hósdagur 12. november 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 217 - 12. november 2009
17
viðmerkingar
Á Føroya Løgtingi tykist
langt ímillum tingmenn,
sum hava dirvi at tala at, tá
aðrir tingmenn niðurgera
alment sett starvsfólk, ið
ikki hava møguleika at
verja seg móti hunddálkan
frá tingmonnum.
Soleiðis var undirritaði
eisini hunddálkaður, skuld
settur fyri at vera lógbrót
ari frá løgtingsins røðara
palli av løgtingskvinnuni
Katrin Dahl Jakobsen
mikudagin 4. november
2009, uttan at formansskap
urin so mikið sum rætti
hond frá síðu at steðga
hesum ósakliga atburði.
Nær hava vit alment
settu fingið nokk? Skal ein
løgtingsmaður óátalaður
sleppa at dómfella ein borg
ara fyri lógarbrot, uttan
rættarsak, bara tí hann
kann verja seg aftan fyri
ein politiskan immunitet?
Katrin Dahl Jakobsen
segði m.a., at eg visti, at
tað, sum eg gjørdi var
lógarbrot! Eg meti alt tað,
sum løgtingskvinnan segði
um meg frá Tingsins røð
arapalli, sum so grovar og
niðurgerandi skuldsetingar,
at eg alment má tala at. Eg
havi boðað Katrini Dahl
Jakobsen frá, at um hon
ikki kemur við eini almenn
ari umbering, so tali eg
alment at, men tann umber
ingin er ikki komin frá
henni.
Mær kunnugt hevur
løgtingsins røðarapallur
ikki verið ein dómstólur.
At tingmenn sleppa at nýta
tingsins røðarapall til sín
privata dómstól fyri at
avrætta starvsfólk in
absentia, góðtaki eg ikki.
Skal tann ætlan hennara
fremjast móti mær, skal tað
ikki verða á Løgtingi, og
tað skal so avgjørt ikki
verða Katrin Dahl Jakob
sen, sum tá førir knívin.
Tað er ein andstyggilig
skipan í einum demokrat
iskum samfelag, at ein ting
maður óátalaður sleppur at
dómfella eitt alment sett
starvsfólk í sínum egnu,
íspunnu jagstran eftir mær
í hesum máli.
Málið um reklamu hjá
Eik Banka í fólkaskúlanum
er avgreitt av tí instansin
um, sum Løgtingið sjálvt
hevur sett til at viðgerða
slík mál við teirri niður
støðu: at eingi skjalprógv
eru fyri, at Mentamála
ráðið hevur brotið markn
aðarføringarlógina á
nakran hátt. (sitat
Brúkaraumboðsmaðurin).
Áðrenn Katrin Dahl
Jakobsen fekk loyvi til frá
Tingsins røðarapalli at
niðurgera meg, var greitt,
at Brúkaraumboðsmaðurin
kannaði málið. Tingkvinn
an hevði tó størri áhuga í
at standa og spilla meg út á
Tingsins røðarapalli, har eg
ongan møguleika hevði at
verja meg, heldur enn at
bíða eftir niðurstøðuni frá
brúkaraumboðsmanninum.
Og tað var henni loyvt av
formansskapinum í
løgtinginum.
Tí kemur mín verjurøða
nú!
Eingi foreldur, og eingin
skúlastjóri, hvørki at
børnum í Hoyvíkar skúla
ella aðrastaðni frá í landin
um, hava vent sær til
Mentamálaráðið viðvíkj
andi tilboðnum til skúlar
nar frá Eik. Eg havi spurt
skúlastjóran í Hoyvíkar
skúla, um foreldur hava
vent sær til skúlan viðvíkj
andi Eik tilboðnum, og
svarið frá skúlastjóranum
er: »Eingi foreldur hava
vent sær til mín. Katrin
ringdi til mín, og eg segði
henni, at blaðmaðurin á
Dimmu hevði sagt, at
foreldur høvdu vent sær til
hansara. Hann kundi ikki
siga mær hvussu nógv ella
hvør. Hetta var tað, eg
segði Katrin«.
So eitt skalt tú vita
Katrin Dahl Jakobsen,
løgtingskvinna, allir tínir
pástandir móti mær í
skrivliga fyrispurningi
tínum um Reklamu í fólka
skúlanum og tað, sum tú
undir orðaskiftinum royndi
at rógva fram undir, eru
ósannindi, illgitingar og
reinur heilaspuni frá tær.
Og hettar fær ein ting
maður á Føroya Løgtingi
loyvi til í 2009??
