Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 217 - 12. november 2009 viðmerkingar Heimastýrislógin er eitt frælsisbræv, segði Petur Mohr Dam, sáli. Sonurin Atli Dam, sáli, segði: Tað er óneyðugt við Tjóðveldisflokkinum, tí føroyingar fáa alt tað sjálvræði, sjálvstýri, frælsi og eiga møguleikan at byggja upp ein sjálvber­ andi búskap innan verandi ríkiseind. Atli Dam hevði ofta á munni, at heima­ stýrislógin er eingin forðan fyri sjálvbjargni og frælsi, tí umrødda lóg røkkur líka at loysingini. Vit eru ikki fjøtrað í ríkisfelagsskapi­ num, og tískil er Javnaðar­ flokkurin ein samríkis­ flokkur. Marita Petersen sála, sum hevði nógvar truplar samráðingar við donsku stjórnina, var eisini ein politikari, sum vardi ver­ andi samríki. Minnist ein fund, ið var hildin á næm­ ingaheiminum við Markna­ gilsvegin, har Marita Petersen, sum løgmaður tosaði um loysing ella framhaldandi samríki. Hon helt fyri, at Føroyar saktans kunnu klára seg uttan fyri verandi ríkis­ felagsskap við Danmark og Grønland, men velja vit ta loysnina, fáa vit eitt heilt annað og eisini nógv øðrvísi samfelag. Við okkara stødd og fjar­ støðu til umheimin verður trupult at varðveita verandi fólkatal, tað fer helst at minka munandi, kanska niður til 25.000, og tá verða vit ov fá til at lyfta tær felagsbyrðar, sum eitt vælferðarsamfelag krevur. Nei, hatta passar ikki, kanst tú siga, men veruleik­ in vísir okkum, at smá og avbyrgd samfeløg hava als ikki somu møguleikar, sum tey størri hava. Í meira enn 40 ár var Javnaðarflokkurin ein stinnur samríkisflokkur, men nú er støðan ein onnur, hon kennist ógreið, mong eru tey, ið spyrja, hví Javnaðarflokkurin er so uttanveltaður, tá ið spurn­ ingurin um loysing ella samríki verður umrøtt. Landsfundur floksins er júst lokin, men í yvirlýs­ ingini verður einki sagt um floksins støðu til samríkis­ spurningin, so vit vita framvegis ikki um Javnað­ arflokkurin vil framtíðar­ tryggja vælferðina innan ella uttan verandi ríkiseind. Formaður Javnaðarflok­ sins hevur fleiri ferðir víst á, at hansara flokkur dettur niður ímillum tveir stólar, nevnliga loysing ella sam­ band, og støðan í dag er óbroytt, flokkurin hongur framvegis ímillum tveir stólar. Vil Javnaðarflokkurin aftur hava somu ávirkan í føroyskum politikki, sum hann áður hevur havt, verður neyðugt at velja síðu. Tað at velja alt sum liggur ímillum loysing ella samríki, er tað sama sum einki at velja. Javnaðarfloksins tvístøða Trygvi F. guTTesen Tíðindaskriv Heilsuskúli Føroya, fyrr nevndur Almanna og Heilsuskúli Føroya, fer nú aftur undir upptøku av heilsuhjálparanæmingum og heilsurøktaranæmingum. Heilsuskúlin heldur til í nýggjum hølum á Skúla­ deplinum í Hovi. Heilsuskúlin hevur sein­ asta árið havt nógvar um­ søkjarar. Fleiri av umsøkjar­ unum til heilsuhjálparaútbúg vingina við seinastu upptøku høvdu betur førleikar enn kravt verður í samband við upptøku, við tað at fleiri høvdu FHS útbúgving og ikki bert 10. flokk ella 9. flokk og eitt ára arbeiðsroynd­ ir, sum er krav fyri upptøku. Býtið av næmingum eftir økjum Heilsuskúlin tekur í sam­ band við upptøkur atlit til, at øll øki í landinum eru um­ boðað, so javnt sum tilber, og í tann mun umsøkjarar eru til tess. Talið á næming­ um við seinastu upptøku var 25. Harav vóru 4 næm­ ingar úr Suðuroy. Fjølbroytt undirvísing Heilsuútbúgvingarnar eru sera fjølbroyttar og tí geva hesar útbúgvingar førleikar at arbeiða breitt innan fyri Almanna­ og heilsuverkið. Undirvísingarhátturin á Heilsuskúlanum tekur atlit at næmingunum ið hava fjølbroyttar