fríggjadagur 13. november 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 218 - 13. november 2009
19
tíðindi
a – ikki
Hvussu fáa vit útbúnar føroyingar heimaftur? Og hvussu koma
vit undirskotinum av kvinnum til lívs? Hesir spurningar seta
við jøvnum millumbilum dagsskránna í almenna kjakinum
í Føroyum. Fýra fyrrverandi útisetar við ymsum royndum á
føroyska arbeiðsmarknaðinum greiða niðanfyri frá sínum
upplivingum av at flyta til Føroya og virka í Føroyum. Rís og rós
til lítla landið, sum kanska ikki er so galið kortini
Erika Hayfield hevur
búð tjúgu ár av sínum
lívi í Edinburgh í
Skotlandi. Hon hevur
lisið markn að a rføring
og hevur eina Ph.D.
í forbrúkaramentan.
Hon flutti seinast
heim í 2003, hevur
arbeitt í føroysku
sam skiftis vinnuni
og er nú fulltrúi í
Vinnumálaráðnum.
Hvat hevur verið tað
besta við at flyta heim?
Tað er komið óvart á meg,
hvussu nógv spennandi og
dugnalig fólk í roynd og
veru búgva og virka í
Føroyum. Áðrenn eg flutti
heim, hevði eg sum so
nógvir aðrir útisetar ein
fordóm um, at tá man
flytur heim, so merkir tað,
at yrkisleiðin steðgar upp.
Men soleiðis er ikki. Tað
er lætt at blanda seg í
nógv ymisk mál og gera
mun, um tú veruliga vil.
Og negativi hugburðurin
millum útisetar um
Føroyar er í ein mun
ógrundaður.
Hvat hevur verið tað
ringasta við at flyta
heim?
Tá eg kom heim, sló tað
meg, hvussu ósjónligar
kvinnurnar vóru í hesum
landinum. Eg havi als ikki
verið tilvitað um
javnstøðuspurningin fyrr,
men undirskotið av
kvinnum og skeiva
valdsbýtið millum menn
og kvinnur er møguliga
tann størsti
samfelagstrupulleikin
yvirhøvur. Og talan er
ikki um ein kynskamp,
men um ein
samfelagstrupulleika, sum
rakar bæði menn og
kvinnur.
Ein annar veikleiki er
okkara vantandi
sjálvsálit. So skjótt sum
ein útlendingur kemur til
landið og sigur eitt ella
annað, eru øll á gosi,
hóast onkur føroyingur
hevur sagt tað sama í
mong ár. Vit trúgva ikki
uppá okkum sjálvi og
skulu ofta hava onkran
uttanífrá at siga okkum,
hvussu verðin hongur
saman. Og tað hongur
partvís saman við, at vit
hava lyndi til at umganga
innanhýsis
konfrontatiónir.
Konstruktivt kjak verður
alt ov ofta uppfatað sum
persónligar konfliktir,
kanska tí vit liva so tætt
upp at hvørjum øðrum í
einum so lítlum samfelagi.
Og kollektivt halda vit
hvørjum øðrum niðri, tí
vit hava ikki dirvi til at
seta krøv, vera kritisk og
taka nakrar neyðugar,
konstruktivar
konfrontatiónir.
Hvat skulu vit gera fyri
at fáa útisetar
heimaftur?
Her og nú áttu vit at
styrkt um samskiftið við
okkara útisetar fyri at
bjóða tí hugburðinum av,
sum sigur, at eingir
møguleikar eru í
Føroyum. Miðvís
marknaðarførsla og
skipaður dialogur við
okkara útisetar hevði
møguliga punkterað
nakrar mytur um Føroyar
og fingið fleiri heimaftur.
Men tað er skeivt einans
at fokusera uppá
føroyskar útisetar, tí vit
hava eins nógv brúk fyri
útbúnum útlendingum.
Í longdini mugu vit
spyrja okkum sjálvi, hví
kvinnurnar ikki støðast,
og hví tær eru so
ósjónligar, sum búgva her.
Í hesum sambandi
treingja vit til eina
grundleggjandi kollektiva
hugburðsbroyting, um
Føroyar í framtíðini skulu
rúma báðum kynunum.
