Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. november 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 218 - 13. november 2009 13 Eini 150.000 hermenn frá 41 ymiskum londum luttaka í løtuni í stríðn­ um móti Taliban og fyri eini demokratiskari menning í Afganistan. Men samstundis sum ivin økist, um tað nyttar nakað, so er nógv ­ bæði í ST­høvuðsborgini í New York og í ameri­ kansku stjórnini í Wash­ ington ­ ið bendir á, at týdningarmestu londini við USA á odda vilja økja um hernaðarliga innsatsin í Afganistan S oleiðis tykist tað, eftir at vit í danska-føroyska-grøn- lendska tingmannaliðnum, sum er á ST-aðalfundinum í New York, hava vitjað í State Depart- ment í Washington, amerikan- ska uttanríkisráðnum, hava verið við til umrøðuna á ST- aðalfundinum um seinastu Afganistan-yvirlýsingina, og hava verið á kunnandi fundi við ábyrgdarhavandi ST-embætis- fólk í Aftganistan-viðurskiftum. Flestu amerikanar halda at støðan er vónleys Men hetta verður ikki ein støða, sum verður tikin við góðum vilja. Heldur er tað av neyð, tí man ikki sær nakran annan útveg. Og ein avgerð um at økja innsatsin í Afganistan fer neyv- an heldur at spæla stillisliga av, tí tað er stórur tvídráttur í londunum um hetta – bæði í USA, Bretlandi, Danmark og aðrastaðni - bæði millum borg- arar, politikarar og hernaðar- ligar serfrøðingar. Í USA vísti t.d. ein nýggj meiningakanning í gjár, at 3 av 5 amerikanarum halda at støðan er vónleys og at amerikansku herdeildirnar skulu takast aftur úr Afganistan skjótast gjørligt. Tað er øðrumegin áhaldandi framgongdin hjá Taliban-her- liðunum í summum landslutum, og hinumegin stóra vónbrotið um politisku korruptiónina í politisku leiðsluni í Afganistan – sum gjørdist opinlýs undir stóra valsvikinum við forseta- valið herfyri – sum hava skapt mistreysti og iva millum lond- ini, sum við stórum hernaðar- ligum og politiskum innsatsi royna at stuðla uppundir eina frælsa, demokratiska tilgongd í Afganistan. Støðan í Afganistan versnað Tá Obama gjørdist forseti fyri knøppum ári síðani, varð fyrst hildið at tað ráddi um at sum skjótast at enda amerikanska leiklutin í Afganistan. Men síðani er støðan versnað mun- andi. So nú eru sjónarmiðini so líðandi broytt til, at tað er bráð- neyðugt at økja um og intensiv- era innsatsin, júst fyri at kunna sleppa útaftur skjótast gjørligt, uttan at alt landið verður givið upp til skutil fyri fundamenta- listiskum einræðisstýri hjá Tali- ban. Eisini út frá eini sannfør- ing um, at jú longri hetta krígg- ið verður drigið út, jú minni er møguleikin fyri at vinna. Endamál í stríðnum í Afganistan Tí er komið í fremstu røð, at samstundis sum Taliban verður hildið aftur, skal doyðurin leggjast á • at uppbyggja eina haldføra tjóðskaparliga afganska her- megi, sum sjálv kann byrgja upp fyri Taliban, • at uppbyggja ein sterkan politimyndugleika, sum kann tryggja lóg, rætt og landaskil, • og at berja niður korruptión og valdsmisnýtslu í afgansku politisku leiðsluni, •og at stuðla upp undir demo- kratiskar mannagongdir á øllum sivilum økjum í afganska samfelagnum Einans við at kunna lúka hesar fyritreytir, er tað forsvarligt at sameindu londini kunnu taka sínar herdeildir aftur úr Afganistan. Ikki skriviborðsgeneralar men fólk á staðnum Niðurstøðan tykist tí vera, at tað nú er brúk fyri nógv størri ressursum ”on the ground”, sum amerikanarar siga, ella ”á staðnum” sum vit kunnu siga. Tvs. ikki skriviborðsgeneralum, men servandum fólki á staðn- um, úti í hóttu økjunum, sum bæði kunnu reka Taliban-álop- um aftur, styrkja um førleikan og samanhangin í afganska herinum, stuðla uppundir upp- byggingina av sivilu lokalu samfeløgunum, og skapa sam- anhang millum afganska fólkið og hernaðarligu og politisku skipanina í einum felags stríði móti Taliban og fyri demokrat- iskum samfelagsligum frambrotum. Tað ræðandi fordømi Tað ræðandi fordømi fyri stríð- ið í Afganistan er Vietnam- kríggið. Har útlendska