læruførleikar, og tí er undirvísingin eisini fjølbroytt hvat ið arbeiðs­ hættum viðvíkur. Hetta gevur næmingunum møgu­ leika at arbeiða við fakligum evnium á kreativan hátt, og dømi um hetta er tá næmingarnir herfyri høvdu um lívssøguna í eini evnis­ viku og løgdu fram við at framføra ein sjónleik. Uppskúling av psykia­ triskum røktarum (pleygarum) Sum nakað nýtt á heilsurøk taraútbúgvingini, so verður hesaferð og í 2­3 ár fram møguleiki hjá pleygarum, ið eisini hava sjúkrahjálp­ araútbúgving, og sum ar­ beiða innan fyri psykiatriska økið, at søkja inn til heilsurøktara. Hesin fak­ bólkur hevur ynskt at fáa møguleika til at verða upp­ skúlaður til heilsurøktara, og skúlin hevur gjørt tað møguligt við at gera eitt serligt frálæruskeið, so teir eftir uml. 40 vikum verða liðugt uppskúlaðir. Tey næstu 3­4 árini væntar Heilsuskúlin, at øll tey, ið ynskja at verða uppskúlað, hava fingið møguleikan. Umsóknarfreistin til heilsuútbúgvingarnar, ið byrja í januar og mars 2010, er 15. novembur. Heilsuskúli Føroya Upptøka av næmingum verða nú aftur á Heilsuskúla Føroya Borgarstjórarnir í Suðuroy og Nevndin í Suðuroyar Ferðavinnu­ felag hava skriva Johan Dahl, landsstýrismanni við vinnumálum, soljóðandi bræv: Á fundi í Øravík 2. november 2009 savnaðust borgarstjórarnir í Suður­ oy og nevndin fyri Suðuroyar Ferðavinnufelag, har ætlaðu skerj­ ingarnar innan Strandferðsluna vóru umrøddir. Øll samdust um, enn einaferð, at heita á landsstýris­ mannin við vinnumálum, at hava í huga, hvussu nógv títtleikin í ferða­ ætlanini hjá Smyrli hevur at týða. Ikki landsstýrismanninum at siga, so merkir eitt gott samband millum Suðuroynna og meginøkið almikið fyri allar samfelagsligar tættir. Fundurin í Øravík snúði seg um ferðavinnuna í Suðuroy, og tí verður hendan áheitan í ferðavinnu­ høpi burturav. Borgarstjórarnir í Suðuroy hava annars í brævi áður gjørt vart við síni sjónarmið í samfelagsligum høpi yvirhøvur. Søguliga hevur Suðuroyggin verið tengd at kalla burturav at fiskivinnuni, og soleiðis er tað enn. So fjarskotin oyggin er frá meginlandinum, eru aðrir møgu­ leikar avmarkaðir, og lítið fellur oynni í lut av almennum arbeiðs­ plássum. Tí verður alla tíðina roynt at fáa oynni fleiri vinnulig bein at standa á, eitt teirra er ferðavinnan. Hesum hava góðar kreftir í oynni virkað fyri í mong ár. Í 1993 varð kunningarstova latin upp á Tvør­ oyri, og tíggju ár seinri varð kunningarstova latin upp í Vági. Í dag reka og fíggja ávikavist Tvøroyrar­ og Vágs kommunur sínar kunningarstovur. Í desember í fjør gjørdi nevndin fyri Suðuroyar Ferðavinnufelag av at taka eitt stig afturat, og setti ferðavinnusamskipara fyri oynna. Endamálið er at verða ferðavinnu­ veitarum til hjálpar og at gera sítt til at fáa enn fleiri ferðafólk til Suðuroyar,­ føroyingar sum útlendingar. Hetta miðvísa arbeiði hevur eisini givið úrslit, soleiðis at vit ongantíð áður hava sæð so mong ferðafólk í oynni, sum aftur hevur havt við sær, at ferðavinnuveitarar innan alt fleiri øki, hava ment seg munandi. Høvuðsboðskapur okkara er, at so mikið fjarskotin oyggin er, og við tí náttúrutilfeingi hon ber í sær, við sera góðum at­ komumøguleikum til vakrastu útsýnisplássini, er oyggin ferðavinnuperla Føroya. Vit eru sannførd um, at vit hava stórar møguleikar fyri framman í ferðavinnuhøpi. Eru atkomumøguleikarnir til náttúruupplivingar í oynni góðir, hevur tað sjálvandi alt at siga, at atkomumøguleikarnir til oynna eru so góðir sum gjørligt. Tað var tí stórt framstig við nýggja Smyrli, sum er lívæðrin til meginøkið,­ okkara einasta samband. Hóast vit altíð kundu ynskt okkum enn størri títtleika í ferðasambandinum halda vit, at verandi ferðasamband, havandi í huga peningatrongdina á samfelagnum, er í lagi. Tess fleiri møguleikarnir at koma til og av oynni eru, tess lagaligari er at ferðast higar, og tí er tað av allar størsta týdningi, at hendan tænastan ikki verður verri. Ætlaðu skerjingarnar, vit frætta um, koma okkum sera illa við í allar mátar. Ikki minst fyri okkara ferðavinnuveitarar, sum skulu tilrættaleggja síni ferðavinnutilboð. Ivamál og broyttar ferðaætlanir ger tað ógjørligt við allari tilrættaleggjan. Borgarstjórarnir í oynni, saman við nevndini fyri Suðuroyar Ferða­ vinnufelag, vilja tí staðiliga heita á landsstýrismannin við vinnumálum um at gera sítt ítarsta til, at vit kunnu varðveita í minsta lagi ver­ andi ferðatíttleika við meginøkið. Blíðar heilsanir Borgarstjórarnir í Suðuroynni Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri Kristin Michelsen, borgarstjóri Otto West, borgarstjóri Eyðdis Ellendersen, borgarstjóri Mikkjal Sørensen, borgarstjóri Hildur Vestergaard, borgarstjóri Delmar Tausen, borgarstjóri Nevndin fyri Suðuyroyar Ferðavinnufelag Tórfinn Smith, formaður Jonny Dimon, kassameistari Áki Bertholdsen, skrivari Arni Nielsen, næstformaður Mortan D. Holm, nevndarlimur Eyðbjørn Thomsen, nevndarlimur Niels Hammer, nevndarlimur Mótmæla skerjingum hjá Strandferðsluni Á kvøldsetu hóskvøldið, vitjar Hendrik Egholm aftur á Studentaskúlanum á Kambsdali og hugleiðir um ”at fara” og ”at koma aftur”. Harumframt verða Theresienstadt, eldgos, H.C. Andersen og góður tónleikur á skránni Tíðindaskriv Hóskvøldið 12. november kl. 19:00 verður kvøldseta á Studentaskúlanum og HF­ skeiðnum í Eysturoy. Á breddanum eru m.a. frásagnir frá námsferðum, H. C. Andersen ævintýr, tónleikur; og ein gamal næmingur hevur lovað at vitja skúlan aftur. Talan er hesa ferð um fyrr­ verandi næmingin, Hendrik Egholm, sum í dag er stjóri á orkufelagnum, Magn, og hann fer at hugleiða um út­ búgvingingar­ og yrkisleið sína. Hví valdi hann at leita út í heim at útbúgva seg, og hvussu kendist tað at koma heim aftur á føroyska arbeiðs­ marknaðin? Og hvørji ráð og hugskot kann hann geva teimum næmingum, sum í dag eru í ferð við at útbúgva seg á Studentaskúlanum og HF­skeiðnum? Fleiri næmingar á skúl­ anum eru júst afturkomnir av námsferð í m.a. Tjekkia og Grikkalandi. Í hesum sam­ bandi fara tey, sum hava verið í Prag, at sýna myndir og greiða frá sermerktu vitjan teirra í arbeiðsleguni, Theresienstadt, norðanfyri tjekkiska høvuðsstaðin og fjølbroyttu inntrykkunum, sum tey annars hava við sær aftur til Føroya úr Prag. Flokkurin, sum fyrr í heyst vitjaði í Grikkalandi, fer m.a. at vísa myndir frá gamla og nýggja olympiska leikvølli­ num í Athen og at greiða frá forkunnugu vulkansku oynni, Santorini, sum ferðalagið eisini vitjaði á ferð teirra í grikska oyggja­ havinum. Harafturat fara tónleikaholdini á skúlanum at spæla nógvan góðan tón­ leik, og ein bólkur fer eisini at framføra H.C. Andersen ævintýr eftir heilt nýggjum og forvitnisligum leisti. Í kaffisteðginum verður høvið at keypa sær ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið frá næming­ um. Tá verður eisini høvið at síggja skúlan og fáa eitt prát við næmingar og lærarar. Tiltakið, sum byrjar kl. 19:00 hóskvøldið, er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin. Ofta plaga foreldur og fyrr­ verandi næmingar at nýta høvið at vitja skúlan aftur á kvøldsetum sum hesari. Magn-stjórin svav ikki í tímanum