Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. november 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 218 - 13. november 2009 17 tíðindi hetta kanska eisini er med­ virkandi til, at kyns spurn­ ingurin er sloppin at menna seg so fatalt í útjaðaranum, sum hann í roynd og veru hev ur: at granskarar innan fólkafrøði hava ikki í nóg stóran mun sett hendan spur n ingin nóg ovarliga á dags skrá higartil. Tí allar kanningar vísa, at undirskotið av kvinnum í út jaðar anum er vaksandi, og útlitini fyri bata fá. Millum klóku høvdini, sum talaðu í Alta vóru norski granskarin Lindis Sloan frá KUN, Center for Kund skab og Ligestilling, Kristi anna Winther­Poul­ sen, cand.mag. og forkvinna í føroysku Javnstøðu nevnd­ ini, seniorgranskarin Ras­ mus Ole Rasmussen frá Nord regio og Anna Karls­ dóttir, lektorur á Háskóla Is lands. Hesi eru øll samd um, at skulu kvinnurnar støðast betri, er neyðugt, at út jaðar­ in eisini lagar seg til teirra tørv. Bæði í mun til vinnu­ struktur og kynsleiklutirnir. Alternativt ganga økini einum vissum deyða í møti ­ tíverri. Vit vita, at væl meiri enn helvtin av teimum lesandi á miðnásskúlunum og á fleiri hægri lærustovnum í dag eru kvinnur. Og allar kann­ ingar vísa, at júst hetta við útbúgving og persónligum menningarmøguleikum eru faktor ar, sum kvinnurnar há meta. Hetta er eisini or søk in til, at kvinnurnar helst flyta til stórbýir, sum eisini eru universitetsbýir. Við útbúgvingarstovnum fylg ja ungdómar, mentan­ ar til boð, frítíðarmøguleikar, meiri javnstøða, meiri mod­ er naðir makar og margfeldi sum heild. Modernaðar kvinnur Men, hví flyta kvinnurnar burt ur? Og hvat kundu tær hugs að sær var øðrvísi, skulu tær flyta heim aftur? Og hvørjar avleiðingar hevur tað fyri eitt samfelag, at kvinnurnar flyta burtur? Her vísti Kristianna Wint­ her­Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndini, á fleiri ting, sum vit vita hava ávirk an. At kvinnurnar ynska fleiri mentanar­ og frí tíð ar tilboð, betri væl­ ferðar tænastur, ein minni si ð bundn an og maskulinan arbeiðskultur, fleiri fakligar og persónligar avbjóðingar og so framvegis. Alt viður­ skifti, sum tann modernaða kvinnan metir høgt. Samstundis eru fleiri ting, sum fær kvinnuna at um hugsa at flyta heim, og sum tær, sum búgva í Før­ oyum, meta høgt. Hetta eru faktorar sum felagsskapurin, trygg leikin, familjan, vin­ fólkini, stuttu frástøðurnar, náttúr an, friðurin og so fram vegis. Forkvinnan í Javn støðu­ nevndini nevndi eisini hetta við, at føroyskar kvinnur vóru at kalla ósjónligar í al menna rúminum til fyri fáum árum síðani. Og at tær framvegis eru í stórum minni luta í føroyskum politik ki. Eisini vísti hon á, at føroyska vælferðar skip an­ in hevur nógv eftir at bjóða. Hon minnir ikki sørt um suðureuropeisku skip an ir nar, har til dømis barna­ og eldrarøkt liggja á kvinn­ unum. Til dømis hevur verið at hoyrt, at visita tións­ nevndirnar innan eldra r­ øktina kanna um um søkjarin eigur døtur ella ikki. Tey eldru, sum eiga bert synir ella er barnleys, koma tá framum, tá pláss er. Eitt annað, sum Kristi anna Winther­Poulsen vísti á, var siðbundna tøgn mentan in, har dubult moralurin ræður. Hetta er slíkt, sum modernaðar, væl út búnaðar kvinnur ikki tíma at fáast við. Til dømis, tá politikarar siga, at Føroyar eru paradís á jørð, sam­ stundis sum, at avdúking av happ ing, hatecrimes og insest er vorðin alt vanligari seinastu 10 árini. Síðsti mohikanin Á norðurlandinum í Íslandi kenna tey væl til hetta við, at kvinnurnar rýma. Anna Karls dóttir, er lektorur á Há skóla Islands. Hon greiðir frá, at har er støðan tann, at broytingar fara fram innan traditionellu vinnu greinirnar, til dømis landbúnaði og fiskiskapi. Samstundis hava risastórar ídnaðarverkætlanir við alu­ mini um og hydro skapt stóran vøkstur á summum økj um. Men hetta eru ar beiðspláss til mannfólk, sum ferðast