Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 217 - 12. november 2009 Ráðgeving & tænastuR til virkisleiðslur innan: Fíggjarstýring Rakstrarætlan Bókhald og MVG-uppgerð Prosjektleiðslu Marknaðarkanningar Kundakanningar Dali Consulting sp/f Tel. 21 73 66 & 50 82 34 steinbjorn@dali.fo Vit hava meira enn 30 ára royndir innan tær tænastur vit bjóða, bæði frá privata vinnulívinum og tí almenna sektorinum Ein maður, sum varð tikin tvær ferðir at koyra bil ávirkaður av heilivági, missir koyrikortið í hálvt annað ár og skal gjalda 2000 krónur í bót Føroya rættur Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Ein 58 ára gamal hevur í Føroya rætti fingið 2000 krónur í bót og at missa koyrikortið í hálvt annað ár. Revsingin er bbæði fyri at hava koyrt ávirkaður av rúsdrekka og fyri skilaleysa koyring. Maðurin varð fyrru ferð meldaður av einum, sum helt mannin vera ávirkaðan, sum hanhn koyrdi. Tá ið maðurin varð tikin, var hann so ávirkaður, at hann lá fram á rættið. Áðrenn tað málið kom fyri rættin, varð maðurin aftur tikin, og ta ferðina var hann eisini ógvuliga ávirk­ aður. Hann hevði tikið bæði heilivág til at sova av og so kodimagnyl, sum hann var bundin av. Ákærin helt tað vera herð­ andi umstøður, at maðurin varð tikin tvær ferðir, og hon kravdi í fyrsta lagi, at hann varð dømdur at missa koyrikortið í fýra ár. Men dómarin helt, at hóskandi revsing var at missa koyrikortið í hálvt annað ár. Tað eydnaðist ikki at fáa at vita, um maðurin og ákæruvaldið hava góðtikið dómin, ella annar parturin hevur kært til landsrættin. Uttan um okkum halda fólk ofta, at vit eru sum tey sjálvi eru, og vera tey tí bilsin og ørkymlað, tá ið tey síggja nakað annað. Nú er granskingarverkætlan sett í verk at fáa innlit í, hvussu barnauppaling fer fram í Føroyum. Tí ynski eg at finna 6 familjur og 3 dagstovnar har: ■familjurnar hava so tætt tilknýti til Føroyar sum til ber. ■familjurnar eru ein vanligur partur av lívinum í nærumhvørvinum. Hetta merkir: ■at um foreldrini hava útbúgving, skal útbúgvingin helst vera farin fram, meðan tey hava búð í Føroyum. ■at tætt tilknýti er at vanligari føroyskari mentan. ■fáar uttanlandsferðir. Um foreldrini hava arbeiði aðrastaðni enn á heim- staðnum, skal hetta helst ikki vera longur burturi enn í næstu bygd ella býi. Best er, um allar familjurnar hava fleiri børn, har í minsta lagi tvey teirra eru millum eitt ár og upp til skúlaaldur. ■4 familjur skulu helst búgva í lítlari bygd ella smærri bygdum við so lítlari tilflyting, sum til ber. ■2 familjur skulu helst búgva í bygdum, sum ikki hava dagstovn. ■2 familjur skulu helst búgva í bygdum, har børnini ganga í dagstovn. ■2 familjur skulu helst búgva í býi ella stórari bygd, har børnini ganga í dagstovn. Dagstovnar, talan kann verða um, eru tengdir at teimum familjum, ið vilja vera við í kanningini, og verða teir á sama hátt spurdir, um teir vilja luttaka. Øll fáa gjølla frágreiðing um verkætlanina og um, hvør teirra leiklutur verður í hesum sambandi. Lýst verður eftir familjum og dagstovnum til granskingar- verkætlan um føroyska barnauppaling Eingin hevur fyrr kannað, hvussu børn vera ald upp í Føroyum, ella hvussu børn vera førd inn í vaksnamannalívið, og hvussu tey fáa ein sess sum borgari í tí føroyska samfelagnum. Turid Olsen teldupost: turido@ruc.dk · telefon: +45 28220846 Um tit hava hug at luttaka í hesi fyrstu verkætlan av sínum slag ella kenna fólk, ið tit halda, høvdu verið tey røttu at havt við, hevði eg verið takksom fyri at frætt frá tykkum. Sosialurin 341800 Bót fyri medisinkoyring