Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. november 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 218 - 13. november 2009 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Leingið flogvøllin nú Flogvallarmálið man vera eitt tað málið í Føroyum, sum oftast hevur verið viðgjørt í almenninginum og millum politikarar. Við jøvnum millumbili verður spurningurin um útbygging av verandi flogvøll og bygging av einum heilt nýggjum flogvølli settur á breddan. Kanningar verða gjørdar, og orðadrátturin eftir tær er bæði harður og drúgvur. Fyri síðani at doyggja aftur – til antin onkur óheppin flúgving hevur verið ella spurningurin um at menna ferða- vinnuna við betri flogvølli og at skapa umstøður fyri loftflutningi av okkara fiskavørum er frammi í orðaskiftinum. Fremst av øllum kemur trygdin hjá ferðafólki. Tað eru øll samd um. Síðani er tað spurningurin um fíggjarliga orku. Men tað er so eisini spurningur um raðfesting, hvat er skilabest her og nú og so uppá longri sikt. Føroyar eru eitt lítið samfelag, og tí vil tað altíð vera spurt, um orka er til at hava tveir flogvøllir. Flogvøllurin í Vágum var bygdur í krígstíð og varð hann ikki bygdur til vanliga ferðafólkaflúgving. Men hann er so útbygdur síðani til at kunna taka sær av ferðafólkaflutningi. Eina tíðina snúði kjakið seg um, at tað var so óhøgligt at skula fara um Vestmanna- sund. Tað líkasum setti gongd á kjakið um at fáa ein nýggjan flogvøll, sum lá meira sentralt, eitt nú á Glyvursnesi. Men onnur góð ráð vóru til at taka. Undirsjóvartunnilin gjørdist veruleiki, og tá fekk pípan annað ljóð. Nú var tað ikki flutningurin til og frá vøllinum sum var nakar trupulleiki. Bygging av nýggjum flogvølli aðrastaðni í landinum fer at taka mong ár. Her mugu nógv fleiri kanningar gerast, og so er tað eisini ein peningaligur spurning- ur. Hetta fær fleiri at seta spurningin, um ein útbygging av verandi vølli skal steðgast. Í okkara verð er neyðugt at útbyggja vøllin í Vágum vegna trygdina. Tí má henda ikki steðgast nú men fara í gongd skjótast. Hin spurningurin um ein nýggjan vøll, sum liggur meira sentralt og sum kann skapa umstøður fyri eitt nú útflutningi av okkara dýru fiskavørum, eigur samtíðis at vera tikin framaftur. Løgtingið eigur skjótast at seta út í kortið eina langtíðarætlan, sum byrjar við kanningum av best hóskandi stað at leggja flogvøllin og síðani, hvussu hann kann fíggjast. Nú kenna vit ikki búskaparligu støðuna í landinum um 3-5 ella 10 ár. Tí er torført nú at seta nógvar pengar av, ikki minst nú eisini verður tosað um stórar tunnilsíløgur. Enn vita vit ikki um oljan finst í rakstrarverdugum nøgdum í okkara undirgrund. Men oljufeløg eru sinnað at brúka milliardir av krónum fyri at finna út av hesum. Og hendir tað, at fund verða gjørd, hvat er sannlíkt, nú stór fund verða gjørd beint hinumegin markið, vildi tað so ikki verið eitt gott hugskot at brúkt framtíðar oljupengar til ein nýggjan flogvøll. Sjálvandi skal avgerðin um flogvøll ikki verða tengd at tí um olja finst ella ikki, men tað er so ein framtíðar møguleiki, sum vit kunnu hava við í samlaðu myndini. Útbyggið vøllin í Vágum og gerið kanningar av einum nýggjum eisini. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Svein Rógvi Nielsen Ljósstein sveinrogvi@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 “Tá hini reiða ból og vit bara gráta”, er yvirskriftin á eini grein, sum Bjørt Samuelsen hevði í bløðun­ um í farnu viku. Hóast Bjørt leggur annan týdning í hesi orðini, so koma vit ikki uttanum, at tað eru mong, sum í hesum døgum hava grund til at gráta, tí politikarar hava sett full­ veldismálið hægri enn tað bólið, sum hesum fólkum varð unt. Inntøkur landskassans vórðu við fríum vilja lækkaðar, og nú eru vit av álvara farin at merkja avleiðingarnar av hesum. Rakar meint, men munar lítið Bjørt sigur seg undrast á tær sparingar, sum lands­ stýrið hevur gjørt á al­ mannaøkinum, tí sparing­ arnar muna nærum einki á stóra undirskotinum á fíggjarlógini. Men tað er júst tað, sum er tað syrgi­ liga. Gjørdu sparingarnar raka meint, men tær muna kortini so evarska lítið á eini fíggjarlóg, sum hevur næstan 800 mió. krónur í undirskoti. Har skal nógv meira til. Vaskar sínar hendur Bjørt roynir í greinini at venda trupulleikan yvir á tað, hon kallar “skattalætt­ arnir hjá ABC”. Men her