Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. november 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 tíðindi Nr. 218 - 13. november 2009 Gomlu Dalbingarnir livdu og fortaldu ikki til fánýtis. Nú fáa mongu søgurnar um fólk, slekt og tilburðir í Dali og Dímun nýtt lív í sera undirhaldandi bókini hjá Johannes Johannesen á Toft, sum sigur søgurnar, ofta júst sum tey gomlu søgdu tær Bygdasøgur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Hóast tað eru góð 35 ár síð­ ani dalbingurin Johannes Johannesen á Toft flutti úr heimbygdini, lat hann ikki gamla bygdaprátið liggja eftir. Longu sum óviti dámdi honum væl at lurta, tá tey gomlu greiddu frá, og við árunum er hugurin at fáa skjalfest mongu søg ur­ nar bara vaksin. Serliga var tað pápi Johannes, Gunnar á Toft, sum visti óvanliga nógv um fólk, slekt og til­ burðir bæði í Dali og í Dím­ un og sum kvekti áhugan hjá Johannesi at skipa hesa vitan í eina samanhangandi frásøgn. – Pápi hugsaði, at skjótt fór ongin at vita nakað um hetta, og hann vildi ikki, at hendan vitanin skuldi fara í gloymskuna. Hinvegin helt hann tað nytta lítið at siga hesar søgurnar í smáum pett um, tí onkursvegna hanga tær saman og skapa eina heildarmynd, sigur Jo ­ hannes Johannesen. Í dag kemur so bókin Hús og húski í Dali - ættarbond og brot úr Dímunarsøgu, sum á leikandi lættan og sera undirhaldandi hátt sig­ ur hesar søgurnar, ofta júst sum tey gomlu søgdu tær. Ófør at práta Dalur er sum kunnugt lítil bygd, har tað ikki altíð hendi tað stóra, og tí mundi tað vera góð dagdvølja hjá teimum gomlu at tosa um familju, slekt og siga smá­ søgur, sum tey høvdu hoyrt ella sjálvi mintust, heldur Johannes Johannesen á Toft – Jú, har í bygdini varð nógv tosað um slekt, men eisini um annað. Menn gingu inn til hvønn annan, og tað varð tosað um alt ímillum himmal og jørð. Nógvar frásagnir, bæði frá gamlari og eisini nýggjari tíð. Tað vóru eisini konur har í bygdini, sum vistu nógv at siga frá. So vóru tað fólkini, sum búleikaðust í øllum húsunum ígjøgnum øldir og heilt til dagin í dag, altso tá. Pápi kendi nógv fólk ymsastaðni frá, sum hann tosaði við í telefon, um sama evni, sigur Jo ­ hannes, sum minnist, at hann longu sum óviti hevði áhuga fyri, hvør ið mundi vera tann fyrsti, sum búði í teimum ymisku húsunum í bygdini. – Pápi mín, Gunnar í Toft, hevði hevði longu skriv að tað niður, hvør fyrst ur var, sum bygdi og búði í øllum húsunum, sum vóru, tað eg minnist. Tað vóru sjálvandi onnur hús, sum fyri langari tíð síðani vóru avtoftað. Frá teimum gomlu dalbingunum visti hann eisini, hvar tey høvdu staðið, og hvussu tey kall­ aðust, sigur Johannes. Drúgt arbeiði Hann leggur afturat, at pápi hansara, Gunnar á Toft, hevði fleiri brøv og ættar­ talvur, ella uppskriftir, sum hann hevði fingið sendandi frá fólki, sum høvdu sama áhuga. Í nógvum førum var tilfarið ikki tíðarfest. Hesar upplýsingar hevur Johannes seinni roynt at finna í kirkju bókum, og manntals­ listunum, sum eisini hava verið góðir til at finna fólk við. Fyri at tíðarfesta og fáa lýst hesi fólkini, hvaðani tey komu og eisini, hvar tey fóru, skal gott tol til. Tað ar beiðið fór Johannes ikki rættiliga í gongd við, fyrr enn hann var fluttur til Havnar í 1973. Pápi hansara kendi væl Ólav Clementsen, og teir bæði tosaðu og skriv aðu um slekt og eisini um søgur og gamlar frá­ sagnir. Seinni kom Johannes sjálvur eisini at kenna Ólav Clementsen, og í 1990­ unum høvdu teir báðir fleiri hugnaligar løtur sam an, tá teir sótu og leitaðu eftir hes um ymisku fólk un um í til farinum, sum hann ar ­ beiddi við. – Sum øllum kunnugt, so er hetta hansara stóri áhugi. Soleiðis frætti eg um hesi fólkini, sum eg hevði mist burtur, tí eg visti ikki, hvar tey fóru og í summum før­ um, hvaðani tey vóru. Eisini vóru søgur, sum