Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. november 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 218 - 13. november 2009 15 Wivica Birch Larsen andaðist á Ålborg Hospitali mikudagin 11. november, 47 ára gomul. Andlát og jarðarferðir Dagurin 13. november. Arcadius, deyður ár 437. Aðalborðin maður, sum var í fylginum hjá vandalakonginum Geiserik. Tá ið tað kom upp, at hann var kristin, varð hann tikin av døgum. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Tøkk Hjartans tøkk til øll tykkum, sum stuðlaðu, hjálptu til og sýndu samkenslu, tá kæri maður mín Emil Olsen Glyvrar andaðist og varð jarðaður. Tøkk til Sverra Steinhólm, prest, fyri góð orð í kapellinum og Meinhard Bjartalíð fyri uggan og troystarríka talu við jarðarferðina. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og gravara. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Eysturoyar Ellis- Røktarheim. Serstøk tøkk til starvsfólkið á Røktarheiminum og Landssjúkrahúsinum. Tøkk til øll tykkum, sum fylgdu Emil til hansara seinasta hvíldarstað. Vegna tey avvarðandi Helga Olsen Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá okkara góða mamma, vermamma, omma og langomma Vinna Eliasen Klaksvík doyði og varð jarðað. Takk til prest, organist, sangarar, berarar og kirkjutænarar. Takk til Leif fyri vakran sang. Takk fyri kransar, blómur, heilsanir og fyri peningagávur til Klaksvíkar Sjúkrahús. Takk til tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til í samband við jarðarferðina og ervið, og tykkum, sum fylgdu mammu til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Nanna, Petur, Alfred og Bryngerð Mikudagin 11. november fekk Gunvør Hoydal, lív­ frøðingur, viðurkenning frá Lívfrøðingafelagnum, aftan á at hon hevði hildið ein fyrilestur á seinasta Darwin­ tiltakinum í framsýn ingar­ hølunum hjá Náttúru gripa­ savninum á Debesartrøð. Í grundgevingunum verð­ ur m.a. sagt, at Gunvør hevur inspirerað og útstrálað enthusiasmu fyri lívfrøðini og innført nýggj evni innan lívfrøðina. Hon var t.d. tann fyrsta at undirvísa í mýlisk­ ari lívfrøði – DNA og tí, ið hartil hoyrir. Eisini grund­ legði hon fakið Fiskivinna á HF­skeiðum, handils­ skúlum og miðnámsskúlum. Hetta hevur verið við til at gjørt, at nógvir ungir før­ oyingar hava hildið fram í lívfrøðiligum ella hand­ ilsligum fiskivinnulesnaði í t.d. Noreg, sum hevur havt stóran týdning at byggja upp kunnleika innan hetta yrkið. Lívfrøðingafelagið var stovnað í 2007. -red Jólakalendarin “Gleðilig jól 2009” er komin út. Tað er Hjálpin v. Leif Erik Nicla­ sen á Argjum, sum gevur kalendarin út. Ágóðin av søluni fer til jólapakkar við matvørum til familjur kring landið og úti í heimi, sum hava tørv á hjálp. Serliga er tað fyri føroysk húski, sum hava mist forsyrgjaran, eins og stuðul til einligar mammur og pápar. Kalendarin er gjørdur soleiðis, at fyri hvønn dag eru nakrir vinningar at vinna. Tølini standa á bak­ síðuni á kalendaranum, ið verður seldur av fólki, sum koma at selja hann við dyrnar. Kalendarin hevur øll árini kostað 50 krónur. Í sam­ starvi við TAKS hevur Hjálp in fingið loyvi at selja hann fyri 100 krónur, um fólk vilja tað, men um onk­ ur ikki hevur ráð at keypa kalendaran fyri 100 krónur, ber til at keypa hann fyri 50 krónur. Fólk kunna eisini seta pening inn á konto nr. 4.221.100 í Føroya Banka. Hjálpartænastan hevur virkað í 12 ár, og jólakalend­ arin hevur verið seldur síð­ an ár 2000. Leif Erik sigur, at eru tað vaksin fólk kring landið, sum vilja verða við at selja jólakalendarin, eru tey meira enn vælkomin at ringja til sín á tlf. 506558. -red Jólakalendarin hjá Hjálpini Viðurkenning til Gunvør Hoydal Jóhanna Olsen, forkvinna í Lívfrøðingafelagnum, Gunvør Hoydal og Dánjal Petur Højgaard, sum vegna Lívfrøðingafelagið handaði Gunvør viðurkenningina Leif Erik Nicla sen