Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-13, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. november 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 218 - 13. november 2009 21 tíðindi Studenturin sum gjørdist bóndi Hús og húski í Dali – ættarbond og brot úr Dímunarsøgu Í høvuðsheitum snýr bókin seg um ættarbond, sum á ein ella annan hátt hava nakað við Dal at gera. Onkrar frágreiðingar eru um lívshátt og hendingar í Dali og aðrastaðni. Í pørtun­ um um Dímun er nakað meir av søguligum innihaldi um, hvussu tað var í Dímun, tá rættiliga nógv fólk var har uppi, tann tíð tað var. Tað er forlagið Sprotin, sum gevur bókina út. Í søguni um Klæ­ mints stovu í nýggju bókini »Hús og húski í Dali«, greiðir høvundurin frá, hvussu tað spældi av, tá studenturin Óli noyddist at koma aftur úr Danmark at festa garðin í Dali, hóast hann samabar bóndalívið við sjálvan deyðan Brot úr bókini Hús og húski í Dali - ættarbond og brot úr Dímunarsøgu ”Eins og undangongumenn sínir, so var Ólavur mest sum ein høvdingi í Dali. Í flestu førum fekk hann sín vilja fram, tá tað galt um rættindi í høgunum, seyða­ røkt og annars alt tað, sum hoyrdi jarðarbrúkinum til. Ein av seyðamonnunum hjá honum var Sørin Ole­ sen í Sørinahúsi. Sørin var skilamaður til seyð og var nógv virdur av Klæmint­ stovu bóndanum. Dalur lá tá í kenning, fylgjakenning, sum tað var kallað. Av tí stóðst ofta mikið stríð og klandur ímillum bygda­ menninar. Hetta komst av tí, at úrslitið um heystarnar ofta vísti seg at vera so órættvíst. So einaferð í 1830 árun­ um bað Ólavur Sørin koma niðan í Klæmint stovu á fund við seg. Hann bar tá upp á mál við Sørin at fáa býtt Dal sundur í markatal. Sørin fór tá undir hetta arbeiðið. Hann býtti tá bygdina sundur í triðingar og væl mundið vera býtt, tí markatalið í hvørjum hag­ anum er lítið broytt síðani tá. Hetta býtið var liðugt í 1836. Síðani skuldu ganga 40 ár ímillum hvørja ferð, áðrenn býtt varð aftur. Sum sagt, so átti Ólavur bert eina dóttur, sum æt Anna, og hon læt mannin hjá sær festa. Anna giftist við Jákupi Jacobsen, bónda soni av Sundi, hann varð føddur 1.feb. í 1803, doyptur 4.feb. sama ár og var sonur Siggu Daniels­ datter og Jacob Bærentsen, bónda. Hesin Jákup átti framm­ anundan eina mørk í Dali, Prangsjørð, hana hevði hann arvað innan av Sundi. Tað heitið skal koma av, at tann mørkin einaferð í tíðini hevur verið prangað upp á onkran. Jákup og Anna vórðu vígd í Húsavíkarkirkju tann 12. nov. í 1829. Jákup Jacobsen festi tann 30. apríl í 1836 og var bóndi til 1874, tey fingu tveir synir: Óli Jacobsen, føddur 4. januar 1831. Jàkup Jacob­ sen, føddur 16. mars 1832, hann varð róptur Lítli Jàkup. Óli, sum var tann eldri, hevði ongan hug at verða bóndi, so hann læt festið til bróðurin Jákup. Hann fór niður til Danmarkar at lesa. Hann tók studentsprógv í 1851 og fór síðani at lesa mál o. a. Hann varð út búgvin Cand­Phil. Faðir hansara vildi hava hann at lesa til prest, men tað var nokk ikki meiningin hjá Óla. Einaferð Lítli Jákup var burtur í haga, vestanfyri, datt hann oman. Kavi var, og tá ongin maður kom aftur, skiltu menn, at tað var ikki rætt vorðið. Dal­ bingar fóru at leita, og teir funnu so útav, at hann var fallin í gilinum við “Skøtá”. Hann fór í havið og kom ikki aftur. Roynt var at leita vestanfyri, men tað einasta, sum funnið varð, var stavurin, hann fleyt á sjónum útfyri. Hetta var tann 1. apr. í 1859. Lítli Jákup var 27 ára gamal og ógiftur. Tá Lítli Jákup var fallin, sendi faðirin boð eftir Óla, at hann mátti koma aftur. Tað hevði Óli ongan hug