Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-13, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. november 2009síða 1

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Rákið – november '09 Smakkiroynd frá Oddvør Skarðhamar Oddvør Skarðhamar, ið er kend fyri at gera leskiligan og spennandi mat til tiltøk av allahanda slag, letur í hesum døgum úr hondum kókibókina »Oddvørsa krás úr køkinum«. Í bókini eru 83 uppskriftir til alskyns sløg av vælsmakkandi mati – allar skrivaðar bæði á føroyskum og donskum. Hetta er aðru ferð víðagitna kókikonan gevur út kókibók. Í fjør kom »Oddvørsa køku- og dessertdreymar«. Bókin »Oddvørsa krás úr køkinum« er løgd til rættis og stílað av Ingibjørg Jacobsen. Benjamin Rasmussen hevur tikið myndirnar. Bókin kostar 299 krónur og fæst kring alt landið. Lagt til rættis: Rigmor Dam Fotografur: Benjamin Rasmussen ❀❀❀ (12 stk) 1 dl av A38 4 dl av flógvum vatni 25 g av ger 1 spsk. av salti 2 spsk. av putursukri 1 spsk. av olivenolju 100 g av hørfræi 250 g av grovum speltmjøli 450 g av hveitimjøli 1 egg at pensla við Koyr A38 og vatn í eina skál og blanda gerina uppí. Rør síðan fyrst putursukur, salt, olju, hørfræ og speltmjøl uppí, og síðan eitt sindur av hveitimjøli í senn. Lat uml. 50 g av mjøli vera eftir. Elt deiggið, til tað er javnt og slætt. Lat restina av mjølinum í, um deiggið er ov kleiggjut. Koyr deiggið í 12 stykkir. Rulla hvørt stykki í 20 cm langar rullur og forma tær til ringar. Set á tvær bakiplátur við bakipappíri og lat ganga í 2 tímar. Pensla egg á, set í 200 stig heitan ovn og baka í uml. 20 minuttir. Speltbollar ❀ Lesarar hjá Rákinum fáa her fýra leskiligar uppskriftir úr nýggju kóki bókini »Oddvørsa krás í køkinum«. Víðagitna kókikonan bjóðar okkum spenn­ andi speltbollar, heil­ stoktan høsnar unga við bulgur salati og syndafulla sjoku­ látukøku