Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-12, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 12. november 2009 – Nr. 217 Glað fyri sigurin Adina Petrea var skadd í gjárkvøldið, men valdi kortini at spæla, og burturúr komu 10 mál, ið er tað minsta, hon hevur skotið í nøkrum dysti í vetur. Tó var hon vælnøgd eftir sigurin á Neistanum: – Eg eri sera nøgd, tí eg visti, at hetta fór at vera ein sera torførur dystur, so vit eru glaðar fyri sigurin. Í seinna hálvleiki spældi Neistin væl, men tær sluppu eisini at spæla tá, og vit vóru kanska nakað moyrar, helt hon. – Neistin og Stjørnan eru tey bæði liðini, vit fyrst og fremst koma at kappast við, men vónandi fara vit allan vegin aftur í ár. Tað er torført at koma á toppin og uppaftur nógv torførari at halda seg har, men eg haldi, at vit í Tjaldri eru nógv betur fyri nú, enn vit vóru somu tíð fyri einum ári síðani. hil Ymsir hálv­ leikir Birita Wardum hjá Neistanum staðfesti eftir dystin, at stórur munur var á fyrra og seinna hálvleiki í dystinum: – Vit eru heilt víst betur nøgdar við seinna hálvleik, tí í fyrra hálvleiki virkaði tað, sum vit ikki tordu at spæla og fara inn at skjóta. Í fyrra hálvleiki spældu vit ov nógv ein og ein, men í seinna hálvleiki fingu vit samanspælið at koyra nógv betur, segði hon. – Undan dystinum vistu vit, at tær eru góðar og at vit máttu royna at verja fyri teirra trimum góðu útlendingum, men tað var ikki soleiðis, at vit vóru bangnar fyri dystinum. Vit taka ein dyst í senn, men eru ikki komnar í toppform enn, so vit verða óivað nógv betri á jólum, enn vit eru nú. hil Longu í fyrra hálvleiki hevði Tjaldur avgjørd topp­ dyst in ímóti Neistanum, sum spældi – ella rættari slapp at spæla – nógv meira við í seinna hálv­ leiki, tá Tjaldur setti ferð­ ina niður og eisini fór at eks peri mentera við verju­ spæli num Í mun til dystin ímóti Stjørnuni her­ fyri, tá høllin í Runavík var fullsett, var hon bara gott og væl hálvfull í gjár kvøldið, tá meistararnir úr Tjaldri tóku ímóti Neistanum. Dysturin hesa ferð livdi heldur ikki upp til tann ímóti Stjørnuni, tí hesa ferð varð alt avgjørt eftir einum hálv­ leiki. Byrjanin var hjá báðum pørtum nokk so trilvandi, men tá komið var upp á 4­4, tók Tjaldur og stongdi mál ið so mikið væl, at Neistin bara fekk tvey mál síðstu smáu 20 minutt­ ir nar av hálvleikinum. Kom nakað inn um krútsterku og tøttu verjuna, var Guðrun í Lágabø góður síðsti skansi aftanfyri. Í hinum endanum fekk Fríða Peter sen eisini hildið Neistanum inni í dystinum í eina góða løtu við fleiri bjargingum, men at enda mátti eisini hon boyggja seg, tá Adina Petrea hevði funnið siktið fram og skjeyt eitt vælplaserað skot fyri og ann að eftir, so hon við fimm málum átti sín stóra part í, at Tjaldur fór upp á 11­5 og longu hevði mestsum av gjørt dystin. Burtur sæð frá fantastisku skotu­ num frá rumenska toppskjúttanum og í løtum málmansavrikunum, var undir haldsvirðið sanniliga ikki tað stóra í fyrra hálvleiki, tá alt bendi á, at Tjaldur fullkomuliga fór at skjóta Neistan sundur og saman, tí mun­ urin var øgiliga stórur – og bara økt­ ist. Sluppu upp í part Leingi sá einki út hjá Neistanum, og tað sá út til, at tær bláu fullkomuliga høvdu mist trúnna á, at tær kundu fáa nakað at hanga saman í spæli­ num, tíansheldur at