Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Við sigrinum á Kyndli týskvøldið vann Sóljan seg upp úr botninum á stigatalvuni, har tað nú av álvara tykist at sansa at hjá Kyndli HONDBÓLTUR – KVINNUR Jákup Mørk Sóljan vann ein heldur óvæntaðan sigur á Kyndli í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn týskvøldið. Tað skal tó alt fyri eitt leggjast afturat, at hóast óvæntaður, so var sigurin hjá Sóljuni fult uppiborin. Átta á rað Tað var rættiliga tíðliga í dystinum greitt, at tað fór at alt annað enn lætt hjá Kyndli at gera nakað við mótstøðuna. Gestirnir løgdu nevnliga sera bragdliga fyri. Í verj- uni lótu tær ongan mót- spælara koma fram við sær, og í álopinum lá væl fyri at koma til skot. Ikki minst hevði tað stóran týdning, at Kyndil at kalla bert hugsaði um stórskjúttan, Asta Petrauskiene, ímeðan tær fullkomuliga gloymdu, at í hondbólti eru tað vanliga seks spælarar, sum mynda eitt álop. Áðrenn Kyndil fekk fyrsta málið, hevði Sóljan skorað heilar átta ferðir, og hetta setti so avgjørt sín dám á kyndils-spælið. Hóast liðið telir fleiri av stinnastu føroysku hond- bóltsleikarunum – ikki minst á bakplássunum – so bar einki til. Sjálvsálitið var fullkomuliga burtur, og heldur enn at royna at hótta málið, var talan um rætti- ligan alibi-hondbólt. Leik- ararnir óttaðust at gera mistøk, og tordu tí ikki ann- að enn at flyta bóltin víðari, og tá so onkur hissini skotroynd kom, gav hetta sjáldan nakrar veruliga trupulleikar fyri mótstøð- una. Hjá Sóljuni var støðan hin heilt øvugta. Fyrst og fremst tí at hugburðuri hjá leikarunum var so nógv øðrvísi. Heldur enn at líta alt upp í hendurnar á Astu (sum tó sjálvsagt var ein týðandi liður), so royndu allar sítt ítarsta til at spæla seg ígjøgnum verjuna, og ikki minst var tað ein sonn fragd at síggja tryggu skor- ingarnar hjá Herthu Simon- sen, sum sjáldan gav Kynd- ils-málverjanum nakran sum helst møguleika. Stríddu seg innaftur Ikki fyrr enn 12 minuttir vóru leiktir, brast fyri nev hjá Kyndli, og í mangar mátar var tað júst hetta, sum skuldi til, fyri at nakað av sjálvsáliti kom aftur í spælið. Tær ressaðust eitt sindur, nú tað brádliga bar ti at skora, og umframt at álopsspælið nú gjørdist meira skipað, so fingu tær eisini tak á verjuspælinum. Ikki minst takkað verið mansverju av litaviska stór- skjúttanum hjá Sóljuni. Tær fingu minkað munin niður í fimm mál undan steðginum, og í seinna hálvleiki settu tær av álvara ferð á. Ikki minst var Lotte Sørensen komin væl við, bæði vi at skjóta og at spæla upp, og tá 20 minuttir restaðu av dystinum, hevði Kyndil mest sum vunnið seg inn á gestirnar. Týðandi málverji Tey flestu mundu nú rokna við, at Kyndil skuldi fara at koppa øllum, men sum úrslitið sigur, so eydnaðist hetta ikki, og tað eydnaðist heldur ongan tíð Kyndli at leggja seg á odda. Hóast tað heilt týðiligt kom fjáltur á Sóljuna, nú munurin brádliga var so lítil, so fullu tær tó ikki í fátt. Heldur fóru tær at stríðast enn meira, og hóast hetta kostaði bæði brots- køst og útvísingar, so breyt hetta góðu rútmuna hjá Kyndli. Og so hevði Sóljan eisini Kristinu Griksaite í málinum. Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki tók málverjin kanska ikki tað heilt nógva, men tá tað veruliga sansaði at, prógvaði hon kortini, at hon telist millum bestu málverjar í landinum. Hvørja ferð Kyndil hevði møguleika at leggja seg á odda, togaði hon ena týdn- ingarmikla bjarging fram, og so kundi tað vera tað sama, um tær hjá Kyndli vóru púra leysar ella royndu seg frá sjey metrum. Kristina hevði sál- arliga takið á mótstøðuni, og spakuliga smittaði hetta eisini viðleikarar hennara. Sálarliga kostaði hetta eisini nógv hjá Kyndli, og at tær bert fingu tvey mál seinastu 10 minuttirnar sigur helst eisini tað mesta um, at leikararnir »ikki duga« at vinna. Tær megn- aðu snøgt sagt ikki at taka møguleikan, tá hesin beyðst, og hetta er ein av- gerandi fortreyt at vinna. Sær betri út Á stigatalvuni merkti sigurin, at Sóljan vann seg úr botninum, og umframt at støðan nú er betri, enn hon var um sama mundi í fjør, so er eisini annað, sum bendir á, at Sóljan í ár hevur betri møguleika at verða verandi í deildini, enn tær høvduum sama mundi í fjør. Leikararnir tykjast bæði kropsliga og sálarliga at vera betri fyri. Liðandin tykist vera nógv betri enn í fjør, og ikki minst hevur tað týdning, at hóast útlendska arbeiðsmegin framhaldandi er sera týðandi partur av liðnum, so stendur og fellur alt ikki við hesari. Dysturin í tølum Kyndil-Sóljan 21-23 (6-11) Málskjúttar: Kyndil: Lotte Sørensen 8(3), Annika Ljósstein 7(2), Palma Petersen 2, Anja Johannesen 2, Linda Weihe 2 Sóljan: Hertha Simonsen 8, Asta Patrauskiene 6(2), Sólja Jóanisdóttir 3, Heidi Maria Akselsen 2, Marjun Johansen 2, Jóhanna í Horni 1, Fía Selma Nielsen 1 Brotskøst: Kyndil 6, Sóljan 2 Útvísingar: Kyndil 3, Sólj- an 4 Dómarar úr StÍF: Pole Hansen & Jústines Justin- ussen. Megnaðu so nøkun lunda at halda gongd í einum til tíðir rótutum dysti, men framvegis sakn- ar tú fylgidómar í ávísum førum. Nr. 231 • hósdagur • 29. november 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Støðan 1. deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 7 7 - 0 - 0 217 130 87 14 2 Stjørnan 7 6 - 0 - 1 205 155 50 12 3 Neistin 8 6 - 0 - 2 180 154 26 12 4 VB 8 4 - 0 - 4 198 198 0 8 5 Sóljan 8 2 - 0 - 6 170 227 -57 4 6 Kyndil 9 1 - 0 - 8 199 246 -47 2 7 StÍF 7 1 - 0 - 6 124 183 -59 2 Kyndil-Sóljan 21-23 (6-11): Sóljan úr botninum Í løtum tóktist Kyndil at kalla bert at hugsa um stórskjúttan, Asta Petrauskiene, ímeðan tær fullkomuliga gloymdu hinar leikararnar hjá Sóljuni Mynd: Álvur Haraldsen 21 20 Nr. 231 - 29. november 2001 Ger USA álvara av tosinum um at leypa á Irak sum lið í bar- daganum ímóti al- tjóða yvirgangi, kann tað beina fyri altjóða eindini aftan fyri bardagan. Ósemja er longu millum USA og Bretland ÚTLAND: Amerikanarar hava ikki sagt beinleiðis, at teir fara at leypa á Irak, men ráð- harrar í Bush-stjórnini hava fleiri ferðir sagt, at Irak er eitt av teimum londunum, sum stuðlar altjóða yvir- gangsvirksemi. So seint sum mánadagin segði George W. Bush, forseti, at irakski leiðarin, Saddan Hussein, eigur at loyva vápnaeftirlitsmonnunum hjá ST at halda fram við ar- beiðinum at kanna landsins vápnagoymslur. Spurdur, hvat hendir, um irakski for- setin sýtir fyri at eftirlika hesum, svaraði Bush stutt: – Tað fær hann at síggja. Í amerikanska verjumála- ráðnum eru kreftir, sum mæla Bush forseta til at leypa á Irak, so skjótt kríggið í Afghanistan er av. Hesir vísa á, at tað er ikki neyðugt at kanna vápna- goymslurnar hjá irakum, tí í einari niðurstøðu hjá ST stendur, at Irak eftir øllum at døma framvegis hevur hópoyðingarvápn. Teir halda tí, at USA hevur rætt til at søkja at Irak. Kann enda við spjaðing Men tað er samstundis greitt, at nógv lond í eind- ini, sum stendur aftan fyri bardagan ímóti altjóða yvirgangi, fara at mótmæla, at amerikanarar leypa á Irak. Fleiri muslimsk lond, sum eru við í eindini, hava boðað frá, at tey fara ikki at góðtaka, at Irak