av tí sama blivu betri. Eg visti um hes­ ar søgurnar, men í ávísum førum fekk eg ikki lýst tær nóg væl. Søgur úr Dímun koma uppí Tað var umleið 1968, at Jo ­ hannes eisini fekk áhuga fyri tí, sum pápi hansara for taldi um ymisku tilburð­ irnar í Dímun, nær teir hendu, hvar og hvussu. Tað vóru frásagnir frá teimum eldru og gomlu, sum vóru í Dímun, tá Gunnar í Toft var har. Hann hevði eisini stóran áhuga fyri tí og hevði stóra vitan um Dímun og harafturat eitt frálíkt minni, vísir Johannes á. – Hann greiddi frá gørð­ unum, hvussu teir kallaðust, og annars frá øllum, soleiðis sum hann mintist tað. Hann visti, í flestu førum, nøvnini á teimum, sum falnir vóru í bjørgunum, hvaðani teir vóru og eisini nøkulunda, nær vanlukkurnar hendu. Annars vildi tað verið ómøgu ligt hjá mær at leitað eftir teimum í kirkjubókum og fólkateljingum nógva­ staðni frá, og øðrum eisini, sigur Johannes. Hann minir á, at av tí at samfelagið er so lítið, so finn ur tú altíð fram til onkr­ an, sum var í ætt við teir og tí vita at siga frá. Soleiðis bar til at fáa eina neyva tíðar festing. – Uttan Gunnar á Toft hevði tað sjálvandi verið ógjørligt hjá mær at skriva um tað, sum fór fram í Dím un, eg kundi jú ikki vita tað. Hann var so áhug­ aður fyri tí, sum fyrr hevði verið. Tað, sum vit prátaðu um og soleiðis skrivaðu so við og við ígjøgnum mong harrans ár, tað havi eg altíð havt í varðveitslu fyri síðani at tíðarfesta og skriva tað meira samlað. Pápin vildi, sum vera man ikki, at alt skuldi bara fara í gloymskuna. Fyrst í 1980­árunum skrivaði hann okkurt í nøkrum “Sosialum” um Dímun og Dal. T.d um Óla Jákup, Gamla­bónda, um kirkjuna í Dímun og fleiri aðrar søgur eisini, men eftir hansara tykki mátti tilfarið ikki bara slepp ast soleiðis. – Hann plagdi at siga, serliga í seinastuni, at tað nyttaði ongum nakað at skriva um Dímun í fleiri pettum. Tað má skrivast sam anhangandi fyri at fáa eina heildarmynd. Hann hugsaði, at tað fór at vera skjótt, at eingin fór at vita nakað um hetta. Nú var so mikið av tilfari, sum vit høvdu, um Dal og Dímun, um slekt og annað, at eg mátti kunnað roynt at skriva tað greidligari. Tað var tað, hann vildi, sigur Johannes Johannesen á Toft. Saman við mongu frá­ sagn unum eru hópin av for­ kunnugum myndum í nýggju bókini. Søgur úr Dali og Dímun fáa nýtt lív – Pápi visti, at skjótt fór ongin at vita nakað um hetta, sigur bussførarin Johannes Johannesen á Toft, sum tí fór undir at skriva bókina »Hús og húski í Dali - ættarbond og brot úr Dímunarsøgu«, sum kemur út í dag Mynd: Jens Kristian Vang Russland er ótíðarhóskandi Russiski forsetin, Dmitrí Medvedev, heldur, at Russland er ikki nóg tíðarhóskandi. Í einari røðu í tjóðartinginum í gjár segði hann, at tað er neyðugt at broyta og nútímansgera samfelagið, og at tað skal gerast við støði í demokratii og marknaðarbúskapi. Medvedev segði, at tað russiska vinnulívið er ikki nóg fjølbroytt, og at alt ov nógvar vørur verða fluttar av landinum sum rávørur til virkingar í øðrum londum. Við einum meiri fjølbroyttum vinnulívi kann Russland fáa støðu sum eitt av teimum týdningarmestu ídnaðarlondunum í heiminum, segði forsetin. Ímóti krossbanninum Kristna kirkjan í Griklanandi eggjar nú øllum kristnum í Evropa til at standa saman um at mótmæla avgerðini hjá Evropeiska Mannarættindadómstólinum at banna krossum í italskum skúlum. Dómstólurin staðfesti í síðstu viku, at tað er í stríð við trúarfrælsið hjá næmingunum, at kristnir krossar hanga í skúlastovuni. Kristna kirkjan í Grikkalandi sigur, at dómstólurin skuldi tikið støði í, at tað er kristindómurin, sum sameinir tann evropeiska samleikan. Kirkjan í Grikkalandi sigur seg stúra fyri, at úrskurðurin kann fáa ávirkan allastaðni í Evropa, og hon hevur boðað til kreppufundar í næstu viku, skrivar AFP