Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. november 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 tíðindi Nr. 218 - 13. november 2009 Egon Hansen var so rørdur við fram­ løgiuna av bókunum »Nólsoy – søgubrot og fólk 1 og 2« – at hann hevði ilt við at halda tárunum aftur. Óvæntað stóra upp­ møtingin var helst orsøkin BÓKAFRAMLØGA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Tíðin upp undir jól er nærum á hvørjum ári merkt av bókaútgávum av øllum handaslag. Í ár er einki undantak. Í gjár varð so framløga av bókunum »Nólsoy – søgu­ brot og fólk 1 og 2«, sum Egon Hansen hevur skrivað. Egon Hansen hevur líka frá tí hann var so frægur ver­ ið mettur sum fróðarmaður, og hevur heilt frá barnsbeini havt sera stóran áhuga fyri søgu og siðum. Hann hevur soleiðis gjøgnum mong ár latið siðsøguligt tilfar til tíðarritið Varðin, og fyri nøkrum árum síðani lat hann bókina »Kirkjan á tang­ anum« úr hondum, sum kirkjuráðið í Nólsoy gav út. Tað er einki at ivast í, at útgávan »Nólsoy – søgubrot og fólk« er nógv størsta og virðismiklasta frambrotið úr hansara hondum, sam­ stundis sum hann við hesum hevjar seg upp á støði við viðurkend mentafólk úr bygdini sum Johannu Mariu Skylv, Mariu Ejde, Poul Nolsøe (á Mýruni) og kanska tann allarstørsta av øllum, Nólsoyar Páll. Í røðu síni á framløguni segði Egon Hansen, at tað hevði tikið honum 30 ár at skriva hesar báðar bøkurnar. ­ Tað var á ungum árum, at eg fór undir at savna søgu­ ligt tilfar um heimbygdina Nólsoy. Sum tíðin er liðin er hetta tilfar vorðið so mik­ ið í vavi, at eg helt, at søgu­ stubbasrnir, sum í fleiri ár hava verið at sæð í tíðarrit­ inum Varðin og aðrir stubb­ ar, loksins eru búnir til út­ gávu, segði Egon Hansen. Sera nógv fólk Sum altíð, tá serliga bøkur av slíkum slag verða skriv­ aðar, so er tað ikki bara høv­ undurin sjálvur, sum má skipa sín dag, men eisini tey nærmastu, fólk, sum á einhvønn rætta eina hond og hjálpa til. Og soleiðis hevur eisini verið í skriv­ ingini hjá Egon Hansen. Og hann nýtti eisini høvið at takka teimum, sum hava havt týdning í sambandi við framleiðsluna av hesum bókunum. Eg takki hjartaliga øllum teimum mongu, eg havi vent mær til um upplýsingar, segði Egon Hansen. Og síðani nevndi hann Martin Tórgarð fyri tilfar hjá pápa hansara, Sigmund í Geilini, Kristin Holm, sála, fyri dagbókina hjá Petur Jákup Petersen, keyp­ manni, Eilif Brimheim fyri myndahjálp og so sjálvandi konuni, Katrinu, fyri tol­ semi tey árini, hann hevur arbeitt við bókunum. Og tað ikki uttan klumpar í hálsinum, at høvundurin bar fram sína tøkk, ikki minst tá hann nevndi javn­ aldra sín, Kristin Holm, sum alt ov tíðliga var rivin burtur. Men hann var uttan iva eisini ovfarin av teirri sera stóru mannfjøld, sum var møtt upp til hesa framløguna. Bæði fráfluttir og tilfluttir nólsoyingar, umframt sjálv­ andi fastbúgvandi. Bøkurnar eru býttar í tveir partar. Fyrri partur snýr seg um bygdarlívið og gerandisdagin í Nólsoy, meðan seinni partur er um ættarsøgu nólsoyinga sein­ astu tríhundrað árini. Høvundur rørdur til tár Egon Hansen takkaði í røðu síni Martin Tórgarð (til vinstru) og Eilif Brimheim (til høgru) fyri teirra hjálp við bókunum. Millum teir báðar situr Andrias Reinert Systkinini hjá Egon, Tove Johannesen (til vinstru) og Sune Hansen, saman við konuni Unu, vóru sjálvandi eisini til staðar. Millum tey bæði systkinini situr Maria Nicolajsen úr Vestmanna, sum er mostir teirra Egon Hansen signeraði bøkur, og rættiliga nógv fólk nýttu høvið at keypa, eisini fólk, ið ikki hava nakað við Nólsoy at gera sum so. Her signerar Egon eitt sett til Poul Johannus Johannesen, fyrrverandi lærara, úr Gjógv, meðan konan, Katrina fylgir við Óvæntað nógv fólk vóru komin til framløguna, og verri enn so øll fingu sess í Posthúskjallaranum Egon Hansen nýtti høvið at handa Tórshavnar býráð eintøk av bókunum, sum Heðin Mortensen, borgarstjóri, tók ímóti Páll á Reynatúgvu var gegnigur Páll á Reynatúgvu var gegnigur, tá hann varð við at seta konu sína í starv á Barnaverndartænastuni á Sandi. Tað sigur niðurstøða hjá Almannamálaráðnum. Áðrenn Páll á Reynatúgvu legði frá sær sum borgarstjóri á Sandi vóru ymiskar kanningar settar í verk at kanna gegni hjá borgarstjóranum í trimum ymsum málum. Viðvíkjandi lønini hjá borgarstjóranum, sum borgarstjórin var við at avgera, metti Innlendismálaráðið, at Páll á Reynatúgvu var gegnigur. Viðvíkjandi játtanini til tilhaldi á Sandi, sum hevur ávirkan á inntøkuna hjá Reynatúgvu­familjuni, dró niðurstøðan hjá Innlendismálaráðnum á bæði borð. Nú er niðurstøðan um seinasta og álvarligasta máli ­ sum var um starvssetanina hjá Kristinu á Reynatúgvu í barnaverndartænastuni – komin. Almannamálaráðið sigur soleiðis í síni niðurstøðu. Sambært grein 3, stk. 1, nr. 2 í fyrisitingarlógini var Páll á Reynatúgvu gegnigur í málinum um setan av leiðara fyri Sandoyar Barnaverndartænastu. Við tað, at Páll á Reynatúgvu: ikki hevur tikið avgerð í málinum, als ikki møtti til fundin 6. mars 2009, tá setanarsamrøður vóru og avgerð varð tikin um setan av leiðara, og at samstarvsnevndin í hvørjum einstakum føri, hevur tikið avgerð við vanligum meiriluta. Tí metir Almannamálaráðið ikki, út frá teimum fyriliggjandi skjølum í málinum, at nakað óregluligt er farið fram í sambandi við setanina av leiðara fyri Sandoyar Barnaverndartænastu.