Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-13, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. november 2009síða 30

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 13. november 2009 – Nr. 218 Døma í Spania Altjóða dómaraparið í hondbólti, Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen, hava úr at gera við at pakka kuffertini í hesum døgum. Fyri viku síðani vóru teir í Hollandi og dømdu, og um vikuskiftið skulu teir døma í Spania. Hesa ferð er uppgávan EHF Cup-dystirnir millum sponsku og bosnisku steypavinnararnar hjá monnum, Fraikin BM Granollers og RK Sloga Doboj. Dystirnir millum liðini bæði verða spældir í Spania um vikuskiftið, og Eyðun og Andreas døma báðar. Nú Neistamenninir eru burturi í europeiskum ørindum, royna hinir at nærkast oddaliðnum. Hjá kvinnunum fæst at síggja, um Neistin kann koppa Stjørnuni í royndini at sleppa longur upp Toppdysturin hesa ferð er millum Stjørnuna og Neistan, ið tykjast vera harðastu avbjóðararnir hjá Tjaldri. Neistin mátti í mikukvøldið lúta fyri Tjaldri, men skal nú til Klaksvíkar at royna eydnuna ímóti Stjørnuni, ið vann sannførandi, tá liðini síðst spældu í Havn. Tjaldur skal í sínum lagi á heima- vølli taka ímóti VÍF, og her eru tær gulu stórfavorittar í Runavík, nú tær aftur eru oddalið, enntá við fullum stigatali. Hinvegin skal VÍF ímóti yvirmaktini royna at reisa seg eftir ósigurin fyri StÍF í mikukvøldið. Triði dysturin í Sunset-kappingini verður í Vági, har StÍF kemur á vitjan. VB plagdi at standa seg væl á heimavølli, men liðið tykist nógv viknað, nú fleiri lyklaspælarar eru burturi. Skal VB ikki detta púra burtur ímillum, krevst ein sigur á StÍF, ið fekk sjálvsálitið avstívað við sigrinum á VÍF mikukvøldið. Hini jagstra Neistan Av tí at Neistin er farin til Serbia at spæla EHF Cup-dystir fyri steypa- vinnarar, eru bara tveir mansdystir um vikuskiftið, tí Neistin spældi longu ímóti KÍF síðsta sunnudag. Tann dystin vann KÍF, men Neistin er framvegis á odda í Atlantic Airways-kappingini, so nú er upp til hini at koma nærri toppinum. Tann sannroyndin ger dystin í Hoyvíkshøllini millum meistararnar úr H71 og StÍF sera áhugaverdan, tí við sigri kemur StÍF upp á sama stigatal sum Neistin, meðan H71 við sigri kemur upp á síðuna av StÍF, so bæði tá eru tvey stig aftan fyri oddaliðið. StÍF hevur fyrr vunnið greitt á H71, men tað var á Skála, so nú fæst at síggja, um hoyvíkingar megna meira á heimavølli. Hin dysturin er gamli klassikarin millum Kyndil og VÍF. Í mun til seinnu árini, er Kyndil komin heilt væl frá byrjan og kann við sigri leggja seg beint undir Neistanum. Hinvegin hevur gingið striltið hjá VÍF, sum síðsta kappingarár endaði í FM-finalunum, og VÍF má helst vinna, so sleppast kann úr botnin- um, har bara málmunurin ger vestmenningar betri enn kollfirð- ingar á aftasta plássi. hil Mest áhugaverdi Eikligu­ dysturin í flogbólti um vikuskiftið er óivað mans­ dysturin í Klaksvík, har oddaliðið, Mjølnir, tekur ímóti næstfremsta liðnum, SÍ Soleiðis sum manskappingin hevur lagað seg higartil, bendir alt á, at hon fyrst og fremst kemur at