til virkini úr øll um økinum – ja, enntá úr øllum heiminum. Í hesum sambandi hevur Anna Karlsdóttir prátað við nakr ar kvinnur um teirra virð ir í mun til menningina í økinum, og hvørjar vónir tær hava um framtíðina – bæði persónligar og fyri børn ini. Niðurstøðan av kann ing­ ini er, at í fleiri bygdum eru útlitini alt annað enn bjørt, og kvinnurnar rættiliga svart skygdar. Stóru broyt­ ing ar nar í fiskivinnuni ávirka sjálvsagt eisini lívs­ støðuna í familjunum. Kvinn ur nar hava vanliga størv innan tað almenna (útbúgv ing, umsorgan og ment an), og samstundis hava tær ábyrgd av heimi­ num, har tær brúka í miðal 40 prosent av tíðini á deg­ num. Samanlíknað við mennir nir, brúka teir bert 10 prosent av tíðini til hús­ ligt arbeiði. Hjá nógvum kvinnum í bygdunum er familjan flutt burt ur. Familjan hevur annars verið fremsta insita­ mentið fyri at verða verandi. Og tá mannfólkini noyðast at ferðast burtur fyri at ar beiða í ídnaðinum, kenna kvinnurnar seg ofta sum tann síðsti mohikanin. Sambært Onnu Karls­ dóttir, bendir alt á, at kvinnur nar eru meiri fleksibl ar, tá tað ræður um at skifta starv og at taka út búgving. Mennirnir eru eisini mobilir, men mest í mun til at ferðast eftir arbeiði. Tí eru kvinnurnar í dag græseinkjur, eins og í fiski vinnusamfelagnum, har tær vóru sjó mans­ kvinnur. Men spurningurin er, hvussu leingi tær tíma at verða verandi í einari bygd, har familjan er flutt burtur og maðurin býr á ar beiðs­ plássinum stóran part av tíðini. Tí umhugsa tær støðu na, tá børnini eru vorð in so stór, at tey skulu undir útbúgving. Júst hetta vega mótið er avgerandi fyri, um kvinnurnar verða eftir ella fara avstað. Macho ella cand.mag Ein annars spurningur, sum varð uppi at venda á ráðstevnuni, var modernaði livi hátturin, tolsemi og javn ­ støða í mun til trivna í útjaðaranum. Lindis Sloan, norskur granskari, stað festi í sínum uppleggi ”It’s all about gender…”, at ein bygd skal hava í minsta lagi eitt bøssapar og ein grafiskan designara! Í hesum liggur boð skap­ urin um, at neyðugt er at skapa eitt livandi samfelag, sum kennist lokkandi hjá ungd óminum og serliga teim um ungu kvinnunum, ið eru so ídnar at sleppa av stað til stórbýin. Hennara gransking í norska útjaðaranum vísir, at ein høvuðsorsøk til vant andi trivnaðin hjá kvinnu num er kenslan av vantandi javnstøðu, og at siðbundnu kynsleikutirnir ræðir kvinn­ urnar burtur. Tær vilja eisini sleppa at taka lut í politisk­ um arbeiði og avgerðum. ­ Hyggja vit eftir býunum, finna vit eitt stórt yvirskot av kvinnum. Har finna vit eisini uni versi tetini, sjúkra hús ini og stóru mið náms skúlarnir. Og tú hevur javnari kyns býtt arbeiðs pláss. Á bygd finna vit har afturímóti eina meira kyns uppbýttan ar beiðs­ struktur. ­ Menn halda tað vera spennandi at fiska, veiða og so framvegis. Kvinnurnar vilja heldur hava eitt meira sosialt umhvørvi við møgu­ leikum fyri útbúgving og mentan, segði Lindis Sloan. Vinnan má við Rasmus Ole Rasmussen frá Nordregio, sum er í fer við at kanna fólkafrøðiligu støðuna í Norðuratlants­ havi, heldur tað vera ein vansi, at útjaðarin ofta gera vinnu ligar og politiskar sats ing ar, sum venda seg ov nógv til mannfólk. Hesum tók Lindis Sloan undir við. Hon greiddi í hes­ um sambandi frá um sið­ bundnu norsku smá sam­ feløgini, har ein yvirvági av gomlum dreingjum búgva einsa mallir og arbeiða. Kvinnurnar verða stygdar burt ur av mannahørmi frá fiski vinnu, skógarrøkt og landbúnaði, og stórum inn­ tøku gevandi vinnu verk æt­ lanum so sum stál­, olju­ og málmídnaði, har útlendskir arbeiðarar virka í styttri tíðar­ skeið í senn. Men hesir byggja onki lokalsamfelag, og tí kunnu hesar verk æt lan­ ir ikki standa einsamallar, men eiga at verða kom bi ner­ aðar við onnur sam­ leikaskapandi tiltøk, sum eisini geva kvinnunum arbeiði og innihald, so ungu familjurnar kunnu trívast. Ein partur av loysnini ligg