At enda vil eg sitera ein
vísan mann, sum einaferð
skal hava sagt: »Lad ikke
talerstolen blive kujonernes
platform!«
Nær verða løgtingsmenn steðgaðir í at hunddálka alment sett starvsfólk?
deildarstjóri
Olaus
Jespersen
Fleiri og fleiri hava verri
og verri við at fáa endarnar
at røkka saman í hesum
landi.
Skattur og avgjøld av
ymiskum slag avloysa
hvørt annað, og tað hevur
síðani havt við sær, at Før
oyar eru vorðnar eitt av
dýrastu londum í heimi
num at liva í.
Arbeiðsmenn og arbeiðs
kvinnur sum hava sína dag
ligu gong á flakavirkjum
kring landið munnu ganga
í sínari óvissu og vóna, at
tað kemur nakað av fiski
upp á land, so tey kunna
royna at vinna sær eitt
sindur av peningi, so tey
kunna gjalda fyri øll hesi
lógarbundnu avgjøld, sum
landsins myndugleiki
hevur álagt teimum, komm
unuskatt, landsskatt, MVG,
sjúkrakassi, sjónvarpsgjald,
oljugjald við meira, ja
listin er langur.
Um hesar kvinnur og
menn ikki klára at gjalda
tað, sum er álagt teimum,
er myndugleikin skjótur
við at hótta hesu
menniskju.
»Tit hava 14 dagar at
gjalda tykkara skuld í,
umikki goldið er innan
xxxxxxxx verður
skuldin send til
innheintingar«
Ja soleiðis ljóðar tað, tá
vit sum royna at gjald fyri
okkum í hesum landi verða
mint á, at vit skulu gjalda
øll tey gjøld, ið eru áløgd
okkum av landsins myndug
leika, og tað er líkamikið
um vit hava ráð ella ikki.
Tað sum eg eisini undrist
á er, hvussu landsins
myndugleiki hevur givið
nøkrum fáum føroyingum
loyvi til at stjala 10tals
milliónir í MVG og koyra
tað í egna lumma, uttan at
nakað hendur.
Fyrst frá tí meiniga
manninum, ið hevur verið
noyddur at gjalda MVG
fyri tað arbeiði sum hesi
feløg hava gjørt fyri tey,
tað vil siga eina eyka út
reiðslu, áløgd av landsins
myndugleika, og sum
dýrkar arbeiði við 25%.
Síðani hugsi eg um
hetta. Hvat nú, tá hesi
feløg, ið hava havt stór
arbeiði hjá kommunum við
meira. Og har teir kanska
fáa útgoldið 1 millión bara
í MVG, stjal henda pening,
uttan at blunka við, og
harvið gera tað, at tapið
hjá myndugleikanum ikki
meira er tann eina millión
in, men kanska tvær milli
ónir, við tað at kommunan,
ella hvør tað enn er, fer og
søkir um at fáa MVGið
aftur sum teir jú hava
goldið til landið.
Hugsi síðani um, hvussu
Taks kann lata nøkur fá
sleppa at skylda milliónir,
meðan onnur verða kravd
eftir nøkrum fáum krónum.
Mær vitandi fara allar
alarmklokkur í gongd, tá
MVG skuldin fer upp um
100.000 krónur, ja hoyrt er
um ein, sum var hóttur fyri
3 krónur.
Og tí er mín spurningur
til tykkum hesin. Hvussu
kunna 10tals milliónir
gleppa ímillum fingrarnar
á tykkum, uttan nakar veitt
hvat, ella hví, og har tað
samstundis ikki sleppa
nakrar fáa krónur frá
tykkara vakna eygað ljóðar
sera merkiligt, má sigast.
Hvør hevur skylduna at
hetta kann lata seg gera?
Og hvør hevur ábyrgdina
av hesum?
Hugsi aftur um tær
barnafamiljur, arbeiðs
menn, arbeiðskvinnur, og
tey gomlu, sum royna at
gjald fyri seg, við teimum
fáu krónum tey forvinna
sær, og síðani skula standa
og síggja, hvussu nøkur fá
kunna stjala milliónir frá
landinum, eitt land sum
bara tosar um at skerja,
lukka deildir á sjúkrahús
um, osv. Nei farið út og
krevji hendan pening inn,
hetta er okkara peningur,
geri tykkara arbeiði.
ps
Hava tit nakra hóming av,
hvussu kappingaravlagandi
hetta er fyri tey feløg, sum
gjalda tað, tey skulu, MVG
við meira?