til, men faðir hansara læt hann vita, at kom hann ikki, so fekk hann ongan fíggjarligan stuðul frá teimum longur, so har var ikki nógv hjá Óla at gera. Hann mátti tí koma aftur úr Danmark, har hann ætlaði sær at verða verandi og møguliga lesa víðari, og í Klæmintstovu. Hann kom aftur um 1860. So mikið dró jørðin tá, men tað mundi vera við ringum tannabiti. Hann skal einaferð hava sagt: “Før, hvor livet jeg fandt, men nu kun døden jeg ser”. Óli var nakað fyri seg sjálvan, passaði líka sum ikki upp í bygdafólkið. Hann hevði sera góð evni til tað bókliga, hann var langt framman fyri sína tíð og samtíðarfólk. Hann varð tí av mongum lítið umhild­ in sum bóndi. Ikki var sam bandið nakað serligt ímillum feðgarnar, sagt varð, at teir nærumstan ikki talaðust. Óli hevði stóra vitan um lívfrøði og mál. Hann gekk í stillum og arbeiddi ofta fyri seg sjálvan, eftir sínum egna høvdi. Eitt tað fyrsta, hann fór í holt við, tá hann var komin aftur, var at planta trø. Hetta arbeiðið gjørdi hann eftir einari serligari ætlan, soleiðis at pílatrø vóru í hornunum, og so hevði hann fleiri onnur trøsløg allan garðin runt. Nógv rósutrø av ymiskum sløgum hevði hann eisini, so tað var eitt satt prýði fyri bygdina. Tvílaðaður garður var um allan urta­ garðin. Seinni í tíðini varð alt burturbeint, har eru hvørki trø ella nakar grót­ garður eftir longur. Garð­ urin var laðaður av hvøss­ um gróti, altso ikki malar­ gróti. Tær seinastu restir­ nar av hesum gróti vórðu koyrdar í 1951 við rossa­ vogni oman í grundirnar hjá Óla­Jakkupi í Rununi, sum ikki komu víðari, og har varð tað liggjandi í mong ár, har vestan fyri Runuhúsini. Óli var fyrsti maður, ið velti epli í Dali, og hann velti so mikið, at tey høvdu epli at brúka árið runt. Eisini velti hann røtur til neytini, og var hetta nakað, sum ongin hevði vitað um fyrr har í bygdini” Haskatrøð við úthúsum. Høgrumegin á myndini sæst partur av Klæmintstovufjósinum Teir fáast við at dýpa støðna í Dali, miðskeiðis í 1950 árunum. Gunn ar stendur og heldur niður á “bukkin”. Aftanfyri tann heimasta bátin, Greta á Toft og Jógvan í Oyragarði. Hinir báðir á myndini eru ikki so nemmir at kenna. Bátarnir eru: Jallurin, tann heimasti, í miðjuni Hvalurin, og tann uttasti er Sildin Obama tann valdsmesti Amerikanska tíðarritið Forbes hevur gjørt eitt yvirlit yvir teir 67 einstaklingarnar, sum hava mest vald og størstu ávirkan í heiminum. Ikki óvæntað er Barack Obama, forseti, á ovasta plássi, og á øðrum plássi er starvsbróður hansara í Kina, Hu Jintao. Nummar trý er russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin, og í hølunum á honum kemur stjórin í amerikanska tjóðbankanum, Ben S. Bernanke. Týski kanslarin, Angela Merkel, er sambært Forbes tann kvinnan, sum hevur mest vald og størstu ávirkanina. Hon er á 15. plássi, og aftan fyri hana er amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton. Gongur betur hjá Wal-Mart Enn eitt tekin um vend í amerikanska búskapinum er, at vinningurin hjá teirri stóru handilsketuni Wall­Mart vaks umleið 3,2 prosent í triðja ársfjórðingi. Roknskapartølini vísa, at vinningurin í juli ársfjórðingi var 3,23 milliardir dollarar, sum er góðar 100 milliónir dollarar meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Sambært AP var úrslitið betur, enn serfrøðingar høvdu roknað við. Í roknskapinum hjá Wall­Mart sæst, at níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár seldi fyritøkan fyri næstan 99 milliardir dollarar, og at vinningurin var 10,04 milliardir dollarar ímóti 9,8 milliardum dollarum somu mánaðir í fjør.