uppí- leggingin í áratíggir – sum tey seinastu árini vaks upp um hálva mió amerikanskar her- menn – endaði í einum hernað- arligum vitloysi og eini humani- terari katastrofu, ikki bara fyri Vietnam men eisini fyri granna- landið Kampuchea. Tað læruríka fordømi Sum eitt positivt, læruríkt fordømi nevna tey her innsatsin á Balkan í 90-unum, tá ST og aðrir altjóða felagsskapir tey fyrstu árini stóðu sum máttleys- ir áskoðarar til tað hernaðarliga barbaríið og etnisku útreisning- arnar – inntil NATO-londini tóku sær um reiggj og fóru inn við einum máttmiklum innsatsi, sum gjørdi enda á ræðuleikun- um, og skipaðu so mikið frægar umstøður, at landaskil og trygd kundi varðveitast við ógviliga avmarkaðum stuðli, so londini kundu uppbyggja egnar demo- kratiskar fyriskipanir – og so útlendska hermegin skjótt kundi taka seg aftur. Ótolnast eftir avgerðini hjá Obama Nógv hava longi ótolnast eftir at Obama forseti tekur eina avgerð – antin at fara undir eina afturtøku av herdeildunum – ella at økja munandi um hern- aðarliga innsatsin. Her hevur hann eina tilráðing frá herovast- anum Stanley McChrystal, um at økja um herdeildirnar við eini 40.000 monnum. Atfinn- ingarnar hava verið harðar, um at Obama við at drála við av- gerðini bara hevur økt um taps- og lívsvandastøðurnar hjá amerikansku hermonnunum. Men forsetin hevur gjørt eitt skifti í politikkinum frá George W. Bush, sum hevði lyndi til at taka støðu eftir ivingarsomum instinktum eftir tí sum general- arnir søgdu. Sambært Obama mugu slíkar stórar, lagnutungar avgerðir byggja á haldgott polit- iskt og hernaðarligt vitanar- grundarlag og djúpa umhugsan. Niðurstøðan øktur hernaðarligur innsatsur Tíðindi ganga um, at forsetin ætlar at økja um talið av ameri- kanskum hermonnum uppí 100.000, tvs. við einum 30.000 aftrat. Eini 10.000 av hesum skulu vera serfrøðingar, til at skunda undir útbúgvingina av afganska herinum og politinum. Endamálið við hesum er ikki at gera av við Taliban, tí tað megn- ar útlendska hermegin ikki – ætlanin er at afganska hermegin skal kunna gerast so sterk, so at hon kann reka Taliban aftur úr týdningarmestu og fólkaríkastu landslutunum, og veita trygd fyri fólksligari demokratiskar menning í lokalu samfeløgun- um og tryggar umstøður fyri vinnuligum framburði, sum skal leggja siðbundnu narkotika- framleiðsluna afturum seg. Danski Afganistan­leikluturin væl umtóktur Í ST-umhvørvinum er ógviliga týðiligt, at danski leikluturin í Afganistan er væl umtóktur. Lutfalsliga hevur Danmark longi havt ein stóran leiklut í sam- eindu hermegini í Afganistan, serstakliga í Helmand-provins- ini. Danski innsatsurin er fyri- myndarliga effektivur, og hava teir eftirhondini óvanliga gott fótafesti í økinum og sera góðar mannagongdir fyri at sameina hernaðarligu uppgávurnar – at halda Taliban-álopunum aftur – og fremja stórar sivilar endur- reisingaruppgávur. M.a. við meir enn 500 verkætlanum, heilt frá skúlum, heilsu- og kvinnu- miðstøðum til vatnveitingarskip- anir og landbúnaðardeplar. Verk- ætlaninar byggja á undirtøku og luttøku millum lokala fólkið, sum við tíðina eisini skal yvir- taka alla ábyrgdina av teimum. Støðan í ST tykist greið Eg skal viðganga, at eg sjálvur als ikki tók undir við hesum sjónarmiðunum um neyðuga týdningin um at fullføra end- málið við útlendska hernaðar- liga og sivilpolitiska innsatsi- num í Afganistan, áðrenn eg kom higar á ST-fundin. Men eftir at hava hoyrt frágreiðing eftir frágreiðing – sum eisini er staðfest í ST-aðalfundarsamtykt og yvirlýsing frá Trygdarráði ST’s – ivist eg ikki í, at henda trupla avgerðin er neyðug, fyri at skapa umstøður fyri eini skipaðari tilgongd fyri tjóðskap- arligum sjálvræði og demokrat- iskari menning og friði í hesum kríggsherjaða landi. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Ivi og tvídráttur um innsatsin í Afganistan Tíðargreinin tíðargreinin Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður, skrivar úr New York