Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. november 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 218 - 13. november 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Føðingar 7. oktober fingu Ronja, Brandur, Tróndur og Sjúrður eina lítla systur. Hon vigaði 3580 gr og var 55 cm long. Foreldrini eru Poula og Rúni Thomsen í Hvalba 20. oktober fingu Maibritt og Brian Mikkelsen í Klaks vík stórusystur Elisabet. Hon var 53 cm long og vigaði 3800 gr. 25. oktober fingu Regina Abelsen og Tommy Andre­ sen Nuuk ein son hann va 4040 gr og var 52 cm langur 3. november fingu Rannvá og Jan Clarlund, búsitandi í Belgien, ein son. Hann var 49 cm langur og vigaði 3150 gr. Hann eitur Mathias Clarlund. 6. november fingu Helena D. Højgaard og Jógvan Páll Fjallsbak, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 4150 gr. 9. november fingu Súsan og Jóannes Mørkøre, Eiði, tvíburðar, døtur. Onnur var 47 cm long og vigaði 2565 gr, hin var 52 cm long og vigaði 3080 gr. 10. november fingu Marlene og Frederik Frankfurth, Saltangará, eina dóttur. Hon var 49 cm long og vigaði 2875 gr. 10. november fingu Gudny og Erik Heinesen, Bøur, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 3650 gr. 10. november fingu Hilda T. og Bárður Bendix Mikkel sen, Odense, eina gentu. Hon vigaði 2436 gr og var 49 cm long. 10. november fekk Lydia Ísaksdóttir, Klaksvík, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3120 gr. 11. november fingu Jonna og Andreas Poulsen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3700 gr. 12. november fingu Sunfríð og Alexandur Johansen, Skála, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3100 gr. 12. november fingu Beinta og Terji Lervig, Leirvík, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3500 gr. Fotomyndir hjá Mariu Olsen verða í hesum døgum sýndar fram á Fiskeri­ og Søfartsmuseet í Esbjerg. Aftan á væl eydnaðar fram sýningar í Stockholm og Keypmannahavn verða fotomyndir úr bókini ‘Imag­ es of Fishermen’ nú sýndar fram í Esbjerg. Fyrr í november læt framsýningin ‘Havfiskeri på Nordatlanten’ upp á Fiskeri­ og Søfartsmuseet í Esbjerg við fotomyndum eftir Mariu Olsen. Talan er um myndafrásagnir frá fiski túrum, sum tann før­ oysk­svenski fotografurin tók umborð á fiskiskipum úr Føroyum, Hetlandi, Ís ­ landi og Grønlandi á vetri­ num 2005­2006. Fotografurin hevur av ­ mynd að arbeiðið við garna­ veiði eftir havtasku undir Føroyum, línuveiði eftir toski á Eysturlandinum, og trolveiði eftir sild undir Før oyum og Íslandi, eftir rækj um vestan fyri Grøn­ land, og eftir flatfiski og hummara í bretskum sjógvi. Framsýningin umfatar 30 fotomyndir umframt pla­ kat ir við kunning um Norð­ ur Atlantshav, fiski mørk og tey smáu oyggjasamfeløgini Grønland, Ísland, Føroyar og Hetland. Samfundet Sverige­Fär­ öarna stendur sum fyri reik­ ari av framsýningini í sam­ starvi við Statens Maritima Museer í Svöríki, og við svensk vinafeløg fyri Ísland og Grønland. Framsýningin, sum varir fram til tann 31. januar á Fiskeri­ og Søfarts­ musset í Esbjerg, er stuðlað av Nordisk Kulturfond. Framsýningin læt fyrstu ferð upp í Sjöhistoriska Museet í Stockholm á sumri 2008, og varð hildin á Nordatlantens Brygge í Keypmannahavn frá mai til august í ár, har umleið 3.000 fólk vitjaðu. Seinni er ætlanin at myndirnar verða sýndar m.a. í Havn og í Reykjavík. Tær seks mynda frá sagn­ irnar vórðu herfyri útgivnar í bókini “Images