hósdagur 12. november 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 217 - 12. november 2009
23
nøvn
Mikukvøldið 4. november til
sunnukvøldið 8. november
var árliga samfelagsstevnan
hjá brøðrasamkomuni
hildin í Ebenezer
Poul Jóhan Djurhuus
Gjaranes@olivant.fo
Stevnan byrjaði í Ebenezer við
bønarfundi mikukvøldið, har Poli
Vang setti stevnuna við nøkrum
hugleiðingum. Eisini undirstrikaði
hann, at temaði á stevnuni í ár er:
“Nú er tíðin til frelsu, til vøkstur
og til tænastu.”
Møtini hildu fram við uppbygg
ingar og evangeliskum møtum
hósdag og fríggjadag, eisini í Ebe
nezer. Til evangeliska møti fríggja
kvøldið varð farið niðan í ítróttar
høllina á Nabb, har restin av fund
unum vórðu hildnir, tó ikki breyð
brótingin sunnumorgun, sum nú,
síðani ovari salur varð gjørdur í
stand, verður hildin í Ebenezer.
Tað var Svenning av Lofti, sum
talaði
sunnumorgunin.
Hann
hevði ein máttmiklan boðskap
um týdningin av ikki at liggja á tí
trýfaldaða boðnum, sum Harrin
gav lærisveinunum, beint áðrenn
hann fór til Himmals. Ein litføgur
innbjóðing var prentað til møtini,
sum fólk í samkomuni kundi býta
út eftir tørvi.
Opin og skipaði møtir
Aftur í ár vóru møtini væl vitjaði.
Tey fyrstu møtini, sum altið verða
hildin í Ebenezer, eru sokallaði
opin møti, har menn, sum hava
fingið eitt orð frá Harranum, eru
vælkomnir at bera tað fram, um
høvið býðst. Hetta er ikki óvanlig
mannagongd í brøðrasamkomun
um, og júst hesi opnu møtini
kunnu roynast at verða sonn And
ans leidd møti, tá persónar fáa
høvið at bera eitt orð fram, sum
annars ikki eru so ofta at hoyra á
skipaðum møtum. Fundirnir í
høllini vóru allir skipaðir við talu
og sangluttøku.
Teir, sum talaðu í høllini vóru
m.a. Jógvan Zachariasen, Rólant í
Skorini, Símun Absalonsen, Odd
mar Færø, yngri, Jens Bech av
Skála, Gunnar Nielsen, Sonni Poul
sen, John í Skemmuni, Niels Pauli
Nónstein, Poul Færø, Símun Pætur
á Torkilsheyggi, Svein Petersen og
aðrir. Tey mongu hundrað, sum
aftur í ár leitaðu sær niðan í høllina,
fingu høvið at hoyra bæði góða talu
og góðan kórsang, sum var
framførdur av Ebenezerkórinum,
Betesdakórinum, mannskórinum í
Ebenezer og Suðuroyarkórinum.
Tað var ein sonn fragd at hoyra
Ebenezerkórið framføra sangin
“Oh happy day” við solorøddini hjá
Bárur Tindskarð.
Hesin
ungi
maðurin hevur fingið eina Gudgivna
rødd at nýta í tænastu Harrans.
Alnótin
Áhoyraraskarin er væl størri enn
stóri skarin, sum situr í høllini.
Møtini vóru send beinleiðis í
Lindini og kundu samstundis hoyr
ast á alnótini. Vit vita, at føroying
ar um allan heimin sótu og lurtaðu
og sungu við, og vóru so statt ein
partur av samfelagsmøtunum í
Ebenezer í november 2009. Ígjøg
num mong ár hevur Útvarp Før
oya (Kringvarpið) sent sunnu
kvøldsmøtið
beinleiðis,
sum
mong eru ómetaliga glað fyri, tí
júst hetta møti hevur fleiri hundrað
lurtarar kring landi. Hetta er ein
stór vælvild, sum bæði Kringvarp
ið og Lindin sýnir samfelagsmøt
unum í Ebenezer.
