fríggjadagur 13. november 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 218 - 13. november 2009
USA ikki til reiðar
Trupulleikar við at fáa Kongressina í Washington at samtykkja
eina amerikanska veðurlagslóg kunnu lættliga enda við, at
altjóða veðurlagsavtalan, sum ætlanin var at semjast um í Keyp
mannahavn í desember, má bíða til næsta ár. Tað sigur ameri
kanski samráðingarleiðarin í veðurlagsmálum, Todd Stern, við
Washington Post. Amerikanskir embætismenn siga við blaðið,
at orðini hjá Todd Stern merkja ikki, at USA fer at skáka sær
undan sínum skyldum. Fyrrverandi varaforsetin Al Gore segði í
gjár, at tað verður eitt vónbrot, um USA ikki er til reiðar at
samtykkja eina altjóða avtalu á ráðstevnuni í Keypmannahavn.
Suu Kyi skal latast leys
Um vikuskiftið fara londini í Landssynningsasia at halda
fund í Singapore, og í tí sambandi hava amerikanski for
setin, barack Obama, og forsætisráðharrin í Burma ella
Myanmar, Thein Sein, avtalað at hittast sunnudagin. Hetta
verður fyrstu ferð í 43 ár, at leiðararnir í teimum báðum
londunum hittast. Á fundinum fer Obama at biðja hernaðar
stýrið í Burma lata andstøðuleiðaran Aung San Suu Kyi
leysa úr varðhaldinum. Hernaðarstýrið er í ferð við at fyri
reika val til at velja nýtt tjóðarting, men andstøðan hóttir við
at boykotta valið, verður leiðari hennara ikki latin leys.
Tað gongur illa
hjá føroyskari
fiskiskipavinnu í
løtuni. Árið í fjør
var vánaligt, og smá
útlit er til, at árið í ár
verður nakað betri.
Samanlagt hava allir
skipabólkar hall
– eisini teir bólkar,
sum áður hava staðið
seg hampiliga væl.
Meðan heimaflotin
okkurt árið hevur
staðið fyri hallinum,
gevur nú eisini
verksmiðjuflotin
og pelagiski flotin
hall, um óvanligar
inntøkur, sum eitt nú
eru skipasølur, verða
tiknar burtur úr
Skipaflotin
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Árið í fjør var eitt sera
vánaligt ár hjá føroyska
fiskiskipaflotanum. Saman
lagt hevði flotin eitt hall
upp á tilsamans 186,6
miljónir krónur, tá óvanligar
inntøkur, sum eitt nú kunnu
vera skipasølur, eru tiknar
burtur úr. Tað, sum sermerk
ir árið í fjør, er, at eingin
skipabólkur fekk raksturin
at hanga saman. Tó er tað
ikki so, at einki skip í ymi
sku bólkunum hevði avlop,
men taka vit bólkin undir
einum – eins og allar bólk
arnar samanlagdar – góvu
allir hall.
Úr rúgvuni kunnu vit
nevna, at bert eitt trolarapar
millum partrolararnar, sum
eru við í greiningini, hevði
avlop, og eisini hevði eitt
av trimum rækjuskipum
avlop. Raksturin hjá øllum
garnaskipunum gav hall í
fjør. Millum línuskipini eru
eisini ógvuliga fá, sum
kunnu vísa á avlop.
Eitt, sum kanska serliga
fellir í eyguni, er, at teir
bólkar, sum undanfarin ár
hava havt góðan og rímiliga
góðan rakstur, nú eisini
góvu hall í fjør. Talan er um
verksmiðjutrolarar
og
pelagisku fiskiførini.
Hetta vísir roknskapar
greiningin, sum grannskoð
aravirkið Nota hevur gjørt.
Nota er fyrrverandi Ras
mussen & Weihe, sum fýra
fylgjandi ár hevur staðið
hesi greining.
Framløgan
av
hesi
fimmtu
roknskapargrein
ingini var í snotuligu hølun
um hjá Norðoya Sparikassa
í Miðlon seinnapartin í gjár,
og hesaferð var tað Nota,
sum stóð fyri framløguni.