verður álopið. Men amerikansku álops- ætlaninar fáa heldur ikki undirtøku vestanfyri. Bretska blaðið Financial Times skrivar, at Tony Blair, forsætisráðharri hev- ur ávarað Bush forseta ímóti at draga Irak upp í kríggið, tí tað hevði gjørt enda á altjóða eindini, sum fekst í lag eftir drúgvar samráðingar. Sambært Financial Times hevur bretska ávaringin havt við sær, at amerikanar- ar hava sýtt fyri at lata bretskar hermenn taka lut í krígnum í Afghanistan. Umleið 6.000 bretskir her- menn hava staðið til reiðar at fara til Afghanistan, men teir eru farnir at gera van- liga hertænastu aftur, skriv- ar blaðið. Bretska útvarpið BBC segði týsdagin, at tað vóru teir sonevndu »heykarnir« í amerikansku stjórnini, sum gjørdu, at Bretland ikki fekk boð um at senda her- menn til Afghanistan. Mannarættindafelags skapir ákæra nú russ- isku myndugleikarn- ar fyri at hava hert ágangin ímóti sivil- fólkinum í Kekenia eftir atsóknirnar í USA 11. september ÚTLAND: – Myndugleikarnir hava hert ta etnisku útreinskan- ina, uttan at nakar leggur tað til merkis, sigur Tatiana Kasatkina í russiaka mannarættindafelagsskapin um Memorial. Hon vil vera við, at fleiri fólk eru horvin í Kekenia síðani tann 11. september. Tatiana Kasatkina kom við upplýsingunum undir einum orðaskifti um Keke- nia, sum Evroparáðið hevur skipaði fyri í Strasbourg mánadagin og týsdagin. Aðrir russiskir mannarætt- indafelagsskapir, sum vóru á ráðstevnuni, tóku undir við henni. Men russiski umboðs- maðurin fyri syðra part av Kekenia, Nikolai Britvin, vísti ákærunum aftur. – Moskva hevur ávarað ímóti islamskum yvirgangi í fleiri ár, uttan at nakar hevur lurtað eftir okkum, segði hann. Russland sendi hermenn til Kekenia í oktober í 1999, og russisku myndug- leikarnir hava alla tíðina sagt, at hernaðarliga átakið er vent ímóti muslimskum yvirgangsmonnum, sum ætla at skipa eitt muslimskt ríki í Kaukasus. (Fartekst) Eftir eitt ár við nógvum akiviteti, eru runavíkingar nú farnir at rigga av á oljuhavnini, men hetta merkir als ikki, at virksem- ið verður niðurlagt OLJUHAVN Jákup Mørk Hetta seinasta hálva árið ella so hava einir 10 mans hjá Skipafelagnum arbeitt burturav á oljuút- gerðarhavnini. Størsti parturin av ar- beiði teirra hevur sjálv- andi verið í samband við royndarboringarnar hjá Statoil, BP og sjálvandi Amarada Hess, ið jú vórðu teir fyrstu at finna svarta gullið. Nú verður Sovereign Explorer fluttur úr før- oyskum sjóøki, og tí verður væl minni av virksemi komandi tíð- ina, enn runavíkingar so dánt eru um at verða vanir við. Nóg mikið at taka í Hóast einki arbeiði verður í samband við oljuboring fyrr enn tað aftur fer at vára, so verð- ur arbeiðsfólkið á olju- havnini ikki sent til hús. Tað verður tó ein broyt- ing í gerandisdegnum, tí nú verður talan aftur um vanliga virksemið hjá Skipafelagnum við at lasta og lossa skip. Nú verður tað so fiskurog ikki oljuútgerð. Annars lata tey væl at hesum fyrsta oljutíðar- skeiðnum í Runavík. Ar- beiðið við at landa og lossa hevur gingið av- bera væl, og enn hevur so eingin mansskaði verið av nøkrum slag. Eisini hevur samstarv- ið við føroysku myndug- leikarnar verið gott, so hóast nógv nýggj tiltøk hava verið sett í verk í gerandisdegnum, og hóast nógvar nýggjar mannagongdir skuldu lærast, so hava eingir trupulleikar verið av týdningi. Oljuhavnin riggar av Álop á Irak kann spjaða altjóða eindina Ákæra Russland fyri etniska útreinskan Fyrsta oljutíðarskeiðið í Runavíkini er nú av, og á Skipafelagnum lata tey væl at gongdini higartil C M Y K 20