Trúboðarafundur
Vanligt hevur verið í fleiri ár, at
trúboðarar í brøðrasamkomunum,
bæði teir, sum virka heima og teir,
sum virka í øðrum londum, og
sum eru heima og vitja, koma
saman, tá samfelagsmøtini eru.
Mikumorgunin kl.10.00, sama
dag sum møtini byrjaðu, vóru 21
trúboðarar savnaðir saman á Pano
rama á Hotel Hafnia. Hetta er ein
løta, sum er ætlað fyrst av øllum
til andaligt samfelag. Onkuntíð er
tað so, at trúboðarar, sum virka í
øðrum londum, hitta hvønn annan
á hesum fundum fyrstu ferð eftir
mong mong ár.
Ein skrá verður gjørd, har ein
høvuðstala verður hildin um eitt
hvørt aktuelt evni. Í ár var tað
Niels Pauli Nónstein, sum virkar í
Kristnastovu í Keypmannahavn,
ið hevði ein fyrilestur. Niels Pauli
hugleiddi um trúgvandi ungdómin
í Føroyum í dag, og setti spurn
ingin: Hvar fær ungdómurin í dag
sína kristnu lívsáskoðan frá?
Hann vísti á, at tað hav av informa
tión, sum er tilgongiligt á alnótini
í dag, hevur ein avgerandi leiklut
í tilevningini av uppvaksandi ætt
arliðinum, og nevndi, at hetta er
ein av stóru avbjóðingunum, sum
samkomur í dag standa í.
Síðani var høvið hjá tí einstaka
trúboðaranum at leggja fram um
sítt egna virkisøki, og tað var
áhugavert at hoyra um arbeiði og
verkætlanir hjá hesum 21 monnum
og kvinnum, ið virka sum fulltíðar
trúiboðarar innan brøðrasamkom
una, bæði heima og burturi.
Ungdómsmøti
Hvørt ár, á samfelagsmøtunum,
verður skipa fyri ungdómsmøtum
í høllini eftir seinasta møti fríggja
kvøldið og leygarkvøldið. Ung
dómsmøtini vóru kl.22.00 og tey
vóru lýst sum Opið Hús, har borð
reitt var við kaffi, te, saft og onkr
um afturvið. Tað streymaði inn av
ungum fólki allastaðni frá í land
inum, fleiri hundrað. Tey stór
hugna sær, heilsa upp á hvønn
annan, práta og flenna saman,
men tað er eisini rúm til álvara,
og álvarin kemur í hæddina, tá ein
tala verður hildin, sum er ein fast
ur táttur á hesum ungdómsmøtum.
Fríggjakvøldið talaði Niels Pauli
Nónstein og leygarkvøldið talaði
Kristian á Lakjuni. Eisini er høvið
givið til vitnisburðar. Á ungdóms
møtunum hevur felagssangurin
ein annan stíl enn á hinum møtun
um, tá ungdómurin sleppur at sláa
á keeboardstangentarnar og píska
við trummupinnunum og skrúva
við volumiknøttinum eftir egnum
ynski. Ungdómurin dugir væl at
geva lovsonginum andaligar veing
ir, og tað er at gleðast yvir at land
okkara eigur so nógvan ungdóm,
sum leitar inn til Guds orð.
Barnamøti
Børnini verða ikki gloymd a sam
felagsmøtunum. Aftur í ár varð
lýst til sunnudagsskúla/barnamøti
í ovara sali í Ebenezer, sunnudagin
kl.12.00. Salurin var fullsettur av
børnum og foreldrum. Um ikki
fleiri av foreldrunum sótu við
teimum minstu á knøunum, høvdu
ikki verið stólar nokk til øll. Tað
vóru hjúnini Beinta og Absalon
Áargarð, sum høvdu høvuðs
ábyrgdina. Absalon hevði dukk
una við, sum undirhelt børnunum
óføra nógv. Síðani segði Beinta
børnunum eina søgu við góðum
andaligum praktiskum lærdómi.
