Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 217 - 12. november 2009 Poul Michelsen, samgongutingmaður, er sannførdur um, at Javnaðarflokkurin ikki longur vil vera í verandi samgongu. – Hendan samgongan er við at vera lokin, heldur Poul Michel­ sen og sigur, at Javn­ aðarflokkurin førir valstríð. – Tað kenni eg onki til, sigur John Johannesen Samgonga Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Í samgonguskjalinum mill­ um ABC­flokkarnar er skriv­ að, at revsirættur og sakfør­ aravirksemi skulu yvirtakast. Í gjár vóru uppskotini at yvirtaka revsirætt og sak­ føraravirksemi, sum vórðu borið í Løgtingið av Løg­ manni, viðgjørt. Rættiliga tíðliga í viðgerð­ ini byrjaði politiski leiðarin á tingi fyri Javnaðarflokkin, John Johannesen, at seta spurnartekin við, um tað er rætt at yvirtaka hesi málsøki í hesum tíðum, tá almanna­ verk, heilsuverk og skúla­ verk mangla pening, tí at tíðirnar ikki eru so góðar. Hetta fekk øði í Poul Michelsen, samgonguting­ mann úr Fólkaflokkinum. – Eg kundi byrja við John Johannesen fyrst, og eg haldi at tað byrjar at avspegla seg nakað við, at hendan samgonga er við at vera lokin. – Tað haldi eg mann kann byrja at síggja í eyguni. – Tá tílík forbehold vera tikin, og vit tosa um nakrar hundraðtúsund krónur. So byrjar tað at líkjast nøkrum, sum ikki longur hevur botn í einari samgongu, segði Poul Michelsen á tingsins røðarapalli í gjár. Í uppskotinum stendur, at yvirtøkurnar kosta nakrar hundraðtúsund krónur, og tað er hetta, sum Poul Mich­ elsen var og er óður um, at Javnaðarflokkurin ger til eitt stríð við heilsuverki og almannaverki uppií. Javnað­ arflokkurin trýr ikki uppá prísin í uppskotinum, og ivast um tað fer at vera ein verulig yvirtøka. Heldur fast við orðini Og hetta var ikki nakað hann bara segði í einari óðari løtu, tí tá hann seinni verður spurdur, hvussu sam­ gongan hevur tað, er svarið greitt. – Hon hevur minst 40 gradirs febur. Hon hevur tað ikki gott, heldur hann uppá. Víðari heldur hann tað vera øgiliga populistiskt, at Javnaðarflokkurin nú skal ivast, um hann stuðlar hes­ um uppskotinum, sum er í samgonguskjalinum. – Fyri nakrar hundraðtús­ und krónur sær tað út sum, Javnaðarfl vil úr samg Samgongutingmaðurin, Poul Michelsen, heldur ikki, at framferðarhátturin hjá Javnaðarflokkinum kann tulkast øðrvísi, enn at flokkurin ikki vil vera partur av sitandi samgongu Avmarkaða tíð í Afghanistan Heldur afghanska stjórnin, at teir amerikonsku hermenninir verða verandi í Afghanistan, so mistekur hon seg. Tað vóru tey greiðu boðini frá Barack Obama, forseta, tá hann í gjár hevði fund við sínar næstu ráðgevar um støðuna í Afghanistan og ætlanina at senda fleiri hermenn hagar. Aftan á fundin segði ein talsmaður fyri forsetan, at afghanska stjórnin skal taka neyðug stig og vísa, at hon er før fyri at átaka sær tær uppgávur, sum amerikanararnir røkja nú. Tí USA fer bara at hava hermenn í Afghanistan í avmarkaða tíð, endurgav talsmaðurin forsetan fyri at hava sagt. Hóast John Johannesen í gjár legði eftir uppskotin­ um hjá Løgmanni at yvir­ taka revsimál, so heldur Kaj Leo Johannesen ikki, at Javnaðarflokkurin vil úr samgongu. – Tá eg tosi við teir, so siga teir seg trívast útmerk­ að væl, sigur løgmaður. Hann leggur tó afturat, at tað er ein óstabilitetur í yvirskriftum í løtuni, og tað tosar samgongan um internt. Eisini heldur hann, at tað er fjáltur á ávísum tingmonnum. – Tað eru ávísir ting­ menn, sum ikki klára pressið av hesum hallin­ um, sum er á fíggjarlógini, sigur Kaj Leo Johannesen. John Johannesen heldur ikki, at tað hevur nakað við hann at gera, hvussu stevið í samgonguni er. – Tað er løgmaður, sum hevur ábyrgdina av samgongustevinum, so tað er hansara uppgáva at fáa tingini upp á pláss, sigur John Johannesen. Hann leggur afturat, at tað er úr øllum samgongu­ flokkum, at stevið verður ávirkað. Til sjálva viðmerking­ ina hjá John Johannesen um yvirtøkuna av revsi­ rætt, sigur løgmaður seg ikki hava nakra viðmerk­ ing, tí hann følir, at John Johannesen trekti væl og virðiliga í land seinni á fundinum. Tað heldur John Johannesen ikki, tí hann heldur fast við, at tingið ikki skal vera ein stempul­ maskina, og tí er flokkurin noyddur at seta spurn­ artekin við uppskotið um revsirætt, so tað veruliga verður yvirtikið, og ikki endar sum veðurtænastan, sum bara er vorðin til eina eykaútreiðslu. ­eij Fjáltur á ávísum ting- monnum Kaj Leo Johannesen, løgmaður, metir, at tað eru ávísir tingmenn, sum ikki klára pressið av hallinum, sum er á fíggjarlógini, og tí verður stevið ávirkað