroyri at bøta trol, soleiðis at teir skulu gerast góðir og dugnaligir trolaramenn umborð á Leivi Øssurson, samstundis sum fyritøkan á hendan hátt fekk bílig trol. Treytin fyri at sleppa við Leivi Øssurson var, at menn høvdu verið tveir mánaðir á trolskúla. Skúlin fekk stóran týdning undir heimsbardaganum, tá ið manningarnar skiftu ofta. Esmar var so glaður fyri, at teir allir dugdu so gott við troli. Lærari á skúlanum var Anthon í Vík. Tey búðu í Fámjin at byrja við. Tørvur á skipum eftir krígslok Tørvur á skipum var stórur eftir kríglok. Á vetri 1944 hevði AT gjørt sáttmála um bygging av ein­ um 70 tons trol­ og snurriváðsbáti Róin, og 6. juli 1945 varð Marité keypt. Hon var ein fransaskonnart bygd í 1921. Nú byrjaði saltfiskurin aftur, og hetta gav aftur arbeiði til nógv arbeiðsfólk. Tey breiddu fisk úti at byrja við, tá ið eg kom til AT. Síðan komu turkihúsini, so fiskur kundi arbeiðast í øllum veðri. Eg minnist, at Rudolf Niclasen var arbeisformaður. Hann var sera væl umtóktur av arbeiðsfólkinum. Hann var so lagaligur í gerð, hóast hann kundi vera eitt sindur harðligur í orðum, men hann var rættvísur. Viðhvørt skuldi berast skjótt at, og hetta var tá saltfiskur var turkaður úti. Hetta kundi bæði vera, tá ið tað hótti við regni ella tað gjørdist so heitt, at fiskurin kundi loypast. Tá varð sirenan brúkt til at boða frá. Hetta er sama sirenan, sum viðhaldsfólkið hjá TB framvegis nýtir, tá ið fótbóltur er. Teir á AT høvdu eisini beding, kallað lítlabeding har úti. Har varð Vørðan umbygd. Hon stóð so leingi til umbygging, at hon varð kallað “miliónkúgvin.” Tað var ein deilig tíð. Tað var stuttligt, tá skipini komu aftur og menninir komu niðan á kontór­ ið at frætta hvussu tað hevði gingist. Her vóru nógvir áhuga­ verdir menn sum Samma Jóannes og Esmar Fuglø. Esmar var fantastiska fittur. Esmar doyðu í 1994, og kona hansara Ragnhild doyði nú um dagarnar. Ein, sum eg kendi, var Olivur Sumberg, sum var maskinmaður. Hann var nakað lamin. Tá ið kríggið kom, skuldi manningin læra seg at skjóta við maskin­ byrsu fyri at verja seg móti týskum álopum. Tað skuldi Olivur eisini. Men hann kom at skjóta soleiðis, at hann kom at raka eina ryssu í haganum. “Ryssan lá á bóli undir Enni­ fjall, skotið small og ryssan fall. Hann skjeyt, hin lamni kall.” Soleiðis ljóðaði versið, sum varð gjørt um hendingina. Olivur kemur so ein dagin uppá á kontórið millum tveir túrar, so skeldaðist hann so ónáttúrliga illa. Hann tosaði við bókhaldaran Sámal Petur, sum var beiggi Heðin Brú. Greiðirnar, hann hevði bestilt, vóru slett ikki komnar til tíðina. “Hvat skal eg gera við sovorðin fólk?” spurdi hann. “Skjótt tey,” sigi eg uttan at hugsa um tað. Men hann skilti glósina. “Ja, eg skjóti gott,” sigur hann. Fyrst gekk væl hjá AT Roknskaparárið hjá AT 1944/45 var tað besta nakrantíð. Teir skattaðu av 443.000 kr, ein risaupphædd. Nú skuldi fyritøkan mennast við fleiri arbeiðsplássum bæði á sjógvi og landi. Her vóru góðir møguleikar við aftur at fara at turka saltfisk. Teir fingu nú eisini ein trolara afturat, og var hetta Rankin, sum hevur verið eitt kent trolaranavn á Tvøroyri. Nú átti AT heilt ella partvíst átta skip umframt nógv virksemi á landi. Í 1946 varð AT 10 ár við veitlsu­ róma. Nú vildi Esmar Fuglø sleppa at seta fólkið sjálvur ella segði hann upp. Tað fekk hann við bit og slit loyvi til treytað av, at alt fólkið skuldi vera úr Froðbiar sókn. So minnis eg aftaná kríggið sildarokið. Tað var ein øgilig rúgva av sildatunnum at síggja. Sildin varð veidd við garnaskipum á sumri, og hon varð løgd upp til at pakka um. Hetta gav eisini nógv arbeiði á sumri og út á heystið. Rudolf Niclasen lat tá hesar eldru menninar, sum ikki vóru til skips longur, og sum ikki orkaðu at arbeiða so nógv, koma til arbeiðis 2­3 tímar um dagin. Teir høvdu hetta arbeiði við at laka tunnurnar. Tað var soleiðis, at tá tunnurnar komu uppá land, varð hol borað í tær, og so skuldu tær regluliga fyllast við laka, so sildin ikki tránaði. Hetta vóru teir sera glaðir fyri. Longu í 1947 vendir byrðurin, og AT fekk hall. Tað gekk niður á bakka og í 1951 mátti AT endurreisast. Hetta var bert ein løtuvinningur, og í 1954 fer AT av knóranum. Hetta var sjálvsagt eitt stórt bakkast fyri sóknina og skapti eisini politiskar rembingar í fleiri ár. Eg sat í 12 dagar og skrivaði niður lutirnar, tá ið alt fór á tvingsilssølu. Alt bleiv selt, sum inni var. Hanus Hansen var ein av arbeiðsmonnunum hjá AT Solveig Samsonsen t.v. og Gerda f. Mortensen arbeiddu á skrivstovuni Komandi partur Í komandu parti greiðir Gerda millum annað frá, hvussu tað var á Tvøroyri undir krígnum. Eisini frætta vit meira um AT og Fylking