Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 tíðindi Nr. 217 - 12. november 2009 Við eini stórari brand venjing í gjár­ kvøldið, sum setti allar partar undir trýst, varð endaligt punkt um sett fyri dag før ingini av Norð­ skála tunlinum Trygd Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Mynd: Jens Kristian Vang Klokkan 20 í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Norð skála­ tunlinum. Tríggir bilar ren­ na saman og sjey fólk eru í bilunum. Klokkan 20.05 kemur frá boðanin inn til alarm­ sentralin. Ein kvinna, ið er komin á staðið, er runnin til nærmastu neyðtelefon. So skjótt, sum hon hevur tikið horn ið av neyðtelefonini, fer ein skipan í gongd, og fær alarmsentralurin tá bein an veg in nakrar lívs­ neyð ug ar upplýsingar. Sjálvvirkandi skipanin boðar frá, at kvinnan stend­ ur 1300 metrar frá tunnil s­ munnanum á Norð skála­ síðuni. Hon er skelkað. Tað er torført at fáa nakrar nærri upplýsingar frá henni ella at fáa hana til at gera nak­ að. Klokkan 20.06 fáa Lands­ sjúkrahúsið og Skálafjarðar Sløkkilið boðini. ­ Orsøkin til at Skála­ fjarðar Sløkkilið fær boðini fyrst, er tí at alarmsentralurin á telduskíggjanum sær, at teir hava vindin í ryggin gjøg num tunnilin, og at teir tí hava betri møguleika fyri at koma inn til bilarnar og bjarga fólkunum, sigur Jón Klein Olsen, politiovasti. Tá hesi hava fingið boð, fær Sunda Sløkkilið boð um at rykkja út. Livandi venjing Ein slík venjing sum tann í gjárkvøldið skal gjarna vera so autentisk sum gjørligt og seta allar partar av til búgv­ ingini undir trýst. Hetta má sigast at vera ein tann mest hugtakandi parturin av at eyg leiða venjingina, at síggja hvussu hetta varð gjørt. Inni í tunlinum fyllist við royki, og beinanvegin er greitt, hvønn veg roykurin fer. Úr eina bilinum hoyrist jav n an eitt skerandi kvinnu­ skríggj um hjálp. Í einum av hinum bilunum sæst fólk sita púra stilt, í sjokki. Minutt irnir ganga ógvuliga spaku liga meðan tú bíðar, og hvørt sekund kennist sum eitt mansævi. Komnir til tunnilin skulu brand mennirnir fyrst syrgja fyri egnari trygd, áðrenn teir fara inn. Úr einum lítlum húsi beint við tunnils­ munnan fær sløkkiliðið stýrt ventilatiónini. Meiningin er at hjálpa at blása roykin úr tunlinum, so leiðis at sløkkiliðið sleppur heilt framat. Men skipanin er hálvautomatisk, og ein hvirla av øvutari ætt ger, at tá vifturnar verða tendr að ar, blása tær móti ætt ini, og miðjan á tunlinum fyll ist við royki. Tað tekur fýra minuttir at steðga viftu num aftur og at fáa tær at blása hinvegin. Tá tað nú blæsir rætta vegin, gongur ein løta, og síð an kemur fyrsti maðurin inn, sum er átaksleiðarin. Hann er fyrstur á staðnum, og fer beint í gongd við at meta um støðuna. Hann tosar við kvinnuna, sum boð aði frá, men hon er enn