standa millum tey bæði liðini, ið eru fremst júst nú, Mjølnir og SÍ. Tey hava bæði tvey vunnið á øllum hinum liðunum, og tá tey hittust fyri trimum vikum síðani í Sørvági, máttu fimm sett til, áðrenn Mjølnir kundi kanna sær sigurin. Nú er tað so í Klaksvík, at odda- brakið verður, og so fæst at síggja, um SÍ á útivølli kann gera tað sama, sum Mjølnir gjørdi har vesturi. Roknast kann enn eina ferð við einum jøvnum dysti, tí ikki sær út til, at stórvegis munur er á liðunum báðum, og so er spurningurin, um fimm sett skulu til hesa ferð við. Hin mansdysturin verður á Kambsdali, har stigaleysa ÍF tekur ímóti Fleyr, sum hevur megnað at bjóðað bæði Mjølnir og SÍ av, men bara ikki vinnur avgerandi bóltar- nar. Unga ÍF-manningin eigur enn fyrsta settið á, men hóast stór framstig eru gjørd, skal helst nógv til fyri at vinna á Fleyr, sum vil reisa seg aftur sum skjótast eftir ósigurin fyri SÍ síðsta leygardag. SÍ aftur á vøllin TB, sum gjørdi eitt ordans hál við tveimum sigrum norðanfjørðs fyri viku síðani, skal sunnudagin til Sørvágs at royna seg ímóti odda- liðnum, SÍ, sum hevði frí síðsta umfar. Her fáa tvørákvinnur seg óivað royndar, tí SÍ hevur hvørki sett stig ella sett til higartil í kappingini, men hevur vunnið allar sínar dystir sannførandi. Mjølnir er tað liðið, sum í løtuni fylgir best við SÍ, men er tó tvey stig aftanfyri. Hesa ferð tekur Mjølnir ímóti kvinnunum hjá KÍF, ið langt frá hava fingið nakra ynskibyrjan í kappingini, tí tað hevur bara gingið ímóti. Tí má Mjølnir metast sum helst størsti favoritturin hetta umfarið. Triði dysturin í Eikliguni hjá kvinnum verður á Kambsdali, har ÍF tekur ímóti Fleyr. ÍF hevur bara fingið tvey stig higartil, meðan Fleyr hevur tað tvífaldað, so her liggur størra trýstið helst á heima- liðnum, ið skal royna at nærkast hinum miðjuliðunum. Fleyr roynir hinvegin at sleppa upp ímóti fremru liðunum, so hetta verður kanska tann javnast og mest spennandi kvinnudysturin hetta umfarið. Hondbóltur Sunset-kappingin 15/11 15.00 Stjørnan-Neistin 15/11 15.00 VB-StÍF 15/11 15.00 Tjaldur-VÍF Atlantic Airways-kappingin 15/11 14.30 Kyndil-VÍF 15/11 16.00 H71-StÍF Flogbóltur Eikligan, kvinnur 15/11 14.00 ÍF-Fleyr 15/11 14.00 Mjølnir-KÍF 15/11 15.00 SÍ-TB Eikligan, menn 15/11 16.00 Mjølnir-SÍ 15/11 16.00 ÍF-Fleyr Dystir um vikuskiftið einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Mjølnir og SÍ royna flogið Tá menninir hjá Mjølnir og SÍ spældu í Sørvági, vann Mjølnir eftir fimm sett, so nú verður spennandi at síggja, um SÍ kann svara aftur, tá liðini sunnudagin hittast í Klaksvík Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Tá kettan er úti… Felagstiltak á Eiði Leikaramenningin hjá Fótbóltssambandinum endar fyri í ár við einum stórum felagstiltaki í ítróttarhøllini á Eiði í morgin. Smádreingirnir møta klokkan 9.30 og skulu vera klárir til dyst í høllini klokkan 10. Á miðdegi fæst okkurt lætt til matnað, og aftaná verða luttøkubrøv og ymisk heiðursbrøv latin, áðrenn smádreingirnir eru lidnir umleið klokkan 12.45. Piltarnir skulu møta klokkan 12 og eru lidnir umleið klokkan 15.