Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-13, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. november 2009síða 1

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Rákið – november '09 vóna at gerast eitt sindur klókari, tá samrøðan er av og greinin skrivað. Fyrst seperatión Advokaturin greiðir frá, at fyrsta stigið móti hjúnaskilnaði fer fram hjá Ríkisumboðnum, har seperatiónin sum útgangsstøði verður avgreidd. Her skal semja tó verða millum partarnar um foreldramyndugleika og hvørt nakar av pørtunum skal rinda hinum uppihalds pening. Kunnu part arnir ikki semjast um hesi viðurskifti, má málið leggjast fyri Føroya Rætt, sum síðani tekur støðu. Seperatiónstíðin gongur frá tí degnum, at seperatións bevilling­ in er dagfest, ella frá tí degi dómur er avsagdur í málinum, og hetta kann í prinsippinum draga nógv út, um partarnir eru ósamdir. Tvey, sum eru separerað, kunnu ikki búgva saman, men tey nýtast ikki at semjast um, hvør skal eiga hvat, í sambandi við, at tey flyta hvør til sítt. Men í mun til skiftið, tað vil siga býtið av ognum, tá tað verður aktu ellt, hevur seperatiónsdagurin týdn ing. Tí hann er sum útgangsstøði skerings dagur fyri uppgerð yvir ogn og skuld, og alt sum kemur inn í búgvið aftan á hendan dag skal ikki teljast við í skiftið. – Fyri summi kann tað hava al­ stóran týdning at fáa seperatiónina ígjøgnum sum skjótast. Til dømis um annar hevur ein stóran arv í væntu, sum viðkomandi ikki ynskir at deila við sín fyrrverandi hjúnafelag. Ella hugsa tær, um tú vinnur 7 milliónir í Lotto dagin fyri seperatiónsdagin. Tað eru ikki øll sum halda tað verða so stuttligt at noyðast at deila vinningin við tann, sum tey skulu skiljast frá, sigur Gunn Ellefsen. Hon greiðir frá, at pør skulu vera sepererað í minst eitt hálvt ár, áðrenn tey kunnu verða skild. Eru bæði tvey tá samd um at blíva skild, kunnu tey blíva tað við at annar søkir um hjúnaskilnað, sum hin so skrivar undir. Fæst ikki semja um hjúnaskilnaðin er sepertatiónstíðin eitt ár. Men tá hevur tann sum ynskir tað rætt til at blíva skildur, óansæð um hin hjúnafelagin setur seg ímóti. Undantøk eru tó fyri tíðar ásetingunum. Til dømis í sam bandi við ótrúskap, har tað krevst, at elskarin/elskarinnan váttar ótrúskapin. Her er vert at minna á, at øll hava rætt til at blíva skild. So ongin kann noyðast til at vera giftur móti sínum vilja. Dýrt at skiljast Ofta hoyra vit, at tað er dýrt at fara hvør til sítt, og at alt bara skal býtast í tveir partar. Vit spyrja Gunn Ellef­ sen, hvussu er við ognunum, tá vit verða skild. Hon forklárar, at fólk vita ikki altíð, at tey hava ikki ráð til at gerast tvey húsarhald, og at tey, í sambandi við at búgvið verður gjørt upp, kunnu verða noydd at selja húsini ella aðrar ognir fyri síðani at deila yvirskotið. – Áðrenn hjúnaskilnað noyðist tú kanska at taka støðu til, um tú ert til reiðar at fara niður í livistøði. Til dømis at fara úr einum stórum set­ húsum og yvir í eina lítla íbúð, sigur hon, og vísir til nýggju familj urnar, sum oftani hava stór lán og dýr hús. Har hevur annar sjáldan ráð at verða sitandi einsamallur í húsinum. Gunn Ellefsen greiðir frá, at ongin lógarkrøv eru um, nær ognirnar skulu býtast – tað vil siga nær ein semja skal fyriliggja um, hvør skal hava hvat. Tað er sostatt upp til parið sjálvt at avgera. – Men eru tey ósamd, kunnu tey venda sær til Skiftirættin. Stríðsmálið kann til dømis snúgva um, hvør skal hava rætt til at verða búgv andi í húsinum og um hvat virðið húsini hava ­ hvør skal keypa hvønn út fyri hvussu nógv. Í hesum sambandi kann úttøkudagurin hava týdning, og hann verður ásettur av skiftirættinum, um fólk eru ósamd og seperatiónin dregur út. – Fólk hava ofta lyndi til at blanda øll tingini saman, tá tey fara hvør til sítt; foreldramyndugleika, rættin til húsini og bilin og so framvegis. Í so máta er tað gott, at tað nú ber til at avtala felags foreldramyndugleika, tá foreldramyndugleikaspurningurin annars ofta gjørdist eitt stríðsmál, sum blokeraði fyri øllum øðrum loysnum. Nú ber til at finna eina semju um húsini, innbúgvið og alt hitt fíggjarliga fyrst. Aftaná ber so til at venda aftur til spurningin um foreldramyndugleikan. Hetta serliga um eitthvørt óvæntað stingur seg upp, til dømis um annar parturin ætlar sær at flyta langt burtur. Ringar tíðir at skiljast Sum øllum kunnugt, hava húsaprísirnir verið sera høgir og bankarnir laga­ ligir seinastu árini. Tí hava tey fægstu, sum nýliga hava keypt hús, ráð til at verða sitandi einsamøll í nýggjum húsum í sambandi við hjúnaskilnað. – Taka vit eina unga familju í Havn. Húsini kostaðu kanska 2,8 krasjar Serogn og felagsogn Serogn er ogn, sum ikki inngongur í felagsbúgvið, tá búgvið skal gerast upp í sambandi við, at fólk verða skild. Tann, sum er skrásettur eigari av serognini fær hana tí alla sum hon er við sær úr hjúnalagnum. Felagsogn er øll ogn, sum ikki er serogn. Hon inngongur í felagsbúgvið, og verður deild millum partarnar, um tey verða skild. Vert er at nevna, at tað, at tann eini parturin hevur eina stóra serogn, viðførir ikki, at viðkomandi ikki eisini skal hava helvtina av øllum tí sum inngongur í felagsbúgvið. Serogn kann blíva til við 1. hjúnasáttmála, har hjúnafelagarnir skulu vera samdir, 2. at onkur testamenterar tær eina serogn, 3. við gávubrævi, har gávugevari letur gávuna sum serogn. Mynd: Jens Kristian Vang Visti tú, at um tit verða skild, heftir ein sum útgangsstøði einsamallur fyri allari skuld, sum man stendur fyri, meðan ein møgulig nettoogn verða uppgjørd og býtt millum báðar partar? Hetta merkir í stuttum, at um annar stendur fyri øllum lánunum og hin stendur fyri ognunum, so kemur tann sum stendur fyri øllum lánunum burtur úr hjúnalagnum við helvtini av ognunum og øllum lánunum! Hin kann so hugna sær við hinari helvtini av ognunum og sleppa undan lánunum. Tí hevur tað so alstóran týdning í hjúna lagnum at vita, hvør stendur fyri lánunum og hvør stendur fyri ognunum. Framhald á næstu síðu