Tí hugsa, at kunna verða
25% bíligari av einum
arbeiði, tí man ikki hevur
hugsað sær at gjald tað
MVG, sum man tekur inn,
ja tá er ongin kjansir hjá tí
sum er ERLIGUR.
MVG og hvat so?
Gudmund
larsen
Búnaðargrunnurin er
sprottin úr peningi, sum
inn er komin við sølu av
almennari jørð.
Tann almenna jørðin, ið
er hoyrandi undir búnaðar
stovuni, verður umsitin av
festarunum.
Landið, kommunur og
ein og hvør kann keypa av
hesu somu jørð, tó ongan
tíð festarin.
Hvørja ferð tað verður
selt av festinum, hevur fest
arin tað minni at liva av.
Peningurin fyri ta seldu
jørðina verður settur inn á
festikonto í búnaðargrunni
num, og oyramerktur til tað
festið, sum hevur mist
jørðina.
Jarðarráðið, nú Búnaðar
grunnurin, er settur at um
sita tann innkomna pening
in, ið er um 200 mill. kr. í
alt.
Tey flestu festini í landin
um hava bert seyð.
Hini, sum eru gott 30 í
alt, hava seyð og neytahald,
og festararnir av hesum
brúkunum hava hetta sum
fulltíðarsrarv við arbeiðs
døgum nógv longri enn
vanlig arbeiðstíð upp á 8
tímar.
Skal mjólkarframleiðslan
klára seg framyvir, má
nýhugsan til.
Flestu neytafjósini í land
inum eru ótíðarhóskandi,
og liva ikki upp til krøv
sum: djóravælferð, atlit til
umhvørvið, arbeiðsum
støður v.m.
Skal mjólkarframleiðslan
klára seg framyvir, má
nýhugsan til.
Tað eru fleiri niðurslitin
fjós í landinum, sum eftir
dagsnormi eru óegnaði til
víðari mjólkarframleiðslu,
og verða tí lokaði, grundað
á vantandi fígging og
harvið dagføring, og vera
helst fleiri niðurløgd
neytahald at síggja sum
tíðin líður.
Tað er syndarligt at stað
festa, hvussu lítla virðing
og forstáilsi okkara fólka
valdu, ið áttu at hugsa um
framtíðina, hava fyri hesu
vinnu.
Hóast nógvar forðingar
eru tað bøndur, ið royna at
hugsa um framtíðina, og
hava bygt nýmótans fjós.
Tað er óskiljandi, at
Búnaðargrunnurin ikki
kann vera við í fýggingini
av tílíkum íløgum.
Tá tann almenni grunn
urin ikki vil, ella hevur
vilja til at vera við at fíggja
neyðugar broytingar í fram
tíðar mjólkarframleiðslu í
Føroyum, eru hesir bøndur
farnir aðrar leiðir, og verð
ur kostnaðurin tá óneyðiga
høgur.
Hetta er ein støða, sum
okkara politikarir eiga at
gera nakað við.
Fyri einari tíð síðani
byrjaðu politikarirnir at
tosa um at fáa hendur á
ymiskun grunnum, og har
ímillum Búnaðargrunnin
um, sum búnaðarmenn
hava so stóran tørv á.
Hetta er eftir teirra tykki
deyður kapitalur.
Sannleikin er, at bøndur
nir ikki fáa fatur á sínum
peningi fyri leiðsluni á
grunninum. Skil tað hvør í
vil. Ein skuldi trú, at øll,
sum hava nakað við land
búna at gera skuldu frøst
yvir, at nakar tímur og
torur at gera íløgur í land
búna her í landinum, og so
á almennari jørð aftrat.
Á sama hátt, sum rækju
veiðan fór fyri bakka, tann
seinasti føroyski tarvurin
bleyv avlívaður i gáloysni,
kann føroyskt neytahald
lætt fara sama veg, um ikki
verður handlað nú.
Eg fari at heita á allar
góðar kreftir, tað veri seg
politikarar, embætisfólk
ella hvønn, sum hevur
ávirkan, at arbeiða fyri at
neytahaldið her í landinum
fær so góðar umstøður at
virka undir sum gjørligt.
Latið landbúnaðin fáa
festikontoinar at endur
nýggja síni brúk við.
Av tí at bóndin skal
skjalprógva fyri hvørja
króna, sum nýtt verður úr
Búnaðargrunninum, nýtist
eingin at vera bangin fyri
at peningurin verður nýttur
til annað, enn tað hann er
játtaður til.
Búnaðargrunnurin
Óli J. müller