haldi eg at hennara søgu­ liga innlit svíkur, tí tað var nevniliga ikki ABC­sam­ gongan sum var upprunin til skattalættarnar. Tann 19. februar 2003 legði Karsten Hansen (tá­ verandi tjóðveldismaður) uppskot fyri tingið um at lækka landsskattin í 2003 og 2004 við tilsamans 125 mió. krónum. Í viðmerking­ unum til uppskotið sæst, at sjálvstýrislandsstýrið helt, at skattalættarnir fóru at vera eitt positivt íkast fyri samfelagsbúskapin. Uppskotið varð eftir 1. viðgerð beint í fíggjar­ nevndina, har meirilutin (Óli Breckmann, Kristina Háfoss, Tórbjørn Jacobsen og Kári P. Højgaard) skrivaði soleiðis í álitinum: “Hesin skattalættin er liður í einum langtíðar skatta­ politikki, ið hevur til enda­ máls at lækka skattin á arbeiði. Væntast skal tí í samsvari við samgongu­ skjalið ein framhaldandi minking í skattatrýstinum í 2005 og 2006.” Hetta vísir at Sjálvstýris­ landsstýrið ætlaði at lækka skattin øll árini, meðan tey sótu, tí hetta skuldi vera gott fyri fólkið og landsins búskap. Men sjálvstýris­ samgongan slitnaði í desember 2003, og tí bleiv tað ABC­samgongan, sum kom at standa fyri skatta­ lættunum í 2005 og 2006. Veruligi trupulleikin Nú aftaná hava hesi somu fólkini eftir øllum at døma fingið eitt ”forklárings­ problem”, tí blokkniður­ skurðurin, sum einki skuldi kosta tí vanliga føroyingin­ um, rakar sera hært í sam­ felagnum, og tí verður støðugt víst til ”skattalætt­ arnar hjá ABC”. Tey vilja helst hava fólk at gloyma, at Sjálvstýrislandsstýrið var upprunin til skattalætt­ arnar, og at blokkniður­ skurðurin er tann stóri trupulleikin, sum bæði landskassi og Føroya fólk hava fingið at dragast við. Tiltøk aftaná tiltøk verða sett í verk, men ­ sum Bjørt sigur tað so væl: Tað munar so lítið. Støðan er ikki so, Bjørt Løgtingsmaður HELgI ABrAHAMSEN Í blaðgrein fra Amnesty International Føroyadeild verður roynt at vísa aftur tað, ið ført varð fram í blað­ grein, at Amnesty Inter­ national órættvíst leggur eftir Ísrael í spurninginum um vatn­nýtsluna í økinum. Veruleikin er tann, at ísraelsku vatnmyndugleik­ arnir hava víst aftur ákær­ una frá Amnesty Interna­ tional, sum varð kunngjørd 27. oktober, og sum førir fram, at ísraelar drekka seg ótystar av vatni, sum pale­ stinar skuldu fingið. Vatn­ myndugleikar Ísraels vísa øllum áskærum aftur og siga, at palestina­arabarar framvegis bróta Oslo­sátt­ málan við at bora ólógliga eftir vatni og dálka natúr­ una við óviðgjørdum avlopsvatni: »Frágreiðingin frá Amne­ sty International er ikki røtt. Og tá er hetta sagt varliga«, hevur talmaður Ísraels, Uri Shore, boðað frá. Hóast ákæruna um, at Ísrael tekur burtur vatn frá tí sum nú er undir pale­ stinskum myndugleikum, so er nøgdin av vatni, ið er til taks fyri palestinum síðani seks daga kríggið í 1967 í veruleikanum økt, meðan ísraelar hava mist 70% av vatngoymslum sínum. Vatn­myndugleikar Ísraels hava eisini sent út hesa fráboðan: »Nøgdin av vatni, írokn­ að tær nøgdir, ið eru til taks undir jørð, tað vil siga, nøgdin av tí vatni, sum var atkomuligt hjá hvørjum einstøkum ísraels­ fólki undan juni 1967 var 500 kubikk­litrar um árið. Í dag eru talið 149 kubikk­ litrar, meðan vatn til pale­ stina­arabar í veruleikanum er økt við 22%. Frá 87 kubikk­litrum til 105 árliga til hvønn.« Samstundis nýta pale­ stina­arabarar ikki avlops­ vatnið til landbúnaðin, so­ leiðis sum avrátt var í 1995 í Oslo­avtaluni. Gerald Steinberg professari sigur: »Frágreiðingin frá Amne­ sty International snarar mál­ ið viðvíkjandi vatnspurn­ inginum og kemur ikki inn á lógar­ og søgugongdina, ið ikki er so einføld, fyri einaferð enn á rangan hátt at seta Ísrael fram sum eitt harðræðisstýri. Frágreiðingin verður borin fram á ein trongskygdan hátt, sum einans gevur Ísrael skyldina fyri alt, soleiðis at palestinska leiðslan verður fríkend fyri ábyrgd av avtaluni, ið varð undirskrivað í samband við Oslo­avtaluni.« Amnesty International hevur gjørt mangt dygdar­ arbeiði í farnum árum. Sjálvur var eg limur í hesum felagsskapi í mong ár. Men eg tók meg úr Amnesty International av fleiri orsøkum, m. a. vegna teirri margháttligu støðu, ið hesin felagsskapur hevur latið komið til sjóndar viðvíkjandi Ísrael. Vónandi ger onkur góð sál í felagsskapinum vart við hetta á røttum stað, so at broyting kemur í framyvir. Amnesty International og Ísrael (2) SvENNINg Av LoFtI