finna vegin til net meskarnar. Men tá seinni hálv­ leikur byrjaði, sá út til, at Daniel Rapa hevði fingið prentað okkurt gott nið ur í sínar spælarar, tí nú var liðið ikki til at kenna aftur. Hinvegin hevði venjarin hjá Tjaldri, Bogdan Burcea, sett sær fyri at gera royndir á verjuøkinum, tí nú vardi Tjaldur ikki flatt, men hevði gjarna ein eittara úti, ið fyrst og fremst skuldi royna at taka sær av Jack lin Durhuus, ið plagar at vera góð fyri fleiri mál. Jacklin fekk einki í seinna hálvleiki, men verjan hjá Tjaldri megnaði ikki eftir steðgin at endur taka dygdirnar frá fyrra hálv­ leiki. Tað var helst ein stór orsøk til, at Neistin slapp meira upp í part, men aftur fyri gjørdist tað eisini nógv stutt ligari at hyggja. Kortini gjørdist tað ongantíð nóg mikið til at hótta sigur in, og tú hevði alla tíðina var­ hugan av, at skuldi staðið á, hevði Tjald ur í øllum førum eitt gear aftrat at tikið til, tí ferðin fór munandi nið­ ur í seinna hálvleiki. Sigurin merkir, at Tjaldur aftur er einsa malt á odda í Sunset kapp ing­ ini. Nú hevur liðið vunnið á bæði Stjørn uni og Neistanum, ið eru næstu kappingarneytarnir, og sum kapp ingin sær út til at hátta seg, verð ur tað millum hesi trý, at kapp­ ingin um tey bæði plássini í FM­ finalu ni fer at standa. Tjaldur­Neistin 25­20 (14­6) Ein hálvleikur nóg mikið einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Katrin á Neystabø og Anja Heinadóttir royna at verja fyri skotroynd frá Adinu Petrea, sum – hóast skadd – skoraði 10 mál ímóti Neistanum í Runavík í gjárkvøldið Mynd: Álvur Haraldsen Tjaldur-Neistin 25-20 (14-6) 10 min.: 3­3 20 min.: 9­4 40 min.: 17­8 50 min.: 21­15 Málskjúttar Tjaldur: Adina Petrea 10 (1), Cornelia Rimbu 7, Marinela Patru 3 (1), Annika Thomsen 3, Elinbjørg Hammer 1, Jóhanna í Króki 1 Neistin: Rakul Augustinussen 4 (2), Lina Andriulyte 3, Katrin á Neystabø 3 (2), Beinta Wardum 3, Unnur Danielsen 2, Anja Heinadóttir 2, Bára Danielsen 1, Anna Clementsen 1, Jacklin Durhuus 1 Brotskøst: Tjaldur 3, Neistin 4 Útvísingar: Tjaldur 6, Neistin 5 Dómarar: Thomas Juul Thomsen & Birgir Sondum FAKTA Nani ónøgdur um Fergie Nani, sum á sinni varð keyptur fyri £18 milliónir, hevur havt trupult við at spæla seg til fast á pláss hjá Manchester United, og nú gevur hann venjara sínum part av skuldini fyri hetta. – Tað er trupult at hava støðug avrik, tá tú ikki hevur álit frá venjaranum. Sjálvur varð eg settur á beinkin til dystirnar móti Liverpool, Manchester City og Tottenham, og so er tað truplari at røkka hæddunum, sigur Nani. Hann leggur tó dent á, at hann ikki ætlar sær at leita eftir øðrum felag. Sjálvboðið fyri 54 milliónir Ein uppgerð hjá ÍSF vísir, at sjálvbodna arbeiðið, sum verður gjørt í føroysku ítróttarfeløgunum, er heilar 54 milliónir krónur vert. Uppgerðin er grundað á upplýsingar frá 95 feløgum, og vísir hendan, at 371.914 tímar vórðu nýttir til venjing, meðan 77.768 tímar vórðu nýttir til fyrisiting. ­ Tað er júst tað sjálvbodna arbeiðið, sum er lívæðrin í ítróttinum. Um almennir myndugleikar skuldu goldið løn og fundarpening fyri allar tímarnar, høvdu teir ikki verið bótaførir. Hetta er samstundis eyðkennið hjá ítróttinum, tað at virka sjálvboðið, so onnur kunnu stuttleika sær í venjing og kappingum, sigur Sølvi Reinert Hansen, ÍSF­forseti.