hósdagur 12. november 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 217 - 12. november 2009
L
uddi í Dali, sum hann
var kallaður, var ein av
teimum kendu brøðrunum
í Dali. Foreldrini vóru
Christian Michael
Jacobsen (1823-1886),
kalsmaður (hjálparmaður
hjá sýslumanni), og Anna
Lydersdatter, f. 1820 á
Toftum. Tey giftust í Havn-
ar Kirkju 4. september
1845 og fingu átta børn.
Tey vóru:
Sofia Maria. F. 25.10
1845. Hana fingu tey mán-
aðin eftir, at tey giftust.
Hon giftist á Bornholm,
har hon fekk eftirnavnið
Skov. Tey fingu so eina
dóttir Anna f. 1881.
Luddi var so næstur, og
eftir hann komu:
Mikkjal (1849-1938),
giftist við Ellen Elisabeth
Jacobsen f. 1843. Tey
fingu seks børn. Ein sonur
Johan Sofus f. 1889 gekk í
1928 burtur við Martu, har
hann var skipari.
Christian, loðsurin kall-
aður, er fyrr umrøddur í
hesi røð.
Johan Sofus (1854-
1860).
Sunnuva (1857-1860.
Tey hava tískil mist tvey
børn, 3 og 6 ára gomul,
sama ár.
Julius Simon (1859-
1923) giftist við Johannu
Frederikku Poulsdatter f.
1860 í Svínoy.
Tað er ein serlig søga um
dóttir teirra Anna Cathrina
(1885-1896). Eg varð í
summar gjørdur varur við
ein gravstein, sum stóð
beint við inngongdina til
kirkjugarðin í Mikladali.
Søgan var, at henda genta
var komin til Mikladals
fyri eitt stytri ella longri
tíðarskeið. Táið foreldrini
ikki høvdu hoyrt frá gent-
uni langa tíð, fóru tey at
fregnast eftir henni. Tá
komust tey eftir, at hon var
bæði deyð og grivin, uttan
at tey visti av tí. Tað kann
væl hugsast, at foreldrini tí
hava reist hendan steinin,
sum er størri enn vanligt
hjá børnum.
Johan Sofus f. 1862
giftist við Onnu Elisabeth
Olsen (1864-1925) sum
fyrr er umrødd í hesi røð.
Hon var systir Óla Svend-
sen og er grivin saman við
foreldrum sínum. Sum
skilst hevur hjúnarlagið
neyvan verið gott. Tey
fingu eingi børn.
Børnini hjá Ludda
Luddi var politistur, arbeiðs-
maður og postførari. Petur
Háberg minnist hann sum
ein lágan mann við hvítum
skeggi. Tað var ikki frítt
fyri, at børnini fingu jóla-
kenslur, tá ið tey sóu hann.
Tað er ikki nógv skrivað
um Ludda. Men hann var
umframt annað eisini post-
førari. Um hetta skrivaði
Jens á Reyni, at posturin
varð sendur út á bygdirnar
við lítargóðum monnum.
Gamli Konrad fór í Norð-
oyggjar, Petur í Mattalág til
Sandoyar og Suðuroyar,
Luddi í Dali fór í Sunda-
lagið og til Eiðis og Krist-
ian í Dali, beiggi hansara,
mundi fara vestur eftir.
Tað er óneyðugt at siga,
at tað hevur verið stríggið
hjá postførarum uttan mun
til, hvørja leið teir fóru.
Luddi giftist 15. februar
1871 við Elsebeth Cathrine
Hansdatter úr Havn. Tey
fingu seks børn.
Christian Michael
(1871-1960). Hann giftist í
1894 við Elsebeth Helene
Larsen f. 1872 úr Porkeri.
Tey fingu fýra børn. Else-
beth Katrina f. 1897, Johan
f. 1898, Frida f. 1901 og
Helmer, f. 1909. Tey fyrstu
trý børnini doyðu ung, og
tað var bert Helmer sum
gjørdist gamal. Hann var
maskinmeistari. Helmer
eigur tvey abbabørn í Havn.
Anna Trondine (1874-
1966.) Gift við Joen Pauli
Joensen (Palla Tryk).
Anna Sofía (1878-1952)
gift við Jens Martin Mohr
av Sandi.
Hansina (1891-1966)
gift við Niels Christian
Jacobsen Rein
Komið verður til døtur-
nar í komandi parti.
Sigurd Martin f. 1883.
Hann endaði í Danmark.
Ludvig Einar (1886-
1953). Hann var skipari og
búsettist í Minneapolis í
USA. Síðan legðist hann
uppá land og bleiv prentari.
