Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-12, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 12. november 2009 Við eini tíð upp á 14.32,59 kutaði Pál Joensen enn eitt petti av norðurlendska metinum, sum hann setti í Moskva, men hesa ferð rakk tað ikki til gullið Hóast Pál Joensen hesa ferð mátti ásanna, at hann var ikki meira enn næst bestur, so var talan enn eina ferð um framúr avrik frá vág bingi­ num, tá hann svam 1.500 metrar í World Cup­stevnuni í Stockholm. Federico Colbertaldo úr Italia vann gullið hesaferð, tá hann svam tein in upp á 14.28,35. Ein tíð, sum er betri enn níggju ára gamla metið hjá Grant Hackett. Tíðin hjá Pál er tó framvegis í heims flokki, og enn einaferð megn­ aði hann at halda danska Mads Glæs ner aftanfyri seg. Glæsner og Pál hava verið mest sum konstantir kappingarneytar seinastu tvey árini, og hesa ferð kom danin á mál sum numm ar trý við tíðini, 14.39,88. StÍF-VÍF 29-23 (17-11): StÍF kom á talvuna Við sigri á VÍF togaði StÍF seg upp um niður flyt- ing ar strikuna í Sunset- deild ini Støðan hjá StÍF var rættiliga greið undan dystinum. Eitt tap móti VÍF vildi meira ella minni isole ra StÍF og VB í einum stríði um at sleppa undan niður flyt­ ing ini. Og tað var eitt scenario, sum ikki tóktist serliga hugagott á Skála. Og tað er so heldur ikki aktuelt enn. Tað eydnaðist nevn­ liga hjá StÍF at vinna dystin, men fyrstu løtuna var tað tó VÍF, sum var betur koyrandi. Seinastu tíggju minuttirnar und an steðginum leyp StÍF tó av stað. Tær vunnu hesa løtuna 9­1, og tað var eitt hál, sum VÍF ong an tíð vann aftur. Hetta undirstrikar kanska eisini størsta veikleikan hjá unga VÍF­liðnum. Nevnliga at sveiggini í einstøku dystunum enn eru nakað stór. Og fyrst og fremst skal arbeiðast við hesum, nú tær skulu royna at halda fast um sína støðu á stigatalvuni. jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk StÍF-VÍF 29-23 (17-11) 10 min: 5­3 20 min: 9­10 40 min: 23­17 50 min: 24­20 Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 13(3), Adrianna Dobra 4, Rósa Danielsen 3, Soxanna Bodirlau 3, Bára Berthelsen 3, Anna Petersen 2, Fríðrun Danielsen 1 VÍF: Liljan Djurhuus 13(6), Tóra Seloy 5, Elisabeth Leo 2, Heidi Joensen 2, Agnas Olsen 1 Brotskøst: StÍF 3, VÍF 7 Útvísingar: StÍF 1, VÍF 2 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen FAKTA Hondbóltur Sunset-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Tjaldur 6 6 - 0 - 0 190 136 54 12 2 Stjørnan 6 5 - 0 - 1 182 126 56 10 3 Neistin 6 4 - 0 - 2 156 137 19 8 4 StÍF 5 1 - 0 - 4 110 149 -39 2 5 VÍF 6 1 - 0 - 5 133 177 -44 2 6 VB 5 0 - 0 - 5 99 145 -46 0 Máltindurin, hondbóltur Sunset-kappingin Adina Petrea Tjaldur 71 (9) Valentina Suciu Stjørnan 45 (9) Cornelia Rimbu Tjaldur 42 (1) Simona Petersen Stjørnan 37 (7) Liljan Durhuus VÍF 37 (13) Rebekka Justinussen StÍF 35 (6) Marinela Patru Tjaldur 27 (2) Jacklin Durhuus Neistin 24 Joan M. Djordjevic Stjørnan 24 Katrin á Neystabø Neistin 24 (5) Annika Thomsen Tjaldur 21 Rakul Augustinussen Neistin 21 (6) Anja Heinadóttir Neistin 19 Una Olsen Stjørnan 18 Bára Mortensen VB 18 Mál (br.) Kanón-tíðin úr Moskva varð betra við einum lítlum sekundi, men italski europameistarin, Federico Cobertaldo, setti nýtt World Cup-met, og so mátti Pál Joensen hesa ferð taka til takkar við silvurinum Pál betraði metið