Og hóast tað møguliga er
politiskt ókorrekt, so kann
eg ikki lata vera við at
nevna, at vit hava brúk
fyri einum sterkum
høvuðsstaði. Eisini um
tað merkir ein veikari
útjaðari. Vit eru so fá og
smá, at vit mugu velja,
hvar miðdepilin skal vera,
og hvar vit skulu satsa.
Flestu útisetarnir eftirlýsa
nevniliga eitt sterkt
miðstaðarøki.
Jenny Petersen hevur
verið stjóri á Tjóðpalli
Føroya síðani 2005.
Hon flutti til Føroya
í 2000 eftir trettan
ár í Noregi, har
hon starvaðist sum
framleiðslustjóri í
norskum leikhúsi.
Hvat hevur verið tað
besta við at flyta heim?
Tað besta hevur
vælsaktans verið, at eg
havi havt eitt ótrúliga
spennandi starv og havi
upplivað framstig
innanfyri føroyska leiklist.
Fyrst at Tjóðpallur
Føroya var stovnaður í
2003 við stórum meiriluta
á tingi, og síðani at
játtanin spakuliga er
vaksin, hóast hon
framvegis er alt ov lítil.
Eg havi ongantíð angrað,
at eg kom heim, og eg
havi trivist í mínum
arbeiði. Responsurin frá
fólkinum hevur eisini
verið positivur, tá
Tjóðpallurin hevur hýst
alskyns sjónleikum, og tað
er lívsjáttandi at uppliva,
at man kanska ger ein
mun. Ein styrki við einum
lítlum samfelagi sum tí
føroyska er júst, at tað er
lættari at gera mun og at
gera okkurt, sum ikki
hvørvur í mongdini av
øðrum tilboðum. Tað er
ein grundleggjandi tørvur,
sum lættari er at nøkta í
Føroyum samanborið við
evropeiskar stórbýir.
Hvat hevur verið tað
ringasta við at flyta
heim?
Tann fyrsta tíðin var
nokkso tung. Tá man er
útiseti og bara vitjar í
feriunum, so fær man eina
illusión um, at tað altíð er
so gott í Føroyum, sum
tað er um summarið. Tá
man so finnur útav, at tað
hendir alt ov lítið ímillum
hásesongirnar, kunnu
Føroyar blíva keðiligar
samanborið við tað
pulserandi lívið
uttanlands. Og tá kemur
útlongsulin krúpandi.
Tað eru heilt einfalt ov
fá tilboð í Føroyum á
fleiri ymiskum økjum. Tey
smáu forholdini, tað
manglandi tolsemi og tað
trongskygni, sum onkuntíð
eyðkennir lívið á
oyggjunum, er eisini
nakað, man sum útiseti
leggur merki til og
stundum kvalist av, tá
man er fluttur heimaftur.
Og í mínum starvi ilskast
man mangan inn á
hugburðin til mentan og
list – hóast áðurnevndu
framstig. Eg ivist í, um
politikararnir vistu, hvat
teir bundu seg til, tá
Tjóðpallurin varð
stovnaður, tí peningurin
hevur ikki heilt fylgt við.
Samanumtikið gleðist man
um smáu framstigini og
harmast um, at tað
gongur ov seint.
Hvat skulu vit gera fyri
at fáa útisetar
heimaftur?
Týdningarmiklasti
spurningurin hjá einum
og hvørjum politikara í
Føroyum er, hvussu fáa
vit fólk at trívast? Hvussu
fáa vit ung, barnafamiljur,
tilkomin og eldri fólk at
trívast, bæði kvinnur og
menn? Tað er m.a. við at
økja um sosialu og
mentanarligu tilboðini.
Um eg aftur kann loyva
mær at fokusera snævurt
uppá tað mentanarliga, so
var eitt tiltak sum
Listastevnan fantastisk
fyri Føroyar. Ein rúgva av
fólki vóru aktiverað
størsta partin av árinum,
og føroyingar í hópatali
fingu spennandi
listarligar upplivingar.
Fleiri útisetar eftirlýsa
m.a. eitt størri
mentanarligt útboð, og tí
var tað spell, at tiltakið
datt niðurfyri.
”Vit mangla kvinnur
og útlendingar”
“Man gleðist um fram
stigini og harmast um
ómegd ina”