fríggjadagur 13. november 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 tíðindi
Nr. 218 - 13. november 2009
Føroyar stink
Christian Nagata er
stjóri á KT-fyritøkuni
NEMA, sum eftir
fleiri saman legg -
ingar er Før oya
størsti veitari av KT-,
skrivstovu- og sam-
skiftis tænastum. Hann
er cand. merc. aud.
og læs og arbeiddi í
Keypmannahavn frá
1989 til 1997 og í Los
Angel es frá 1998 og
2004, tá hann flutti
heim. Áðrenn NEMA sá
dagsins ljós, var hann
fíggjarstjóri á Føroya
Shell.
Hvat hevur verið tað
besta við at flyta heim?
Eg ætlaði mær ongantíð
heimaftur til Føroya, men
familjan flutti heim í
2002, og tvey ár seinni fór
eg aftaná væl vitandi, at
eg ongantíð fór at tjena
tað sama í Føroyum. Tá
eg kom heim seint í 2004,
hevði samfelagið flutt seg
nógv frameftir, og hetta
kom í roynd og veru óvart
á meg. Vinnulívið var
vorðið meiri professionelt
og tolsemið meiri útbreitt.
Mínar royndir
frammanundan vóru
annars, at tað snúði seg
meiri um at kenna fólk
enn at hava tær røttu
dygdirnar fyri at sleppa
framat á
arbeiðsmarknaðinum. So
tað var absolutt positivt at
koma heim og kunna
staðfesta, at hetta
samfelagið hóast alt
mennist á fleiri hermótum.
Mínar royndir eru, at
um tú ert opin, um tú
hevur hugflogið og um tú
hevur hugin, so eru
nógvir møguleikar í
Føroyum. Her trýtur ikki
við spennandi uppgávum
og inspirerandi
avbjóðingum. Tað er
fyrimunurin við einum
lítlum samfelagi. Á eini
stórari fyritøku í USA
situr man við sínum
avmarkaða øki, men í
Føroyum er relativt
lættari at folda seg út og
snodda til alt millum
himmal og jørð.
Hvat hevur verið tað
ringasta við at flyta
heim?
Hóast áðurnevndu
fyrimunir við at búgva í
einum lítlum landi, so er
støddin eisini tann størsta
forðingin. Eitt land við
48.000 íbúgvum fer altíð
at hava sínar natúrligu
avmarkingar, og tað fara
altíð at vera ein rúgva av
tingum, sum heilt einfalt
eru ógjørlig at gera í
Føroyum. T.d. fer eingin
nakrantíð at granska í
rúmdarskipum í Føroyum,
tí tað hava vit ikki ráð til.
Føroyar er eisini
tilafturskomið, tá tað snýr
seg um at veita
immateriallar tænastur, tí
vit hava í alt ov langa tíð
ikki framleitt annað enn
fisk.
Hvat skulu vit gera fyri
at fáa útisetar
heimaftur?
Tað skal ongantíð vera
ein skylda at flyta
heimaftur. Og eg haldi, at
øll eiga at fáa sær
starvsroyndir uttanlands,
áðrenn tey venda nøsina
heimeftir. Misskil meg
ikki. Eg vóni, at so nógvir
útisetar sum gjørligt koma
aftur til Føroya, tí vit
hava harðliga brúk fyri
útbúnum fólki. Men tey
skulu einans koma heim,
um tey tíma at flyta heim,
tí vit hava ikki brúk fyri
fólki, sum ikki hava eitt
positivt útgangsstøði. Og
so vil eg fegin leggja
afturat, at vit hava ikki
bara brúk fyri føroyskum
útisetum, men so
sanniliga eisini fyri
kompetentum
útlendingum. Núverandi
mótstøðan ímóti
útlendskari arbeiðsmegi í
Føroyum er til stóran
skaða fyri vinnulívið og
fyri landið.
Sonja Jógvansdóttir er
stjórnmálafrøðingur
og samskipari í
fakfelagssamtakinum
Samtak, sum er eitt
samstarv millum
Føroya Arbeiðarafelag,
Havnar
Arbeiðsmannafelag
og Føroya
Fiskimannafelag.