ur tí í menningini av væl ferðarskipanini, gransk­ ingarverkætlanum, krea tiv­ um vinn um og øðrum økj­ um, sum lokka kvinnurnar heim. Mugu festa røtur Tað kann bæði vera hugaligt og ikki, tá kanningin hjá Lind is Sloan eisini vísti, at hava kvinnurnar fyrst fest røtur og fingið børn, fara tær sjáldan avstað aftur. Tí má stóra avbjóðingin vera at lokka kvinnurnar heim á klettarnar aftur, áðr­ enn tær náa at festa røtur í tí fremmanda. Og so at skapa grundarlag fyri, at tær festa røturnar væl og virðiliga í føroyska mold, tá tær koma heim. Ella gera, sum fleiri mæl­ tu til á ráðstevnuni í Alta: gera nógv lagaligari út lend­ ing areglur, so onnur fólka­ sløg kunnu koma her upp og byggja land. Tí eitt er vist – væl­ ferðarbyrðan og menningin av samfelagnum verður ikki lyft av pensiónistum, smá børnum og gomlum dreingj um eina. machomentanini Ein ordans avbjóðing at flyta heim Eg og álendski maðurin, Kristian, fluttu til Føroyar við tvey og fýra ára gomlu synum okkara í januar í ár. Nú, eft ir fýra mánaðir heima, má eg viðganga, at tað als ikki var so lætt at flyta heim, sum eg hevði roknað við. Lítið verður tosað um teir praktisku trupulleikar, sum stinga seg upp, og so ikki minst hvat sjálv flyt ing­ in kostar í krónum og oyrum. Nógv fín orð verða havd á loftið, tá útisetar skulu lokk ast heim aftur til Føroya. Spurningurin er, um útisetarnir sjálvir skilja hesi orð, eftirsum tað føroyska málið ikki er tað sama, aft­ an á fleiri ár uttanlands Tað var í januar, at eg og maðurin avgjørdu at flyta heim til Føroyar. Vit ringdu beinavegin til kommu n­ una, fyri at fáa dreingirnir á bíðilista til barnaansing. Men vit fingu at vita, at tað sá svart út, og at vit ikki skuldu droyma um at fáa pláss fyrr enn í august. Næsta samrøða var við Akstovuna um bilin, sum var ein sjey ára gamla Saabur. Tey vóru sera beinasom og sen du okkum hetta roknistykki: Nývirðið á bilinum varð sett til: 185.643 kr. Skrásetingargjald: 46.411 kr. Co2 avgjald: 28.000 kr. Burturbeining: 5.000 kr. Sýn: 350 kr. Nummarplátur: 500 kr. Tilsamans uml. 80.000 kr. Also skuldu vit rinda umleið 80.000 krónur fyri at in n­ flyta okkara sjey ára gamla SAAB! Vit kannaðu sjálvandi bilprísirnir í Føroyum, og hvat vit fingu fyri bilin, um vit seldu hann, áðrenn vit komu til Føroya. Men nei, hasar 80.000 loystu seg í síðsta enda best at gjalda. Hesi bæði tingini – barnaansingartrupulleikarnir og kost nað urin at innflyta bilin, eru ikki nevndir, tá úti­ seta spurn ingurin er á breddanum. Men fyri okkum, sum flyta til Føroyar, er hetta av al stórum týdning. Tí hóast alt er tað húsarhaldskassin, sum skal gjalda fyri flytingina, og má ein taka lán fyri at klára hesa fíggjarligu byrðu, er lætt at missa mótið, og at verða verandi í tí tryggu tilveruni uttanlands. Vit avgjørdu kortini at venda heim. Tí, skuldi tað verða – so skuldi tað verða nú. Sum Katrin Holm í Snarskivuni segði í grein her í blað num í gjár, so trúgva flestu útisetar, at tað nokk man fara at laga seg, tá man er komin heim. Ein posi­ tiv ur hugburður, sum vísur, at útisetarnir hava álit á heim landinum. Hjá okkum legðist steinur oman á byrðu, tá yngsti son ur in ikki fekk pláss í barnagarði. Meðan eg gekk heima og bíðaði eftir boðum frá Snarskivuni, vuksu út reiðslu rnar. Sum tit kanska skilja hevur okkara flyting ikki verði nøk ur løtt ella bílig søga. Men hóast hetta – trúgv tí ella ikki – so eri eg glað fyri, at vit tóku stig ið at koma heim. Eg veit ikki, um vit verða verandi í Føroyum. Men eitt veit eg, at um vit ikki komu heim, hevði eg gingið rest ina av lívinum og hugsað um, hvussu tað mundi verið at flutt heim til Føroyar. Men, nú veit eg, at tað kann bara ganga framá. G.G. Sonurin slapp inn í barna garð á Velbastað aftan á 9 mánaðir á bíðirøð. G.G.G. SAABurin rullar runt í Havnini, og nummar pláturnar eru av gulli:) Inna Törnroos, journalistur á Sosialinum