hósdagur 12. november 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 217 - 12. november 2009
Havfiskikappingin
Shark Atlantic 2009
byrjaði 1. november,
men ikki fyrr enn í
gjár eydnaðist at fáa
fyrsta hemaran
SHARK ATLANTIC
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað hevur higartil verið
smáligt við hemaraveiði í
kappingini Shark Atlantic
2009, mení gjár var eydnan
við nøkrum av luttakarunum.
Og tó.
Fimm bátar vóru úti í gjár
og fiskaðu eftir hemara í
kappingini, fýra úr Havn og
ein úr Vestmanna. Báturin
úr Vestmann við Bjarna
Petersen
og
Flemming
Gulaksen vóru so óhepnir
at missa ikki færri enn seks
hemarar. Teir royndu vesturi
á Barinum.
Bátarnir úr Havn høvdu
eydnuna við sær, tríggir
kendu við hemara, og Jóhan
Simonsen hevði tríggjar
ferðir á, men hemarin tók
ikki rættilga.
Jóannes Gaard misti seks,
men fekk kortini tveir hem
arar. Hesir vóru tó heldur
smáir og vigaðu ávikavist
48 og 62 kilo. Hann var
einsamallur í bátinum, men
fekk hjálp frá Terja Djur
huus, sum kom umborð av
einum øðrum báti.
Heini Weihe saman við
Havgrími Johannessen fekk
dagsins størsta hemara upp
á 150 kilo. Hesin bardist í
ein góðan tíma áðrenn hann
var útlúgvaður.
Bátarnir úr Havn royndu
allir suðuri í Nólsoyarfirði,
um Kirkjubønes og har um
leiðir.
Støðan í kappingini
er sostatt:
1: Hemari 150 kg.
Heini Weihe
2: Hemari 62 kg.
Jóanes Gaard
3: Hemari 48 kg.
Jóanes Gaard
Enn er møguleiki
Tað er enn møguligt at
melda seg til kappingina,
sum endar 1. desember.
Luttøkugjaldið er kr. 500,
sum skal setast inn á konto
9181 154.793.5 í Eik.
Viðmerkjast skal navn á
lutakara og Shark Atlantic
2009.
Mail skal sendast til
magniblastein@kallnet.fo
við fullum navni og mynd
av luttakara soleiðis, at vit
kunna upprætta ein profil
av øllum lutakarum, sigur
Heini Weihe.
Tá fyrireikararnir hava
staðfeset inngjaldið, ert tú
við í kappingini. Tað er
altíð ein fyrimunur at gjalda
í góðari tíð. Og ikki sama
dag sum farið verður út at
fiska, siga fyrireikararnir.
Kappast verður um at fáa
størsta hemaran í vekt.
Annars ber til at síggja
meira á www.fiska.dk
Góðir vinningar
1. Pláss frá P/F Jógvan
Weihe. Ein Shimano
Tiagra 50 trolling tráða.
Eitt Shimano Tiagra 30
spæl. 500 metrar flættað
lína (til hemara). Ein
flótidrakt. Samlað virði
uml. kr. 10.000,
2. Pláss frá P/F Bátatæn
astan. Ein Lorenz compact
X7 7" Gps/litkortplottari.
Virði kr. 7.200, Sí meira
á www.bt.fo
3. Pláss frá Tryggingar
felagnum Føroyar
Kr. 5.000, kontant
So eydnaðist at fáa hemara
Semja um ráevnislóg
Tað var full semja í grønlendska Landstinginum í gjár, tá tingið viðgjørdi ta nýggju ráevnis
lógina, sum gevur grønlendingum ognarrættin og ræðisrættin til at umsita og gagnnýta ráevn
ini í landsins undirgrund..Lógin kemur í gildi á nýggjárinum. Umframt ásetingarnar um ræðis
rætin sigur lógin, at Grønland skal hava inntøkurnar av ráevnisvinnuni, men at tær skulu mót
roknast í blokkstuðulinum burtursæð frá teimum fyrstu 75 milliónum krónunum, sum fara í
grønlendska landskassan. Tá blokkstuðulin kemur niður á 0, skulu grønlendingar og danir
samráðast av nýggjum um fíggjarviðurskiftini.
Heini Weihe er ein av ídnu hemarafiskararunum í
Føroyum. Hann fekk ein hemara, ið vigaði 150 kilo í gjár,
olg er á odda í kappingini Shark Atlantic 2009 higartil