Hon hevur búð og
lisið í Edinburgh,
Keypmannahavn og
Brússel. Seinast hon
vendi nøsini heimeftir
var í desember 2006.
Hvat hevur verið tað
besta við at flyta heim?
Tað hevur altíð verið
natúrligt fyri meg at flyta
aftur til Føroya. Man
hevur onkursvegna eitt
djúpt kensluligt og helst
eisini irrationelt tilknýti
til Føroya, so fyri meg var
tað ongantíð eitt veruligt
val, hóast eg havi trivist
væl uttanlands.
Føroyski arbeiðs mark
naðurin hevur eitt hav av
møgu leikum. Um tú hevur
nakrar kvalifikatiónir, so
er rættiliga opið at royna
tað, sum tú hevur hug til.
Eg eri eitt livandi dømi
um, at tú hevur relativt
lætta atgongd til tað, sum
hevur tín áhuga. Eg
bjóðaði meg fram sum
ráðgevi hjá fakfeløgunum,
og tað endaði við
fakfelagssamtakinum
Samtak, sum hevur verið
eitt ófatiliga spennandi
arbeiði. Atgongdin til
spennandi størv valdast
sjálvandi, hvussu góð
pappír ein hevur, men
lesandi útisetar hava
altso nógv at koma
heimaftur til. Tað snýr seg
um hugflog og um at
síggja tørvirnar í einum
samfelagi.
Hvat hevur verið tað
ringasta við at flyta
heim?
Sum útiseti gloymir man,
hvussu ótespiligir teir
føroysku vetrarnir eru,
men tað fáa vit ikki gjørt
so øgiliga nógv við.
Umframt veðrið er ein
tann størsti trupulleikin,
at vit duga illa at vera
ósamd uttan eisini at
blíva óklár. Tá samfelagið
er so lítið og persónligu
relatiónirnar so tættar, er
lættast at umganga
konfliktirnar. Vit hava
onkursvegna ein loyalitet
yvirfyri hvørjum øðrum,
sum køvir okkara
kjakmentan. Fólk halda
seg aftur og lata vera við
at siga og gera ymiskt av
ótta fyri persónligum
konfliktum, og tað er ein
veldig forðing fyri at
menna hetta samfelagið.
Fólk skuldu torað betri at
sagt og gjørt tað, sum tey
meina er rætt og neyðugt.
Tað er nevniliga munur á
kritikki og negativiteti.
Hvat skulu vit gera fyri
at fáa útisetar
heimaftur?
Eg sakni ikki ein miðvísan
útisetapolitikk, men ein
miðvísan
útbúgvingarpolitikk. Um
vit høvdu fleiri
útbúgvingarmøguleikar í
Føroyum, so høvdu so
nógv ung ikki noyðst av
landinum. Tað er fínasta
slag at flyta av landinum,
men tað eigur í størri mun
at vera eitt val. Um vit t.d.
høvdu útbúgvingar
innanfyri sosialráðgeving,
ergoterapi, fysioterapi
o.s.fr., so høvdu fleiri
verið verandi.
Manglandi bústaðar og
familjupolitikkurin er ein
orsøk til, at fleiri útisetar
ikki koma heimaftur. Í so
máta eftirlýsa útisetar tað
sama sum íbúgvarnir í
Føroyum. Vit fara
ongantíð at fáa meiri enn
eini 60 prosent heimaftur,
tí eftir fimm ár í øðrum
londum eru fólk so mikið
etablerað, og tí skulu vit
eisini fokusera uppá
aðrar bólkar enn
akademikarar. T.d. tey,
sum av eini ella aðrari
orsøk rýma av neyð. Tey
eru fleiri og fleiri í tali,
og tey eru sum oftast mist
fyri altíð.
Lagt til rættis: Heini í Skorini · heini_skorini@yahoo.com
“At flyta heim skal
ongantíð verða ein
skylda”
"Eitt hav av møgu-
leik um og ein køvandi
kjakmentan"