Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindi Nr. 217 - 12. november 2009 líka skelkað, og tað darvar ar beiðinum hjá honum. Hon hálar og skrykkir í hann. Tá fyrstu roykkavararnir koma inn, skal roykurin køvast, og beinanvegin verð ur runnið við slangum. Sjúkra bilar fylgja skjótt eftir, og koma við børum til tey løstaðu. Nøkur fáast lættliga úr bil unum, meðan onnur mugu skerast úr. Dúliga verð ur arbeitt inntil øll eru bjargað, og síðani verður tunni lin ruddaður aftur og latin upp fyri ferðslu. Sjálvt í eini neyðstøðu, har lív standa í váða, er tað átroð­ k andi at fáa neyð støðuna loysta sum skjótast og farleiðina latna upp aftur beinanvegin – ein uppgáva, ið eisini áliggur Lands verki. Klokkan 22 er venjingin av og ferðsla sleppur aftur gjøgnum tunnilin. Síðsti liður í dagføringini Venjingin í gjárkvøldið var tann seinasti liðurin í dagføringini av Norðskála­ tunlinum, sum arbeitt hevur ver ið við í góð trý ár, og sum hevur kostað um 37 millió nir krónur. Hetta var generalprøvin, har allar skipanir vóru roynd ar, og har teir feilir, sum kunnu koma fyri, skul­ du gerast. Næstu ferð okkurt er áfatt inni í tunlinum, eru bjarg­ ing ar liðiðni eina venjing meira von við at bjarga manna lívum inni í tun­ linum. Samstundis er tilbúgv­ ing a rætlanin fyri tunnilin liðug og handað teimum pørtum, ið varða av trygdini í tunlinum. Hetta er tann triði tunnilin í landinum, Koll fjarðatunnilin og Hovs­ tunnilin hava áður fingið til búgvingarætlanir. Við venjingini í gjár varð punktum sett fyri dag­ føringini av Norð skála­ tunlinum. Leirvík ella Kollafjørður Meðan arbeiðið at dagføra Norðskálatunnilin er liðugt, er komið væl á leið við at dag føra Leynatunnilin eisini. Tann næsti tunnilin, ið farið verður undir at dag føra, verður helst Kolla fjarða­ tunnilin ella Leir víks tunnil­ in. Tunlarnir verða dag førd ir alt eftir hvussu stór ferðslan er í teimum og hvussu stórur tørvurin er á at dagføra tunlarnar. Kollfjarðatunnilin er, hóast tað bert eru 17 ár síðani hann lat upp, ikki nú tíðar hóskandi í samband við trygd. Dagført verður eftir norsk­ um standardi, og eru trygd ar­ krøv ini sera stór. Tí verð ur talan helst um eitt sera umfatandi arbeiði at dag føra Kollfjarðatunnilin, tá nógva ferðslan gjøgnum tunnilin ger, at trygdar krøv ini eru uppaftur strangari enn til Norðskálatunnilin.