fríggjadagur 13. november 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 13. november 2009
Tað er ein stórur biti hjá
Neistanum at svølgja,
nú liðið í morgin og
sunnudagin skal spæla
báðar dystir sínar í
EHF Cup-kappingini
fyri steypavinnarar í
Serbia ímóti serbisku
steypavinnarunum úr RK
Kolubara
Upprunaliga skuldi Neistin spæla
ímóti bulgarska liðnum, Dobrudja
Dobrich, men hetta var eitt mistak
frá europeisku hondbólts sam gong
uni, EHF, og í staðin kom Neistin inn
í triðja umfari í EHF Cupkappingini
fyri steypavinnarar, og tað gav
uppaftur harðari mótstøðu, sum
fæst frá serbisku steypavinnarunum
úr RK Kolubara. Í serbisku lands
kappingini eru 15 lið, og nú fimm
umfør eru spæld, er RK Kolubara á
odda við fullum stigatali.
Serbiska felagið var stovnað í
1960 og er sostatt næstan 30 ár
yngri enn Neistin. Ikki fyrr enn eftir
1987, tá ein stór ítróttarhøll var
bygd í Lazarevac, kom av álvara
gongd í virksemið hjá RK Kolubara,
sum síðani hevur havt stóra
framgongd. Tað er í hesi høllini, at
teir báðir EHF Cupdystirnir um
vikuskiftið verða spældir.
Neistamenninir fóru úr Føroyum
mikudagin, og um kvøldið taldust
teir millum áskoðararnar, tá FC
Keypmannahavn vann 3426 á
Holstebro. Í gjáramorgunin var
kósin so sett víðari ímóti Serbia, og
í dag vóru bæði fyrraparts og
seinnapartsvenjingar á skránni
undan teimum báðum dystunum,
sum verða í morgin og sunnudagin.
Neistin, sum vann sær rættin til
at spæla í EHF Cupkappingini fyri
steypavinnarar, við at vinna 2726 á
Kyndli í steypafinaluni í vár, hevði í
fjør eitt framúrskarandi úrslit í EHF
Cupkappingini fyri meistarar.
Hóast Neistin tapti við 14 málum í
fyrra dystinum á útivølli ímói RK
Lovcen Cetinje úr Montenegro,
eydnaðist í seinna dystinum, sum
var á heimavølli, at vinna 3332.
Tað verða turkisku dómararnir,
Kenan Gökmen og Ayhan Gök, ið
døma báðar dystirnar, og EHF
umboðsmaður á staðnum verður
rumenin, Horatiu Cristian Belu.
Bæði í morgin og sunnudagin byrja
dystirnir klokkan 18, føroyska tíð.
hil
Neistin í serbiska eldin
Um vikuskiftið skal Pál
Joensen svimja World
Cup í Berlin, og hetta er
triðja kappingin í eina
viku. Harumrfamt skulu
Sheila Millum Garðarnar,
Mona Simonsen og Pauli
Øssursson Mohr eisini í
hylin
Helst hendingarríkasta vikan
nakrantíð hjá Páli Joensen endar
við triðju World Cupkappingini á
rað, sum er í morgin og sunnudagin
í Berlin. Hetta er ein kapping, sum
er uppaftur sterkari enn tær í Stock
holm og Moskva, og til dømis kann
nevnast, at í Berlin verða ikki færri
enn 78 svimjarar við, sum svimja 50
metra frísvimjing skjótari enn 50
sekund!
Við framúrskarandi úrslitunum í
1.500 metra frísvimjing og risastóru
framgongdini í 400 metra frísvimj
ing í skjáttuni, er Pál Joensen væl
fyri. Á 400 metra teininum, sum Jón
Bjarnason plagar at umrøða sum
»babyteinurin«, var Pál upp runa
liga tilmeldaður við einari tíð beint
uttan fyri finalupláss, men við
finalu plássum í bæði Stockholm og
Moskva liggur hann onkrastaðni
mitt í feltinum við sínum nýggju
tíðarbatum.
Nærkast ynskitíðini
Uppaftur betur stendur til á 1.500
metra teininum, har norðurlendska
metið í silvursvimjingini í Stock
holm og World Cupsigurin í
Moskva styrkja støðu hansara,
hóast hann longu frammanundan
var roknaður millum teir allar
fremstu.
Í Berlin verður mótstøðan upp
aftur harðari, enn hon var áðrenn, tí
umframt europameistaran, Fede
rico Colbertaldo, sum vann á hon
um í Stockholm, skal Pál eisini taka
dystin upp við heimsmeistaran,
Oussama Mellouli, og týskaran
Thomas Lurz, sum er stórvinnandi
havsvimjari. Og so er ikki at for
gloyma »æviga kappingini« við
danskaran, Mads Glæsner, ið miku
kvøldið misti norðurlendska metið
til Pál!
Tíðin hjá Páli í Stockholm miku
kvøldið var 14 minuttir og 32,59
sekund, og sostatt nærkast hann
við stórum tøkum einari ynskitíð
niðan fyri 14 minuttir og 30 sekund.
At fleiri sterkir svimjarar verða
rundan um hann, ger kanska tann
møguleikan uppaftur betri.
Fleiri føroyingar
Umframt Pál Joensen, eru eisini
tríggir aðrir føroyskir svimjarar við í
World Cupkappingini í Berlin, og
teir komu allir upp á pláss í gjár, tá
føroyska ferðalagið annars skifti
svenska høvuðsstaðin út við tann
týska, ið annars hevur verið í mið
deplinum síðstu dagarnar, nú 20 ár
eru liðin, síðani múrurin millum
Eystur og VesturBerlin fall.
Sheila Millum Garðarnar fær
mest at gera, tí hon skal svimja
frísvimjing á bæði 50 og 100 metra
teininum, umframt at hon skal
svimja 50 metra firvaldssvimjing.
Pauli Øssursson Mohr svimur 50 og
100 metra frísvimjing, og so verður
Mona Simonsen at síggja í longru
teinunum í frísvimjing, 400 og 800
metrum.
Stórur áhugi er fyri kappingini,
sum verður í Schwimm und
Sprunghalle im Europapark við yvir
5.000 áskoðaraplássum, tí alt er
útselt. Svomið verður í einum 50
metra hyli, sum er býttur sundur í
tvey, so longdin verður teir obliga
torisku 25 metrarnir, ið verða
brúktir í World Cupkappingunum.
Pál skal nú taka Berlin
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Pál Joensen, sum hevur staðið seg framúr væl í World Cup-kappingunum í Moskva og Stockholm, kann vænta sær uppaftur harðari
mótstøðu í kappingini í Berlin um vikuskiftið
Mynd: Álvur Haraldsen