Hann átti eftirkomarar,
sum hava verið í Føroyum.
Samband er framvegis við
onkrar teirra.
Ludda Kristian
Nú venda vit aftur til sonin
Christian, vanliga kallaður
Ludda Kristian. Tá ið hann
doyði, vóru skrivað minn-
ingarorð um hann í Dag-
blaðnum og Tingakrossi..
Christian var kendur um
allar Føroyar bæði sum
handilsmaður, ja, og ikki at
gloyma frá grindaferðum.
Heilt frá ungum tók hann
lívið soleiðis sum lívið má
takast, um livast skuldi í
hesum landi. Tað var seiggi
í Christian hjá Ludda, sum
tað var í allari ættini hjá
Kristjani í Dali.
Christian hevði sum heilt
ungur uttan iva havt stórar
dreymar um framtíðina.
Hann hevði bestan hugin at
fara til sjós, men tað dámdi
foreldrunum einki. Hann
byrjaði sum krambakallur í
Thorshavns Handelsfor-
ening hinumegin aldamóti
hjá tí kenda Jens Olsen.
Men Christian vildi
meira enn tað. Hann skuldi
sjálvur leggja grund undir
nýggjan og stóran handil,
sum ikki skuldi vera aftan-
fyri hinar handlarnar í
Havn. Hann legði nógv til,
og tað tyktist eisini at bera
til. Handilin vaks, og hann
fekk sær fleiri skip sum
Thorshavn, sum seinni
gjørdist Connonboro
Castle, William & Re-
bekka, seinni Viðoy, Living-
stone, Spurn og Neptun og
okkurt afturat. Hann hevði
eisini virksemi saman við
Pola í Dali.
Men í 1902 fór alt á húsa-
gang. Christian misti alt og
stóð eftir á berum. Tá tók
hann postflutningin eftir
pápa sín, og hann fór eisini
at rógva út. Sum útróðrar-
maður hevði hann orð fyri
at vera sera skilagóður.
Christian var politisk og
mentaliga vakin maður.
Hann var ein av teimum
sum saman við Rasmus
Effersøe stovnaði Føroya
Framburðsfelag, sum
seinni rann saman við
Havnar Framburðsfelag.
Her var hann virkin alt sítt
lív. Hann gjørdist eisini
heiðurlimur í felagnum
Christian var eisini ein
av teimum sum saman við
Kristin í Geil fekk byrjað
útgávuna av Tingakrossi í
1901, og hann var eisini
álit at skriva í blaðnum.
Hann var í Danmark saman
við øðrum og fekk maskin-
ur til prentsmiðjuna. Tað er
kent, hvussu stóran týdning
hetta blaðið fekk.
Tá heimsbardagin brast á
í 1914 og Føroyar fingu
Færøernes Amtskommu-
nale Vareforsyning, fekk
hann starv har.
Tá kom hann at sam-
starva við Harald Harald-
sen, sum vit fara at umrøða
seinni í hesi røð. Teir fóru
at fáast við stórhvalaveiðu,
men hetta bar ikki til.
Hann royndi aftur at
manna seg upp til handils-
skap, men hetta gekk
heldur ikki.
Men einki boygdi CMC,
sum hann eisini var kallað-
ur. Hóast hann var komin
so langt upp í árini, hevði
mist alt tríggjar ferðir, og
harafturat hevði mist nær-
um øll síni, so bar hann sítt
høvur hátt til tað
allarseinasta.
Keldur:
Viggo Christiansen og
Gunnvør Vestergaard
Luddi í Dali:
Sonurin misti alt tríggjar ferðir
Hesa ferð umrøða vit grøvina hjá Ludvig Friedlieb Christiansen og konu hansara Elsebeth Cathrine Hansdatter.
Komið verður eisini inn á søguni hjá hesum systkjunum í Dali, einum av teimum “Dalum”, sum vóru í Havn
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
ELSEBETH C.
CHRISTIANSEN
F. 25. 7.1843
D. 28. 6. 1923
LUDVIG F. CHRISTIANSEN
F. 14. 11. 1847
D. 15. 12. 1932
F.v. Anna Sofía Mohr, dóttir Ludda, Christian M. Christiansen, sonur Ludda, Ludvig
Christiansen og Elsbeth Helena, kona Christian
Her varð Anna Cathrina jarðað í Mikladali
uttan at foreldrini vistu av tí
Hildið verður, at hetta kann
vera kona Ludda, Elsebeth
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt frá døtrunum hjá
Ludda. Ein teirra Anna Sofía Mohr er grivin í
gamla kirkjugarði