fríggjadagur 13. november 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 218 - 13. november 2009
Manslega í Nesvík
Í døgunum 27. til 29. november verður manslega í Nesvík. Nógv er á
skránni, bæði av andaligum og sosialum tiltøkum. Tey vænta, at húsið
verður fult og siga, at tilmeldingarlistin boðar frá góðum. Tveir fyri
lestrar eru á skránni, sum ávíkavist Bergur D. Joensen, sóknarprestur
og Øssur Kjølbro, aðalskrivari fara at hava. Eitt serlig sangkvøld verður
eisini, har allir menn fara at syngja felagssang. Festkvøld við serliga
góðum mati, skemti og øðrum verður leygarkvøldið. Freistin fyri at
melda seg til leguna er fríggjadagin 20. november. Allir menn eru
vælkomnir. Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni hjá kirkjuligu
Heimamissiónini www.mission.fo
Kili eitur Chile
Vit vilja hava eina klárheit og einsrættaða linju, hvussu mann
skrivar, staðarnøvn á føroyskum, sigur Rolf Guttesen, sum er
millum teirra, sum skipa fyri kjakfundi í Miðlahúsinum um hvussu
staðanøvn í øðrum londum skulu skrivast í føroyskum tekstum. Rolf
Guttesen tekur millum annað dømið fram, at Kili ikki skal skrivast
soleiðis, men Chile, tí vanlig mannagongd í flest øðrum londum er,
at nøvn verða skrivaði, soleiðis, sum fólkini í landinum siga tað.
Fundurin verður í Miðlahúsinum í morgin klokkan 15, og tað eru
Rolf Guttesen, Eyvind Weyhe, Sjúrður Skaale og André Niclasen
tosa um hesi viðurskifti. Aftaná verður kjak.
er kortini nøkulunda kon
solideraður, men gjaldførið
kundi verið betri.
Sambært tølum hjá FF
er miðalprísurin hjá pelag
iskum skipum hækkaður
nakað fyrstu 9 mánaðirnar í
ár, men samlaða veiðan og
samlaða veiðivirði er tó
minkað í sama tíðarskeiði.
Bjarni og Jacobina vísa á,
at nú færri skip eru í hesum
bólki, og veiðimøguleikarnir
eru broyttir, er tað torført at
samanbera árið 2009 við
2008.
Rækjuflotin hevur havt
nógv trupul ár á rað, og
støðan var framvegis vána
lig við árslok 2008.
Í løtuni eru bert 3 skip í
rækjuvinnuni, og sambært
tølum hjá FF er miðal
prísurin fyri kilo 9 teir
fyrstu mánaðirnar í 2009
hækkaður í mun til somu
tíð í fjør. Hinvegin er nøgdin
minkað nakað. Samanlagt
er veiðivirðið hækkað í ár,
og samanlagt eru útlit til, at
gongdin hjá rækjuskipunum
hevur verið nakað betri í ár
enn í fjør. Ein týðandi
partur er, at oljuprísirnir
eru væl lægri enn í 2008.
Verksmiðjutrolararnir
hava havt nøkur rímiliga
góð ár, og flotin er rímiliga
væl fyri við árslok 2008.
Raksturin hevur verið stab
ilt góður árini 20042007,
men úrslitið var vánaligt í
2008. Bæði prísir og veiði
nøgd vóru vánalig í 2008.
Sambært tølum, vit hava
fingið, minkar veiðinøgdin
í 2009, samstundis sum
miðalprísurin fyri vøruna
eisini minkar í ár. Væntandi
er, at úrslitið hjá hesum
bólki verður umleið tað
sama í ár sum í fjør.
Um partrolaraflotan siga
tey bæði, at gongdin hjá
hesum partinum av flotan
um versnaði munandi í
2008, og bæði solvensur og
gjaldføri vóru vánalig við
árslok í fjør.
Veiðinøgdin fyrstu 9
mánaðirnar í ár er nakað
tann sama sum somu mán
aðir í fjør, men kanningin
vísir, at miðalprísurin er
øktur fyrstu 9 mánaðirnar í
ár. Við lækkandi oljuprísum
í mun til í fjør, er væntandi,
at vánaliga úrslitið hjá
partrolarum kanska ikki
verður uppaftur verri í ár
enn í fjør.
Hjá
lemmatrolarum
stendur sum heild einki
serligt til, og fíggjarstøðan
er ikki nøktandi. Gjaldførið
versnaði nógv í 2007 og
2008, eins og minking í
veiðinøgd og miðalprísi
árini 20062008 merkir, at
úrslitið hjá hesum skipum
aftur vendist til hall.
Sambært tølum hjá FF
hava lemmatrolarar merkt
eina afturgongd í veiðinøgd
higartil í ár, eins og miðal
prísurin er lækkaður nakað.
Tó at oljan er bíligari í ár
enn í fjør, er væntandi, at
úrslitið hjá lemmatrolarum
verður uppaftur verri í ár
enn í fjør.
Línuskip hava havt nøkur
vánalig ár. Miðalprísurin
fyri veiðina hækkaði í 2005,
2006 og 2007, men minkaði
aftur munandi í 2008.
Vegna fallandi veiðinøgd
og í seinastuni eisini við
minkandi fiskaprísum hava
hesi skip havt stóra aftur
gongd seinastu 5 árini. Ser
liga stór hevur afturgongdin
verið í 2007 og 2008.
Bjarni
Arnason
og
Jacobina í Lambanum vísa
eisini í hesum førinum til
tøl hjá Fiskimannafelagnum
fyri árið í ár.
Her sæst ein afturgongd
í veiðinøgd fyrstu 9 mánað
irnar í ár, eins og miðal
prísurin er lækkaður mun
andi. Hetta merkir, at saml
aða veiðivirðið hjá línu
skipum er tískil munandi
lægri í ár enn somu tíð í
fjør. Væntandi er tí, at
ársúrslitið hjá línuskipum
verður uppaftur lakari í ár
enn í fjør, sum annars var
eitt sera vánaligt ár.
Tey bæði vænta, at tað
verða línuskip, sum ikki
megna at halda fram, sum
tíðin gongur.
Føroyski fiskiskipaflotin – bæði á nær og fjarleiðum – koyrur við
halli. Samanlagt hava allir skipabólkar hall, og ivasamt er, um
gongdin í ár verður nakað betri
Mynd: Karstin Vang