hósdagur 12. november 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 217 - 12. november 2009
tíðindi
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Kunngjørt verður fyri ætt vinum og kenningum, at
Anna Julina Thomassen
vanliga nevnd Annelin
andaðist týsdagin 10. oktober, 91 ára gomul.
Kistan fer frá Ellisheiminum hósdagin kl. 16.00.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
fríggjadagin kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Ellen og Thomas v/ fam.
Tey, ið ynskja at minnast Annelin, kunnu lata Tórshavnar Ellisheimi
eina gávu, konta í Eik-banka.
Dagurin
12. november. Torkil. Teir vita ikki um nakað halgimenni við
hesum navni, men tað er komið við í danskar álmanakkar frá
1725. Navnið er norrønt og er samansett av gudsnavninum
Tórur, og Ketil, sum merkir hattur ella hjálmur. Vanligur fyrsti
liður í mongum staðarnøvnum í Føroyum. Torkil er eitt av
teimum fáu persónsnøvnunum, sum er funnið á rúnarsteini í
Føroyum (í Sandavági).
Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008
80 ára føðingardagur
Sunnudagin 15. nov. hevur Elinborg Haraldsen
80 ára føðingardag. Dagurin verður hildin í
Frelsunarherinum, leygarkvøldið 14. nov. kl. 19.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
80 ára føðingardagur
Týsdagin 17. nov. fyllur Cederfeldt Olsen, Tvør
oyri, 80 ár. Dagurin verður hildin í heiminum,
Sjógøta 250, leygardagin 14. nov. Opið hús frá
kl. 12 .
90 ára føðingardagur
Sunnudagin 15. nov. verður Tórálvur Poulsen
Skopun 90 ár. Tey sum vilja heilsa uppá
Tórálv, eru hjartaliga vælkomin í Samljóð í
Skopun millum kl. 14 og 19 sama dag.
Silvurbrúdleyp
Sunnudagin 18. okt. høvdu Birgit og Hanus
Hansen, klaksvík, silvurbrúdleyp. Dagurin
verður hildin leygardagin 12. des. kl. 19 í
Badmintonhøllini í klaksvík. Tey sum ynskja at
gleðast saman við silvurbrúðarparinum, verða
vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 227479
ella 455592. Ella við at skriva til: bsh@post.
olivant.fo áðrenn 3. desember.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 24. nov. hava hjúnini Oluffa og Niels
Andreasen, Klaksvík, silvurbrúdleyp. Dagurin
verur hildin í K.F.U.M & K Klaksvík, fra kl.
18, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Silvurbrúdleyp
30. nov. hava hjúnini Alberta og Eirikur Magnus
sen, Tórshavn, silvurbrúdleyp. Dagurin verður
hildin leygardagin 28. nov. í HBHúsinum
kl. 19. Tey ið ynskja at gleða okkum við at
koma, verða biðin um at siga fra á tlf. 216324
(Alberta) ella 214456 (Eirikur) innan 14. nov.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 29. des halda við bæði, Pálin og
Henry Olsen, Rituvík okkara silvurbrúdleyp.
Dagurin verður hildin við veitslu í
bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tit, ið ynskja
at gleða okkum við at koma, kunnu siga frá
á tlf. 219134 (Henry) ella 223534 (Pálin). Til
ber eisini at senda ein teldupost: henryo@
olivant.fo ella palin.olsen@skulin.fo áðrenn
15. desember.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 15. nov. hava hjúnini Sonja og
Símun Hans Jacobsen, Hellurnar, gullbrúdleyp.
Dagurin verður hildin saman við børnunum og
familjum teirra.
Gullbrúdleyp
Hósdagin 19. nov. hava hjúnini Ása og Jógvan
Rasmussen, í Miðvági, gullbrúðleyp. Dagurin
verur hildin heima, frá kl. 16. Øll eru vælkomin.
Gullbrúdleyp
28. nov. hava hjúnini Tóra og Ólavur Nolsøe
Olsen, Fuglafjørður, gullbrúdleyp. Dagurin
verður hildin í bygdahúsinum í Leirvík
leygardagin 5. des. kl. 18. Tey ið vilja halda
dagin saman við okkum, kunnu siga frá á tlf.
444159 737751 ella toraolavur@gmail.com
áðrenn 20. nov.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 5. des. hava hjúnini Jóna og
Kjartan Z. Jacobsen, Klaksvík, gullbrúdleyp.
Dagurin verður hildin í Skálanum frá kl.
18. Tey ið vilja gleða okkum við at koma,
verða biðin um at siga frá á heimatlf. okkara
455646, tlf. 224750 og tlf. 225698, til og við
leygardagin 21. nov.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 5. des. kunnu hjúnini Edith
og Páll Klettskarð, í Haraldssundi, halda
gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í
bygdarhúsinum í Haraldssundi í millum kl. 12
og 17. Tey, ið vilja gleðast saman við okkum,
eru hjartaliga vælkomin.
Diamantbrúdleyp
Mánadagin 9. nov. hava Amalie og Jens
Mouritsen, Sørvágur, verið gift í 60 ár.
Dagurin verður hildin 14. nov. frá kl. 18 hjá
soninum, á Magnusarbø 6, Sørvágur.
merkisdagar
Hetta vikuskiftið sýnir Katrin Ward
um fram málningar og vatnlitsmyndir
í Smiðjuni í Lítluvík í Havn.
Hetta er fyrsta sjálvstøðuga fram
sýningin hjá Katrini, men hon hevur
málað ein stóran part av lívi sínum,
og hon hevur eitt nú í fleiri ár verið
við á ólavsøkuframsýningini hjá
Lions. Katrin hevur verið á skeiðum
bæði í Føroyum og uttanlands.
Málningarnir mynda landsløg og
fólk. Tað føroyska sæst týðiliga aftur í
flestu myndunum, ikki bara í fjøllum
og bygdum, men eisini í søgunum
millum fólkini.
Listaframsýningin hjá Katrini Ward
um í Smiðjuni í Lítluvík letur upp
fríggadagin kl. 16. Opið er leygardagin
frá kl 1118, sunnudagin 1418. Mán
dagin og týsdagin er opið 1620.
Katrin Wardum í Smiðjuni
Myndin er tikin í 1979, tá politiið í Havn kannaði botnin
fram við Eystaru bryggu. Froskmenn gjørdu arbeiðið og
funnu nógv ymiskt á botninum m.a. nakrar súkklur, ið
helst vóru nakrar av teimum nógvu, sum vórðu meldaðar
stolnar. Ætlanin var, at politiið skuldi gera slíkar kanningar
av botninum árliga.
Fyri 30 árum síðan:
Stolnar súkklur
á botninum
Her er ein froskmaður
komin komin upp úr
sjónum við eini súkklu.
Politisturin er Jón
Carlsson
Kelda: Kolon 1979