Tað eru tey bæði, Bjarni
Arnason, løggildur grann
skoðari og Jacobina í Lamb
anum, grannskoðari, sum
bæði í ár og undanfarin ár
hava lagt fram úrslitini, sum
felagið er komið fram til.
Grundarlagið
undir
greiningini eru almennar
ársfrágreiðingar og rokn
skapir hjá teimum feløgum,
sum eiga skipini. Aftrat hes
um hevur Nota eisini fingið
upplýst eitt nú veiðinøgd
og nettosølu.
Við í greiningini eru øll
fiskiskip, sum eru yvir 110
tons (línuog garnaskip)
ella hava eina maskinorku,
sum er yvir 400 hk (trol
arar), og hetta er sambært
flokkingini av fiskiskipum
í lógini um vinnuligan
fiskiskap.
Útróðrarflotin er soleiðis
ikki við í greiningini, og
tað eru smærru trolbátarnir
heldur ikki.
Nøkur av teimum størru
skipunum eru heldur ikki
við í greiningini. Hetta eru
eitt nú skip, har rokn
skapirnir ikki eru atkomi
ligir, tí feløgini eru skipað
soleiðis. Talan er eitt nú um
partrolararnar, Polarhav og
Stjørnuna, sum eru ogn hjá
kommandittfelag.
Stutt gjøgnumgongd
Taltilfarið, sum Nota legði
fram í gjár, er rættiliga
rúgvusmikið, og vit fara at
venda aftur til greiningina í
komandi viku.
Vit hava lagt dent á at
vísa gongdina hjá hvørjum
einstøkum skipabólki hesi
fimm árini. Fyri at fáa eina
heildarmynd av fiskiskipa
vinnuni, hava vit eisini valt
at leggja tølini fyri allar
skipabólkarnar
saman.
Dentur er lagdur á at geva
lesarunum møguleikan at
gera sínar egnu niðurstøður.
Taltilfarið er rúgvusmikið
og kann greinast á ymiskar
hættir.
Bjarni
Arnason
og
Jacobina í Lambanum stað
festa í sínari niðurstøðu, at
stórar broytingar eru farnar
fram í okkara fiskiskipaflota
árini,
greiningarnar
eru
gjørdar (20042008).
Sum heild hevur fiski
flotin havt eina framgongd
árini
20042006.
Síðan
vendir gongdin til aftur
gongd í 2007 og 2008.
Tey siga í síni niðurstøðu,
at framgongdin sum heild
var stór í 2006, eins og
afturgongdin hevur verið
óvanliga stór í 2008, tá sæð
verður burtur frá óvanligum
postum, sum eitt nú kunnu
vera skipasølur.
Roknskapargreiningin
fevnir ikki um 2009, men
ábendingar eru um, at árið
2009 eisini verður eitt vána
ligt ár hjá øllum skipabólk
um samanløgdum. Sambært
tølum, vit hava fingið frá
Fiskimannafelagnum,
er
samlaða veiðivirðið í tíðar
skeiðinum januar til sep
tember 2009, lækkað sam
anborið við sama tíðarskeiði
í 2008.
Bjarni og Jacobina vænta
tí, at vánaliga gongdin, sum
var í 2008, fer at halda fram
í ár.
Skipaflotin
Í stuttu niðurstøðuni sigur
Nota, at pelagisku skipini
ikki høvdu serliga gott ár í
2004, men árini 20052007
gekk framá, og serliga í
2006 hevði flotin stóra
framgongd. Í 2008 versnaði
úrslitið tó munandi. Flotin
Føroyski fiskiflotin
hevði 186 miljónir
krónur í halli í fjør
Bjarni Arnason og Jacobina í Lambanum stóðu fyri framløguni hjá Nota í gjár. Gongin hjá
fiskiskipaflotanum er døpur, og smáar ábendingar eru um, at árið í ár verður nakað betri
Mynd: Vilmund Jacobsen