fríggjadagur 13. november 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Rákið – november '09
Eg havi ongan hóming av, hvat tað
eru fyri eini hús, eg skjótt skal inn í, tá
eg parkeri bilin framman fyri húsinum
á Jóansgøtu 11.
Húsini, ið eru bygd í 2000, tykjast
at vera eini heilt vanlig, føroysk hús í
tveimum hæddum. Men longu tá eg
komi inn forstovuna, er tað greitt, at
húsið kanska ikki er heilt so vanligt
kortini.
Í opna skápinum úr beton, málað við
hvítari betonmáling, hanga pelsfrakkar
og stillettir, og flottir harraskógvar
standa pent á hillunum. Mariann rópar,
at skal bara fara inn. Eg fari víðari
inn í eina størri gongd. Her standa
tveir ljósir Paarman stólar frá Casa í
tveimum ymiskum sniðum. Á vegginum
rundan um trappuna, ið gongur oman
í kjallaran, hanga fýra málningar
hjá Tróndi Paturssyni, og tveir bláir
glasfuglar eftir sama listamann hanga
uppi undir loftinum. Gólvið er úr
hvíttlakeraðum eiki, og hetta gongur
aftur í meginpartinum av húsinum.
Espressomaskinan
tendrar sjálv
Mariann kemur úr vesinum við vátum
hári. Hon bjóðar vælkomin og heldur,
at tað er ordiliga stuttligt, at Rákið ger
eina frásøgn um teirra heim. Vit fara
inn í køkin, har hon ger mær eina
kaffe latté úr einari heilt serligari
espressumaskinu.
– Rúni hevur innstillað maskinuna
til at tendra hvønn morgun klokkan
sjey, so hon er klár, tá vit koma upp
um morgunin, sigur Mariann, sum er
eigari av hárfríðkanarstovunum, Royal,
í Tórshavn og í Vestmanna. Spurd,
nær tey fara upp, flennir hon og sigur,
at tímir hon ikki at avdúka. Tá café
latté er bryggjað, vísir hon mær køkin.
Upprunaliga var hann úr træi, men
tey hava málað hann hvítan og sett
spotlights upp undir øll elementini,
sum lýsa niður í svørtu, blonku flisarnar
á gólvinum. Uppiyvir hongur ein
flatskíggi.
– Tað er so ræðuliga deiligt at
kunna hyggja í sjónvarp, meðan man
ger mat. So noyðist man ikki at leypa
inn í stovuna fyri at hygggja eftir Degi
og Viku, sigur Mariann.
Yvir av køkinum eru stór vindeygu,
og har sita tey bæði, Mariann og
Rúni, ofta við høga spísiborðið og
njóta útsýnið.
- Útsýnið hevur ótrúliga nógv at siga
fyri okkum, greiðir Mariann frá.
Brúsa við flatskíggja
Mariann vísur mær sovikamarið. Ein
stór dupultsong við svørtum teppi og
einari rúgvu av pyntupútum stendur út
frá vegginum mitt í rúminum. Yvirav
songini hongur ein 42 tumma flat-
Dreymahúsið
hjá Mariann
í Royal
Fyri tveimum árum síðan keyptu Mariann
Ivandsdóttir og Rúni Brimvík eini heilt vanlig,
føroysk hús uppi Millum Gilja. Síðan tey fluttu
inn í 2007 er heilt nógv gjørt við tey, og inni í
umvælda húsinum kann ein finna alt frá
tráðleysum streymi, fitnessrúmi og flatskíggjar í
hvørjum rúmi – eisini í brúsuni!