of Fish­ ermen: The North Atlantic” við 200 fotomyndum eftir Mariu Olsen og teksti eftir Menakhem Ben­Yami og Búa Tyril. -red Maria Olsen framsýning í Esbjerg Maria Olsen fotografur 80 ára føðingardagur Sunnudagin 15. nov. hevur Elinborg Haraldsen 80 ára føðingardag. Dagurin verður hildin í Frelsunarherinum, leygarkvøldið 14. nov. kl. 19. Øll eru hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagur Týsdagin 17. nov. fyllur Cederfeldt Olsen, Tvøroyri, 80 ár. Dagurin verður hildin í heiminum, Sjógøta 250, leygardagin 14. nov. Opið hús frá kl. 12 . 90 ára føðingardagur Sunnudagin 15. nov. verður Tórálvur Poulsen Skopun 90 ár. Tey sum vilja heilsa uppá Tórálv, eru hjartaliga vælkomin í Samljóð í Skopun millum kl. 14 og 19 sama dag. Silvurbrúdleyp Sunnudagin 18. okt. høvdu Birgit og Hanus Hansen, klaksvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 12. des. kl. 19 í Badmintonhøllini í klaksvík. Tey sum ynskja at gleðast saman við silvurbrúðarparinum, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 227479 ella 455592. Ella við at skriva til: bsh@ post.olivant.fo áðrenn 3.desember. Silvurbrúdleyp Týsdagin 24. nov. hava hjúnini Oluffa og Niels Andreasen, Klaksvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verur hildin í K.F.U.M & K Klaksvík, fra kl. 18, har øll eru hjartaliga vælkomin. Silvurbrúdleyp 30. nov. hava hjúnini Alberta og Eirikur Magnussen, Tórshavn, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 28. nov. í HB­Húsinum kl. 19. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga fra á tlf. 216324 (Alberta) ella 214456 (Eirikur) innan 14. nov. Silvurbrúdleyp Týsdagin 29. des halda við bæði, Pálin og Henry Olsen, Rituvík okkara silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin við veitslu í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tit, ið ynskja at gleða okkum við at koma, kunnu siga frá á tlf. 219134 (Henry) ella 223534 (Pálin). Til ber eisini at senda ein teldupost: henry­o@ olivant.fo ella palin.olsen@skulin.fo áðrenn 15. desember. Gullbrúdleyp Sunnudagin 15. nov. hava hjúnini Sonja og Símun Hans Jacobsen, Hellurnar, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við børnunum og familjum teirra. Gullbrúdleyp Hósdagin 19. nov. hava hjúnini Ása og Jógvan Rasmussen, í Miðvági, gullbrúðleyp. Dagurin verur hildin heima, frá kl. 16. Øll eru vælkomin. Gullbrúdleyp 28. nov. hava hjúnini Tóra og Ólavur Nolsøe Olsen, Fuglafjørður, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdahúsinum í Leirvík leygardagin 5. des. kl. 18. Tey ið vilja halda dagin saman við okkum, kunnu siga frá á tlf. 444159 ­ 737751 ella toraolavur@gmail.com áðrenn 20. nov. Gullbrúdleyp Leygardagin 5. des. hava hjúnini Jóna og Kjartan Z. Jacobsen, Klaksvík, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Skálanum frá kl. 18. Tey ið vilja gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá á heimatlf. okkara 455646, tlf. 224750 og tlf. 225698, til og við leygardagin 21. nov. Gullbrúdleyp Leygardagin 5. des. kunnu hjúnini Edith og Páll Klettskarð, í Haraldssundi, halda gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Haraldssundi í millum kl. 12 og 17. Tey, ið vilja gleðast saman við okkum, eru hjartaliga vælkomin. Diamantbrúdleyp Mánadagin 9. nov. hava Amalie og Jens Mouritsen, Sørvágur, verið gift í 60 ár. Dagurin verður hildin 14. nov. frá kl. 18 hjá soninum, á Magnusarbø 6, Sørvágur. Merkisdagar