Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-13, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. november 2009síða 1

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Rákið – november '09 skíggi. Tað er ordiliga lekkurt, heldur Mariann. Meðan vit standa og tosa um sovikamarið, kemur Rúni heim frá arbeiði. Hann er leiðari á netdeildini hjá Formula og hevur ofta langar arbeiðsdagar. Vit heilsast, og hann byrjar beinan­ vegin at vísa mær smarta ljósið undir seingini. Tað tendrar av sær sjálvum, tá mann reisir seg upp um morgunin. – So vakir man ikki hin, tá man fer upp, greiðir hann frá. Tey hava nevnliga eitt ljós hvør síni megin songina. Tað er Rúni, sum hevur innrættað øll húsini og bygt meginpartin sjálvur. – Hann gongur so ófatiliga høgt upp í, hvussu húsini síggja út, flennir Mariann. Vit fara øll inn á vesið, har serligi vatnkranin frá Hansa fellur einum fyrst í eyga. Ein stálkrani við rundari glasplátu, sum vatnið rennur niður eftir. Framman fyri brúsuna hongur eisini ein flatskíggi, sum Mariann heldur vera fantastiskan at hava. Tí so ber til at hava sjónvarpið frá, meðan man stendur undir brúsuni. Tá man er liðugur undir brúsuni, ber til at trýsta á ein knøtt á vegginum so dampurin fer av speglinum av sær sjálvum. Tað er nevnliga hiti í speglinum. Hava valla tíð Stovan er býtt upp í tvey. Ein partur er tvey trin longri niðri enn hin. Har er ein ljós chesterfield trímanssofa og ein leðurstólur, sum hoyrir til. Sofabólkurin vendir ímóti einum stórum vindeyga, sum er frá gólv til loft. Hiðani er útsýni beint oman á eitt vatn. – Eg rópi tað Brimvíksvatnið, flennir Rúni. Eisini stendur ein brenniovnur í niðaru stovuni, men hann er ongantíð brúktur enn. Vit ganga upp í ovaru stovuna, og Rúni gongur beint yvir til eitt lítið horn í stovuni, har tað eru tveir telduskíggjar og ein stórur Chesterfield leðurstólur. – Hetta er mítt stað, sigur hann. Her siti eg og arbeiði, og her kann eg eisini síggja televarpið, so eg ikki noyðist at fara yvir í sofuna at hyggja, um eg nú siti og arbeiði við onkrum ávísum. Rúni hevur spraymálað allir skíggjar og hátalarar við svartari highgloss­máling, so alt matchar inni í húsinum. Í ovaru stovuni stendur eisini ein stór, ljós Chesterfield leðursofa, og ein 52 tummar flatskíggi hongur yvirav henni. Men hvussu fáa tey tíð til at brúka alt inni í húsinum? Mariann og Rúni sita við spísiborðið í køkinum, har tey ofta sita og njóta útsýnið yvir »Brimvíksvatnið«, sum Rúni hevur nevnt tað. Fýra málningar og tveir glasfuglar hjá Tróndi Paturssyni pynta gongina saman við tveimum Paarman stólum frá Casa. Framhald á næstu síðu