hósdagur 12. november 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 217 - 12. november 2009
15
Turið Debes Hentze,
advokatur og mediator
finst í tíðargreinini í
dag at politikarum, sum
eirindaleyst sáplaðu
niður hugskotið um at
nýta hølini í Mjørkadali
til børn og ung. - Løgið
at ikki glógvar í onkr-
um piolitikara. Ongin
talar at, ongin ivast,
ongir spurningar,
bara álop, skrivar
Turið Debes Hentze
T
að var skelkandi at hoyra
løgtingslimirnar, tá lands
stýriskvinnan í almannamálum
upp á fyrispurning boðaði frá
ætlanum um at nýta hølini í
Mjørkadali til børn og ung við
serligum tørvi: »Tað kavar so
illa har uppi, tað er sinnsvakt,
tað er burtur frá allari sivilisa
tion, ein oyðimørk, fyrrverandi
hermannabýli, gevur minnir
evnaveik, sum vóru flutt av
landinum etc. etc.«
Hvat bagir? Loypa á leistum
og protestera, og kappast um at
niðurgera eitt svar frá einum
fakministara, sum roynir at
finna útvegir fyri, hvat gerast
kann fyri hesi børn og ungu,
sum hava serlingan tørv. Her
vóru ikki stundir at lurta ella
spyrja, men bara at illgita og
sáa misálit.
Bumbingin av
mjørkadalshúsunum
Bumbast niður, skuldi alt, bæði
landsstýriskvinnan og mjørka
dalshúsini og royndin at finna
eina loysn, og annars var ikki
eitt orð um, hvat so skuldi
byggjast á toftunum ístaðin.
Kanska og vónandi var hetta
tann ringa samvitskan hjá fíggj
armyndugleikanum, sum her
stakk sítt høvd fram.
Løgið at ikki glógvar í onkr
um politikara. Ongin talar at,
ongin ivast, ongir spurningar,
bara álop. Onki um at kanska
búði okkurt skilagott aftanfyri.
Onki um at hetta kanska var eitt
gott hugskot, at húsini og júst
umhvørvið kanska var væl
hóskandi til endamálið, og at
okkurt arbeiði mundi liggja
aftan fyri hesa ætlan. Ongin
eyðmýkt yvirhøvur bara
betrivitan og illgitan á lítlum
og ongum grundarlagi.
Soleiðis hoyrdi eg tað í øllum
førum í útvarpinum, sum so
eisini frøist um, at enn ein
ræðusøga so ómakasleyst tikkar
inn á telduna, og spælir so hasi
idiotisku klippini úr tinginum
umaftur og umaftur, og vil hava
at vita hvat fólk halda um tað,
»at her hava hermenn búð ein
fyrrverandi herstøð til børn«.
Sjálvt um hetta bara var ein
spyrjitími, so sigur hesin atburð
ur í tinginum alt ov nógv um
vánaliga klimaið millum
politikararnar. Hvussu kann
nakað skilagott arbeiði spyrjast
burturúr slíkum vánaligum
arbeiðsklima?
Loypa á eina yvirskrift
Hví tosa okkara fólkavaldu
soleiðis. Hví vanvirða hvønn
annan soleiðis. Okkurt má
endamálið vera. Hvat fáa tey
burturúr. Okkurt er. Jú kanska
at kanúfla landsstýriskvinnuna,
so hon kemur á aðrar tankar, og
annars at leggja sektin á inni
haldið í málinum. At loypa á
eina yvirskrift uttan yvirhøvur
at seta seg inn í málið er undir
lágmarkið fyri, hvat ein
løgtingslimur kann loyva sær.
Eitt sindur av eyðmýkti, at
lurta og ikki bara vita best,
hevði verið hóskandi, og er
eisini ein av kjarnunum í fólka
ræðinum, sum eisini er gald
andi fyri løgtingslimir, sum
hava tann heiður frá landsins
hægsta talarastóli at bera
boðskap, kunnleika og innlit
teirra víðari til okkara, sum
hava setta okkara álit til teirra.
Mislálitiskulturur
Henda løtan í tinginum vísir eitt
stórt misálit millum politikar
nar, og sigur eitt sindur um
arbeiðslagið. Her snýr seg ikki
bara um kapping og makt, men
um misálit og maktmisnýtslu,
sum hevur ringvirknað langt út
um tinggáttina. Misálit á lands
stýriskvinnuna og tey starvs
fólk, sum undir henni hava
arbeitt við málinum, á teirra
fakligheit og dygdir. Misálit á
hugsjónir um at vilja børnunum
og teimum ungu tað besta.
Misálit á petagogar. Misálit á at
foreldur, sum hugsandi eisini
hava eina meining og børnini
eru eisini ein partur í hesum.
Tey hava eisini meiningar og
ynski, og flestu av teimum vilja
heldur vera í Føroyum enn at
verða send av landinum orsaka
av tørvandi fígging og karmum
her í Føroyum.
Persónliggeran av ósemjum
At misnýta maktina frá løgting
sins talarastóli á henda hátt, og
soleiðis skeikla eitt mál við
óundirbygdum pástandum er
mær ovboðið at vera vitni til.
Tann innanhýsis politiski makt
kampurin verður yvirspældur
skaða fyri málsviðgerðina.
At skilja persón og mál frá
hvør øðrum er grundleggjandi í
øllum ósemjum, og ynskiligt
var, at politikararnir kendu eitt
sindur meiri til hesa reglu.
At missa andlit
Sjálvt um hetta »bara« var ein
spyrjitími, so kunnu hesi orðini
frá løgtinginum, søgd í tanka
og máttloysi, fáa avgerandi fylg
ir fyri framtíðar viðgerðina um,
hvør besta loysnin er fyri hesi
børn og ung, sum helst ikki
skulu enda við at vera send av
landinum, sum higartil er hent
alt ov ofta.
Hvørjum orðini í tinginum
vórðu ætlað veit eg ikki, men
ivaleyst onnur enn Rósa
Samuelsen, landsstýriskvinna,
hava tikið tey at sær.
Orð fanga tann, sum sigur tey
og raka tann, sum kennir seg
raktan.
Hvussu vendist nú aftur, um
tað seinni vísir seg, at húsini í
Mjørkadali er ein framúr loysn
júst til endamálið. Og hvat siga
børnini og foreldrini tá, um at
fara niðan í hesi hús, sum tey
hava hoyrt so nógv negativt um.
Her eru fleiri aktørar enn bara
aktivir løgtingspolitikarar, sum
stundum tykjast at gloyma, at
ein verð finst uttanfyri
løgtingsveggirnar.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Politikarar bumba
og fjølmiðlar elta
Tíðargreinin
tíðargreinin
Turið Debes Hentze,
advokat og mediator