Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. november 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 218 - 13. november 2009 Vanliga bjargingar­ tyrlan hjá Atlants­ flogi var ikki tøk, og Lynx­tyrlan hevur ikki eina højst­sól, sum verður brúkt í bjarg ingararbeiði í myrkri. Millum annað tí varð ikki mett ráðiligt at fara undir bjarg ing ar­ arbeiðið Vanlukka Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Ein deyðsvanlukka varð um borð á Polarhav, sum varð staddur 27 sjómíl úr Akra byrgi. Fráboðanin kom til MRCC klokkan 18.07. Sambært Jón Klein Ol sen, løgregluleiðara, hev­ ur maðurin fingið ein veir í búkin ella undir síðuna og løsturin hevur verið sera álvar samur, so hann doyði av honum. Maðurin, sum er 29 ára gamal og hevði verið fyltur 30 ár mánadagin, er bú sit­ andi á Viðareiði, men er ætt aður úr Vestmanna. Tyrlan fekk ikki farið eftir manninum, tí hon var ikki tøk, varð fráboðanin, men Magni Arge, stjóri í At lantic sigur í viðmerking til Vágaportalin, at tiltaks­ tyrlan var tøk til sjúkra­ flutning í gjárkvøldi, men mann iningin á bjarg ing ar­ tyrluni metti tað ikki ráðiligt und ir teimum umstøðum sum vóru, at fara til havs og lyfta mann av skipi og upp í tyrluna. Manglar útgerð Sambært MRCC, sum sam­ skipar bjargingararbeiðið, var bjargingartyrlan hjá Atlants flogi ikki tøk, tí at arbeitt verður í løtuni við at skifta rotorin á tyrluni, og at hon tí er »groundað«. Tiltakstyrlan er tyrlan hjá Færøernes Kommando, Lynx­ tyrlan, men hon hevur ikki neyðugu útgerðina, sum hevði verið kærkomin í slíkum bjargingararbeiði. Sambært MRCC manglar henda tyrlan eina højst­sól, sum verður nýtt tá fólk skulu lyftast upp í tyrluna í myrkri, nakað sum tyrlan hjá Atlantsflog hevur. ­ Men tað er als ikki sikkurt at tyrlan hevði kunn að farið óansæð, sigur Robert Olsen av MRCC. Sambært honum var veðr ið eisini sera ringt, og vóru tað máldir heilt upp í 26 metrar um sekundið. ­ Flogskiparin metti ikki at tað var ráðiligt at fara und ir bjargingararbeiðið, og ábyrgdin liggur til eina og hvørja tíð hjá honum, sigur Robert Olsen. Harafturat vóru eingir bjarg ar ar, sum kundu fara við tyrluni, tí at tað ber ikki til at bara flyta bjarg ing ar­ fólk beint úr tyrlunum hjá Atlantsflog til tyrluna hjá FKR. Bjargingarmennirnir hjá FRK vóru í Skotlandi, har teir eru til venjing, verður upp lýst. Roynt var tí at sigla inn móti Suðuroynni, har lækni skuldi standa fyri teimum og taka ímóti, men klokkan 21.19 kom fráboðanin, at maðurin varð deyður. Løgmaður hevur sagt, at tað kanska ber til at hækka karmin, og eg fari at kanna, um tað ikki ber til, at syrgja fyri, at skerjingarnar vera eitt vet minni. Men hann viðurkennir, at samfelagið koyrir tungt í løtuni, og tí mugu sparingar gerast í rakstrinum á nógvum økjum. ­ Mann má síggja í eyguni, at øll mugu gera sítt. Harímillum verður neyðugt við sparingum hjá Strandfarskipum landsins, men tingini glíða aðrastaðni, og tí fari eg at kann, um hon kann sleppa eitt sindur lættar, sigur Johan Dahl. ­ Tað kann ikki bera til, at nakrir sektorar fáa í posa og sekk og onnur mugu bløða, sigur hann. Hann vísir tó á, at sparingarnar eru gjørdar so skynsamar sum gjørligt. ­ Vit síggja, at summarsiglingin