fríggjadagur 13. november 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Rákið – november '09
(4 persónar)
1 heilur høsnarungi
(skal ikki hava verið frystur)
salt og pipar
Bulgursalat:
200 g av cherrytomatum skornar í helvt
1 reyðleykur í puntum
1 gul piparfrukt í puntum
1 molgraður hvítleyksbátur
½ dl av olivenolju
1 dl av smáttskornum oregano, ella 1 spsk. av
turkaðum
1 lítið bundi av smáttskornum koriander, ella 1
strokna spsk av turkaðum
1 bundi av várleyki í flísum
4 dl av bulgur
½ litur av grønmetisbuljong
Saft frá ½ sitrón
Smátt skorin persilla
Olivenolja
Salt og pipar
Krydra við salti og pipari, set høsnarungan
í 200 stig heitan ovn og steik í uml. 1 tíma
Heilstoktur
høsnarungi
við bulgur salati
Sjokolatukøka við osti
Botnur:
75 g av av smeltaðum smøri
125 g av makrónum
Fylla:
200 g av myrkari beiskari sjokulátu
300 g av rómaosti
2 egg
2 spsk av sukri
1 dl av róma
1/2 dl av amarettolikøri (mandlulikøri)
Pynt:
30 g av smeltaðari, myrkari sjokulátu
25 g av makrónum
Rivið skal frá 1 vistfrøðiligari appilsin
Molgra makrónurnar og rør upp í smeltaða
smørið. Legg blandingina væl niður í
botnin á einum smurdum springformi. Set
kalt, meðan fyllan verður gjørt. Sker
sjokulátuna smátt og smelta hana í eini
skál yvir dampbaði ella í mikroovni. Rør
hana javna og lat kólna. Rør rómaost, egg
og sukur til eina javna blanding og píska
róman uppí. Rør sjokulátu og likør uppí og
koyr fylluna í formin. Baka køkuna í uml.
50 minuttir á 170 stigum, ella til hon
kennist føst í tí. Lat kólna á eini rist, tak
kantin av springforminum og loys køkuna
varliga frá botninum. Set kalt til næsta
dag.
Bulgursalat:
Koyr cherrytomatir, reyðleyk og piparfrukt á glóðheita grillpannu og steik við nógvum hita í 5
minuttir.
Blanda grønmetið saman við olivenolju, hvítleyki og smátt skornum kryddurtum. Lat
grønmetisbuljongina koma upp á kók. Stoyt oman yvir bulgurið og lat smákóka í 2 minuttir. Javna
bulgurið við einum gafli og koyr grønmetisblandingina í saman við sitrónsaft, salti, pipari og
oregano. Stroy persillu omanyvir.
❀❀❀
Pynt: Smelta sjokulátuna. Pynta
køkuna við molgraðum
makrónum og appilsinskal og
koyr sjokulátuna omanyvir.