fríggjadagur 13. november 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 218 - 13. november 2009
31
lýsingar
DAMBÓK sp/f, Álvastígur 9, FO-100 Tórshavn
Fartel 21 20 20, Fax 32 25 20, dambok@olivant.fo
krea . tel 60 80 80
Uppgávur, vit kunnu loysa fyri teg, eru:
• Bókingar av øllum vanligum skjølum
• Fakturering til skuldarar
• Skuldara- og ognararøkt, rykking, avstemman
og gjalding
• Avstemman og viðlíkahald av øðrum konti
• Mánaðar uppgerðir
• Budgettir og uppfylgjan
• Klárgerð av roknskapi til ársenda
• Hjálp til útfyllan av sjálvuppgávu
brúkar tú ov nógva tíð
uppá pappírsarbeiði ?
Lat okkum hjálpa tær!
Maskinistur Maskinmeistari Skipari Skipsførari
Postboks 104 . FO-110 Tórshavn . Tel 350 250 . Faks 350 251 . vh@vh.fo . www.vh.fo
krea . tel 60 80 80
Spennandi útbúgvingar
- eitt hav av vinnumøguleikum
Nýtt skúlaár byrjar 4. januar 2010. Umsóknarfreistin er 1. des. 2009.
Maskinmeistari
Maskinmeistaraútbúgvingin er mest fjøl-
broytta og hægsta tekniska yrkisútbúgv-
ing, sum kann takast í Føroyum. Útbúgv-
ingin gevur sera stórar møguleikar, bæði á
sjógvi og landi, líkamikið um tað er í Før-
oyum ella úti í heimi. Maskinmeistaraút-
búgvingin gevur eisini møguleikar fyri at
blíva elinnleggjari. Eisini í oljuvinnuni eru
maskinmeistarar størsti einstaki yrkis-
bólkurin. Útbúgvingin tekur 3 ár.
Upptøka til maskinmeistaraútbúgvingina er
tvær ferðir um árið.
Maskinistur
Maskinistútbúgvingin gevur møguleikar
fyri at vera maskinstjóri á flestu veiðufør-
um, sum fiska á føroyskum sjóøki.
Útbúgvingin gevur t.d. eisini rætt til at vera
maskinstjóri á skipum við maskinorku upp
til 3000 kW í altjóða sigling. Útbúgvingin
tekur 9 mánaðir.
Upptøka til maskinistútbúgvingina er eina
ferð um árið.
Skipari
Vinnuháskúlin bjóðar altjóða góðkendar
útbúgvingar til skipara og skipsførara,
sum geva vinnumøguleikar á sjógvi og
landi um allan heim. Sum skipari kanst tú
føra øll fiskiskip um allan heim, eins og
farmaskip, upp til 3.000 tons.
Skiparaútbúgvingin tekur hálvtannað ár.
Tá ið tú hevur staðið skipara, kanst tú fara
beinleiðis til skipsførara.
Skipsførari
Skipsføraraútbúgvingin tekur tilsamans 3
ár; 3 hálvár til skipara og síðani 3 hálvár til
skipsførara. Sum skipsførari kanst tú føra
øll skip á øllum høvum.
Upptøka til skipara- og skipsførara-
útbúgvingarnar er tvær ferðir um
árið.
Maskinist- og maskinmeist-
ara-, skipara og skips-
føraraútbúgvingarnar eru
moduluppbygdar.
Vinnuháskúlin er ein nútímans skúli við serkønum lærarum í øllum lærugreinum, eins og skúlin hevur allar teir hentleikar og útbúnað, sum skulu til
fyri at gera útbúgvingina áhugaverda og góða. Útbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum eru góðkendar av Føroya Landsstýri, Søfartsstyrelsen og IMO.
Hevur tú hug at gerast maskinistur, maskinmeistari, skipari ella
skipsførari ? Set teg so í samband við skúlan, so senda vit tær
upplýsingar um upptøkutreytir og lesturin saman við umsóknarblaði.
Umsóknirnar skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 1. desember 2009.
Umsóknarblað kann eisini heintast á heimasíðu okkara: www.vh.fo
Í Eydnuni á Oyrarbakka
28. november og 5. desember
Jólaborðhald
við dansi
Komið og hugni tykkum í Eydnuni saman
við fyritøkuni, bindiklubbanum ella sum
einstaklingar.
Fyri 500 kr. fyri hvønn fáa tit:
Gott undirhald frá sjónleikarabólkinum
Lekra buffet við heitum og køldum
rættum frá Smyrjibreyðsbúðini
Góðan dans 28. nov v/ Jákup Marner
Anthoniusen 5. des v/ ROK – Signar í
Homrum
Tilmelding á tlf. 72 23 22 ella við at skriva til
eydnana@gmail.com til og við fríggjadagin
20. november.
Vit síggjast í Eydnuni