Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-13, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. november 2009síða 1

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Rákið – november '09 Í miðal fara 50 hjún hvør til sítt árliga. Men hjúnaskilnaður kann gerast ein dýr søga, um tú ikki vísir áhuga fyri ognar­ viðurskiftunum, meðan tit enn eru góð. Og ofta verða kvinnurnar við sviðusoð. Vit hava prátað við Gunn Ellefsen, advokat Ein vinkona sum skuldi skiljast segði ein dagin: Bara eg fái børnini, so kann hann fáa rest. Hetta vakti mín áhuga. Tí hvat skal hon gera við børnini, um hon brádliga verður heimleys við ongum pengum? Ofta verður sagt, at hjúnalagið er heilagt. Men harvið ikki sagt, at hjúnaskilnaður nýtist at vera ein heilag kúgv. Sum við øllum øðrum, er neyðugt at tosa um tingini, áðrenn tey gerast ræðandi trøll. – Tí hjúnaskilnaður kann gerast ein dýr søga, um tú ikki vísir áhuga fyri ognarviðurskiftunum, meðan tit enn eru góð. Hetta sigur Gunn Ellefsen, sum er advokatur hjá Advokatfelagnum við Strond 4 í Havn, har tey eisini bjóða eitt, sum tey rópa famijueftirlit, har til ber at fáa ráðgeving um, hvussu fólk kunnu tryggja seg sum best. Her verða øll viðurskifti gjøgnumgingin, so sum pensiónsuppsparingar, lán, børn í og uttan fyri hjúnalag, hvat hendir um annar fellir frá ella fólk fara frá hvørjum øðrum. Men í dag hevur Gunn Ellefsen lovað at greiða okkum frá, hvussu ein kann royna at tryggja seg móti fullkomnum kaosi í sambandi við hjúnaskilnað. Tí, sum hon sigur: – Øll vóna, at tey ongantíð fara hvør til sítt. Men kanska makin hjá tær knappliga fær nokk – ella viðkomandi brádliga doyr. Tá er alneyðugt, at tú hevur fyrireikað teg peningaliga til eitt lív við ongum hjúnafelaga, sigur Gunn Ellefsen, og leggur afturat, at tað er ongin loyna, at hetta kanska serliga vísir seg at verða relevant fyri nógv konufólk. – Tær eru ofta sløvari enn maðurin at tryggja síni fíggjarligu viðurskifti, sigur hon. Og vit hugleiða eitt sindur um okkum konufólk, sum ganga so høgt upp í barnagarðin hjá børn un­ um, um bummullin er økologisk ella skógvarnir fótformaðir. – Men tær hava ofta ongan áhuga í, hvussu tær verða fyri fíggjarliga, um so er, at maðurin knappliga rímir ella kanska doyr, sigur Gunn Ellefsen, sum sera ofta fær áheitanir frá fólki, sum ikki vita, hvussu tey koma at vera fyri fíggjarliga, um tey verða skild. Her kann tað verða nóg mikið við einum óformellum telefonprátið í fyrsta umfari. So vit taka tað úr einum enda, og Pengar, tá ið parlagið Reyðar perur Hvat eiga vit? Hvør stendur skrásettur sum eigari av ognunum? Hvør stendur skrásettur fyri skuldini? Hvat slag av pensiónsuppsparingum hava vit? Hava vit serogn ella felagsogn? Gunn Ellefsen, advokatur, greiðir frá, hvussu til ber at tryggja seg móti fullkomnum fíggjarligum kaosi í sambandi við hjúnaskilnað