fríggjadagur 13. november 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Rákið – november '09
– Vit bæði arbeiða so nógv, at vit
hava nærum ikki tíð. Tí hava vit eitt
nú flatskermar í flestu rúmunum, so vit
kunnu hyggja í sjónvarp, meðan vit
gera onnur ting, greiðir Mariann frá.
Tráðleyst el
Enn eru vit ikki komin ígjøgnum øll
húsini. Vit fara úr aftur stovuni, inn
gjøgnum køkin, út aftur í gongina og
oman ígjøgnum trappurnar. Við endan
av trappuni traðka vit inn í eitt fitness
rúm við bæði vektbonki, krosstrenara,
boksipútu og bóltum. Og sjálvandi
hongur ein flatskermur eisini í hesum
rúminum.
– Her brúki eg nógva tíð, sigur
Mariann, og her kann eg eisini hyggja
eftir aerobicdvd ella televarpinum,
meðan eg treni. Tað er fantastiskt!
Næst fitnessrúminum hevur Mariann
sítt egna solarium. Í einum rúmi
pent pyntað við tveimum stólum við
pyntupútum og kámum ljósi stendur eitt
solarium, sum Mariann eisini brúkar
ofta.
Kjallarin hevur eisini eitt stórt
vaski rúm, sum Mariann elskar. Her
hevur hon eitt langt borð at leggja
klæðini á, tvær vaskimaskinur og eina
turkitrumlu. Hon vaskar øll handkløðini
hjá hárfríðkanarstovunum, og tað kann
saktans blíva heilt nógv, sigur hon. Her
hevur hon eisini ein lítlan flatskerm, so
hon kann hyggja sjónvarp, meðan hon
vaskar klæðir.
– Hetta er tað besta rúmið í húsinum,
sigur Mariann og smílist »um alt fimm
oyrað«.
Á veg úr aftur kjallaranum ganga
vit ígjøgnum eitt óinrættað rúm, sum
Rúni brúkar til arbeiðsrúm. Her orðnar
hann alt frá elleidningum til træsmíð.
Júst elið er serstakiliga spennandi júst
í hesum húsinum, tí at alt kann skipast
frá fartelefonini hjá Rúna. Hann tekur
sína Iphone fram og vísur, hvussu hann
bæði kann tendra og sløkkja ljós og
stereoannlegg í nærum øllum húsinum
– við fartelefonini.
– Tað skal eisini sigast, at elrokn
ingin er tvífaldað seinasta árið, flennir
Rúni.
Teirra dreymaheim
Tá rundvísingin er liðug, fara vit
báðar, Mariann og eg, út á altanina
at fáa okkum ein royk, meðan vit bíða
eftir myndamanninum. Tá vit hava
kjakast aftur og fram, um tað er
ómoralskt ella ikki at brúka pels, og
hvussu býtt tað er at roykja, kemur Rúni
út og greiðir frá, at hann ætlar at
byggja altanina størri, so tað kann
verða pláss til spísiborð eisini. Higartil
hevur hon ikki verið nýtt til nógv annað
enn roykistað hjá Mariann. Hon vendir
annars rætta vegin í mun til sólina,
sigur hann.
Tá myndamaðurin er komin, hevur
tikið myndirnar og keklast eitt sindur
um snildu fartelefonina hjá Rúna, siga
vit farvæl. Og eg fari út við kensluni
av at hava verið inni í tí, sum eftir
mínum tykki eru eini dreymahús: Har
var bara alt!
________________________________
Bjørk K. Olsen
Myndir: Álvur Haraldsen