Kunningarfundur
Tá samfelagsmøtini eru, er altið
ein stórur kunningarfundur í Ebe
nezer, sum vanliga verður hildin
leygarmorgun kl.10.00, har umboð
fyri tær mongu og ymisku tænast
urnar innan brøðrsamkomuna,
bæði heima og burturi, fáa høvið
at leggja fram. Tað verður møtt
væl upp til hesar kunningarfund
irnar, sum eru sera áhugaverdir og
motiverandi fyri fólkið í brøðra
samkomuni, ið kennir seg sum ein
part av øllum tí nógva arbeiðinum,
sum verður gjørt bæði burturi og
heima. Hetta er ein av dygdunum í
brøðrasamkomuni.
Nýggj sangbók
Eitt av tí, sum varð kunnað á fund
inum leygarmorgunin, var arbeiði
við nýggju útgávuni av Songbók
Guds Fólks, sum er almenna sang
bókin hjá brøðrasamkomuni í Før
oyum. Seinasta útgávan er frá
1976. Hesi seinastu árini hevur
tað verið arbeitt við eini verkætlan
at geva bókina út av nýggjum við
uml. 1500 sangum og sálmum.
Úrvalið, sum brøðrasamkoman
hevur at taka av, er ómetaliga ríkt
og stórt, so tað er ein tung uppgáva
at skula velja og vraka ímillum
henda stóra sangskatt, sum hevur
verið sungin í meira enn eina øld
um alt landið.
Tað eru teir báðir, brøðurnir í
Norðragøtu, Flóvin Tyril og Zak
arias Zakariassen, sum hava hetta
arbeiði um hendi. Teir miða ímóti,
at bókin kemur út í 2010. Sang
bókin, sum kom út í 1976 og sum
verður brúkt í dag, telur 1192
sangir, og er helst hitt hægsta talið í
nakrari songbók í Norðurlondum.
Nátturði
Sunnudagin vóru tvey møti í høllini,
uppbyggingarmøti
kl.16.00
og
evangeliskt møti kl.19.00, sum
eisini var tað seinasta møti á sam
felagsstevnuni. Hesi seinastu nógvu
árini
hevur
samkoman
bjóða
fundarfólkunum til nátturða millum
bæði tey seinnu møtini sunnudagin.
Nátturðin er í høllini, og soleiðis
varð eisini í ár. Hetta er sera
praktiskt, tí so nýtist fólkið ikki at
fara heim í millum møtini. Øll í
samkomuni vera biðin um at smyrja
so mikið av breyði, at tað er nóg
mikið til húski og nakrar “gestir.”
Fólkið kemur so við matinum beint
áðrenn møti kl.16.00. og síðani eru
tað fólk, sum átaka sær at seta upp
sjálvtøkuborð ymsastaðni i høllini
og at borðreiða.
Tað persónliga samfelagið er
ómetaliga gott og gevandi, meðni
nátturðin er, tí fólkið gongur ímill
um stólarnar og heilsar upp á
hvønn annan, og onnur koma í
eitt longri prát við onkran, sum
tey ikki hava sæð síðani seinastu
samfelagsfundir
ella
kanska
longri síðani. Øll tey mongu
hundrað fólkini, sum vóri til møt
ini, vórðu mett og væl sett.
Endin
Jákup Olsen sluttaði samfelags
stevnuna 2009 og takkaði teimum
mongu, sum vóru komin til møtini
og teimum, sum hava lurtað bæði
úti á havinum og ymsastaðni í
útheiminum. Eisini takkaði hann
loftmiðlunum fyri teirra vælvild
at senda møtini inn í stovurnar hjá
fólki kring landið. Nú er bara eftir
at vóna, at tað, sum talað er ikki
fellur til jarðar, men vil síggjast
aftur í frelsu, ávøksti og tænastu!
Samfelagsstevnan í Ebenezer
»Frelsa – Vøkstur – Tænasta«