á Suður oyarleiðini ikki verður skerd og tað verður á vetrarhálvuni, at skerjingar verða gjørdar, sigur Johan Dahl. Viðvíkjandi mótmælunum hjá borgar stjórunum á Suðuroyggjunum, sigur Johan Dahl, at teir mugu skilja, at sparingar vera gjørdar, men hann fer at kanna, um tað ikki ber til at gera okkurt. -eij Køkshjálp Effo søkir eftir køkshjálp, 4 tímar um dagin, frá kl. 10.00-14.00, tó mikudag frá kl. 08.00-14.00. Starvið fevnir um innkeyp og matgerð í køkinum á høvuðsskrivsstovuni á Óðinshædd í Tórshavn. Harumframt skal viðkomandi hjálpa til í sambandi við tiltøk og fundir. Løn og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Starvið er tímalønt. Áhugaði kunnu seta seg í samband við Sverra Kallsberg á tel 34 35 21 ella við at senda teldupost til ska@effo.fo. Starvið verður at seta skjótast tilber. Pf. Effo Postboks 3098 110 Tórshavn Tel +298 34 35 00 Fax +298 34 35 01 www.effo.fo Allir borgarstjórarnir í Sandoy heitaá Jóhan Dahl, landsstýris­ mann við Vinnumálum, at lata vera við at skerja túratalið hjá Teistanum komandi ár. ­ Hetta er tað sama sum at grava ein landsveg av, siga borgar­ stjórarnir í skrivi í dag. Teir leggja afturat, at Teistin er teirra forlongdi armur til mið­ staðarøkið, at umstøðurnar eru ringar sum er og hetta, við at skerja teir síðstu túrarnar og túrar sum heild, kann verða banahøggið til Sandoynna. Sum ætlanin hjá Strandferðsluni er í dag við túrunum til Sandoynna komandi ár, tí sparingar skulu ger­ ast, verða 14 túrar færri um vikuna. Tað vil siga, at verður ætlanin veruleiki, so verða 108 túrar heldur enn 122 um Skopunarfjørð um vikuna. - eij Johan Dahl kannar málið - Jóhan Dahl grevur landsveg av Johan Dahl, landsstýris­ maður við vinnumálum, heldur, at spar­ ing arnar helst kunnu vera minni, tí tað sær út til, at hann kanska fær meira játtan Deyðsvanlukkan á Polarhav: Høvdu møguliga kunna bjargað manninum Fleiri hjáárin av koppingarevninum Í Noregi hava heilsumyndugleikarnir fingið meiri enn 100 fráboðanir frá fólki, sum hava fingið ymisk hjáárin, eftir at tey eru vorðin koppsett ímóti Influensa A. Norska kringvarpið NRK sigur, at tey mest álvarssomu hjá­ árinini av koppingarevninum eru, at fólk svíma, fáa krampa ella trupulleik ar við andadráttinum. Onnur kæra seg um svøvnloysi og magatrupulleikar. Í Noregi eru tvey fólk deyð, eftir at tey vórðu koppsett, men heilsu mynd ug­ leikarnir siga tað ikki vera prógvað, at tað hevði nakað samband við kopping arevnið. Í Danmark hava myndugleikarnir fingið 13 fráboð anir um hjáárin, men talan er ikki um álvarsligar tilburðir, sigur DR. Fylgja fiskifrøðingunum Grønlendska landsstýrið fer at gera eftir tilmælinum frá fiskifrøðingunum, sum hava mælt politikarunum at skerja rækjukvotuna við Vesturgrønland næsta ár. Tað sigur Ane Hansen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Fiski vinnu­ feløgini hava ikki gjørt sínar viðmerkingar til tilmælið frá fiskifrøðingunum, men sambært KNR fara feløgini at taka undir við tí, tí vinnan vil hava rækjufiskiskapin altjóða góð­ kendan sum burðardyggan. Roknað verður við, at 135.000 tons av rækjum verða veidd við Vesturgrønland í ár, men fiskifrøðingarnir siga, at næsta ár eigur veiðan ikki at fara upp um 110.000 tons.