Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-13, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. november 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 tíðindi Nr. 218 - 13. november 2009 Fíggjarlógin samtykt við 1. viðgerð Á býráðsfundi hjá órshavnar kommunu í gjárkvøldið var bert eittans mál fyri, og tað var fyrsta viðgerð at fíggjarætlanini fyri 2010. Ætlanin vísir eitt avlop á 118 milliónir krónur við einum íløgukarmi á 167,5 milliónir krónur. Rakstrarútreiðslurnar eru settar til 514.589 milliónir og inntøkurnar til 633.403 milliónir krónur. Fíggjartørvurin verður sostatt 48.759 milliónir krónur, sum er samlaða hallið á fíggjarætlanini fyri 2010. Íløgurnar verða í mesta mun nýttar innan kontoina »Útbúgving og granskan«, sum fer avstað við 99,5 milliónum krónum. Kontoin »Kommunal virkir« fær 30,2 milliónir meðan »Almanna- og heilsumál« fær 23 milliónir krónur. Enn er eingin støða tikin til, hvussu undirskotið á knappar 50 milliónir verður fíggjað. Bókaprát, upplestur og barnabókatiltak er nakað av tí, sum verður á skránni ár árliga bókadegnum sunnudagin Bókadagur Tíðindaskriv Aftur í ár skipar Rithøv- unda felagið fyri Bókadegi í Norð ur landahúsinum, har ljós verður varpað á nýggj- astu føroysku bókment ir- nar. Skráin í ár er sera fjøl- broytt við millum annað upp lestri, barnabókatiltaki og pall prátum um ymisk bók mentalig evni. Eitt nú fer Súni Merkistein at práta við Onnu V. Ellings- gaard, journalist á Sosial- inum, um at skriva um bók- mentir og aðra mentan í føroysk bløð. Eisini fer hann at práta við Jóanes Nielsen um sjónleikagerð í Før oyum og yvirhøvur, og at enda er ein samrøða við Oddfríð M. Rasmussen um munin millum at skriva fyri vaksin og at skriva fyri børn og ung. Norski umsetarin Lars Moa fer at siga nøkur orð um týðingararbeiði hjá sær og eitt sindur um útbreiðslu av týddum føroyskum bók- um í Noreg. Nicolina Beder fer at siga frá um søguna um føroysku ullina í sambandi við nýggju bók sína. Nýggir tekstir hjá fleiri føroyskum høvundum fara at vera lisnir upp, í flestu før um lesa høvundarnir sjálvir. Á barnatiltakinum verða nýggir tekstir hjá fimm høv undum lisnir, eisini her lesa flestu høvundarnir sjálv ir. Janus á Húsagarði fer at siga frá um at mynd- prýða barnabøkur. Tiltakið er skipað sum ein hugnalig felagsstund um bøkur, har møguleiki eis ini er at fáa sær eitt hunga ligt prát og keypa gløgg í Borðkrókinum. Rit & Rák er við á tiltakinum við øllum teimum nýggjastu bók unum og nógvir av høv- undunum verða har og kunnu signera, um áhugi skuldi verið til tess. Tað er Rithøvundafelagið, ið skipar fyri árliga Bóka- deg num, sum verður í Norð urlandahúsinum sunnu dagin 15. november klokk an 15. Føroyskar bókmentir á breddan Í dag verður ein kendur tvør oyramaður, Gudmund Mortensen, 50 ár. Tað kann sigast, at bæði fornavn og eftirnavn andar av søgu. Eftirnavnið vísir til eina ta týdningarmestu vinnu- lívs ætt, sum hevur verið í Føroyum. N. J. Mortensen er ein tann elsta vinnulívs- fyritøkan í Føroyum, og til tíðir hevur hon eisini ein tann størsta. Fyritøkan er annars um rødd í seinastu Miðviku í samrøðu við Gerdu Einars- son. Her gevur hon eina ja-liga lýsing av Mortensen- monnunum Gudmund er sonur Han- sinu, f. Nolsøe úr Trongis- vági, og Niels Juel Morten- sen. Tað kann nevnast, at Hansina og mamma hennara vóru við Tjaldrinum, tá tað rendi á Mjóvanes og sakk í 1946. Niels Juel leiddi ættarfyri- tøkuna í mong ár. Honum hevði eg í síni tíð nógv við at gera, og hann var eisini ein persónligheit. Pápi Niels Juel kallaðist eisini Gudmund. Abbi hans ara var eisini ein Gud- mund, sum var sonur Jón Gudmundssen Effersøe, sum var tann fyrsti Effersøe í Føroyum. Pápi hansara hevur tískil eisini verið ein Gudmund. So her kundi verið ættar- søga við lít, men tað kann bíða til eina aðra ferð. Niels Juel og Hansina fingu tvey børn, Desiree og Gudmund. Tað mundi liggja í kortunum, at Gudmund skuldi taka við eftir pápan. Hann fekk so eina út búgv ing og arbeiðsroyndir eftir hesum. Tað gjørdist vist skjótari enn væntað, at boð vóru eftir Gudmundi, tí Niels Juel var ikki gamal, tá hann nokk so knapliga andaðist. Hetta gjørdi Gudmund so. Sum við øllum í fiski- vinnuni hevur tað gingist upp og niður. Men her hev- ur Gudmund duga at laga seg til umstøðurnar og at framt ta endurnýgging, sum gagnar fyritøkuni. Gud- mund hevur orð fyri at vera virkin og arbeiðssamur. Men eyðkent fyri Morten- sen menninar loypir hann ikki framav. Tí hevur fyri- tøkan eisini yvirlivað so leingi. Í dag eru tvey skip í fyri- tøkuni Nim og Drelnes um framt ymiskt virksemi á landi. Gudmund tók eisini við eftir pápan sum nevndar- limur í reiðarafelagnum, og her hava vit havt nógv sam- an. Eyðkenni fyri Gudmund er eins og hjá pápanum, at hann er sáttligur og hóv- ligur, og hann er ein sum heldur vil hava semju enn stríð. Tá kemur vanliga okk urt burtur úr. Framvegis krossast okk- ara vegir, og tá er tað huga- ligt at fáa eitt prát um aktu- ellu støðuna og eisinu um farnar dagar. Gudmund fær eisini tað ummæli frá teim- um sum kenna familjuna, at hann er trúfastur. Gudmund er giftur við Súsannu, ættað úr Skopun. Men seinast vit hittust, funnu vit fram til, at vit hava felags røtur í Norðra- gøtu. Tey bæði eiga tríggjar døtur. Ynskt verður tillukku við føðingardegnum. ó Gudmund Mortensen 50 ár